Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 49

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 126 · 1. november 2013 13 VIKUSKIFTI til slíkar dystir, sigur Franck Ribery og legg­ur afturat. - Smáar tjóðir hava ofta ein serlig­an stoltleika, og tað sæst aftur úti á vølli­ num, og tað havi eg ógvuliga stóra virð­ ing fyri, sigur hann. Franck Ribery hevur eisini lagt til merk­is, at eitt so lutfalsliga lítið land sum Ísland er komið í Play-off til HM- endaspælið. - Tað er stuttligt at síggja lond sum Ísland koma so langt. Eg ivist ikki í, at fyri Ísland hevði tað verið ótrúliga stutt­ligt og eitt bragd at komið til HM- enda­spælið, heldur hann. Bayern er mítt felag Franck Ribery hevur spælt í týska Bayern München síðani í 2007, og tað er her, at hann hevur havt sína bestu tíð sum leikari. Hann dylur heldur ikki fyri, at hann trívist avbera væl í týska stórfelagnum. - Bayern er eitt fantastiskt felag við eini fantastiskari felags­kenslu. Hóast felagið er stórt og sterkt, so er fjar­ støðan millum fólkini í felagnum og áskoðararnar ikki serliga stór, held­ur Franck Ribery. Eingin ivi er um, at tíðin í Bayern Mün­chen ítróttarliga hevur verið tann besta hjá Ribery, og hann er held­ur ikki í iva um, at tað er ein av orsøk­u­ num til, at hann trívist so væl í týska fel­agnum. - Eg havi verið á toppinum í hálvt­ triðja ár. Tað er umráðandi fyri meg at hava tað stuttligt, at familjan hevur tað gott, og at áskoðararnir eru nøgd­ir við tað, sum eg avriki. Her í Bayern Mün­ chen haldi eg, at alt tað gongur upp, og eg ætli mær eisini at blíva búgvandi her, tá ið eg gevist við at spæla, sigur Franck Ribery. Er ikki mettaður Sum kunnugt gjørdi Bayern München bart farna kappingarár og vann greipuna í Týsk­landi, umframt at man vann Champions League. Blívur man ikki mettaður av sigrum eftir eitt slíkt ár, spyrja vit Franck Ribery? - Nei, tað haldi eg ikki. Man vil altíð vinna, og nú er ymiskt kring liðið eisini broytt í mun til í fjør. Nú fingu vit nýggjan venjara til hetta kappingarári, og hann er sjálvandi komin við nøkrum nýggjum tingum, hóast tað altíð er trupult at koma við nøkrum nýggjum, tá ið lið­ið júst hevur vunnið alt, sum vinnast kann, sigur Franck Ribery. Hann dylur tó ikki fyri, at hann er glaður um nýggja venjaran, Pep Guardiola, sum hann hevur alt gott at bera. - Pep hevur sagt við meg, at hann vil hava meg at skora fleiri mál, og hann hev­ur víst, at hann hevur sera stórt álit á mær, og tað er um­ráð­andi fyri ein spæl­ara at merkja, at venj­ar­in hevur álit á hon­um. Pep er ein fan­tast­iskur venj­ari, og tað er lætt at skilja hans­ ara hugs­an­ar­hátt. Vit læra nógv nýtt av hon­um, og tað er skjótt at læra, sigur franski bóltsnillingurin. Sum 30 ára gamal hevur Ribery nøkur ár eft­ir í sær, men hvussu leingi væntar hann sjálvur, at hann kemur at halda fram við at spæla á hægsta støði? - Tað er ilt at siga. Eg havi tað øgiliga gott bæði kropsliga og sálarliga, og tað er einki at ivast í, at tað eisini merkist úti á vøllinum. Eg spæli altíð fyri mítt lið, men samstundis hev­ur tað nógv at siga fyri meg, at eg havi tað stutt­ligt, tá ið eg spæli. Um tú ikki hevur tað stutt­ ligt, verður tað ógvuliga trupult at gera títt besta. Men eg ætli mær at spæla nógv ár aftur­at, og eg komi at spæla her í Bayern Mün­chen til eg gevist, sigur hann. Vil til Brasil Um tvær vikur skal Frakland spæla Play-off dystir móti Ukraina um rættin at sleppa til HM-endaspælið í Brasil komandi summar, og hetta er nakað, sum Ribery gleðir seg til. - Tað verður ógvuliga trupult, tí Ukraina er eitt gott lið, sum spælir við nógvum hjarta. Tað er eyðkent fyri eystur­europ­eisk lið, at tey hava øgiliga stórt tjóð­skapar­hjarta, og tað dám­ ar mær ógvuliga væl. Men vit skulu vinna dyst­irnar, so at vit sleppa við til Brasilia, tí vit eiga at vera við har. Eg vil til HM-endaspæl­ið, sigur ein avgjørdur Franck Ribery. Tíðin, ið undirritaði hevur fingið til sam­røðuna, er við at vera farin, og eg takki fronsku stjørn­uni fyri samrøðuna. Men ógvuliga eyð­kenn­ andi fyri eyðmjúka fraklendingin sigur Rib­ery, at tað er hann, sum takkar fyri møgu­leik­an.  - Eg royni ikki at vera arrogantur, tí eg veit, hvussu skjótt tað kann venda, sigur Franck Ribery, ársins fótbóltsspælari í Europa “Smáar tjóðir hava ofta ein serligan stoltleika, og tað havi eg ógvuliga stóra virðing fyri” Fakta Navn: Franck Ribery Føddur: 7. apríl 1983 Føðistaður: Boulogne- sur- Mer Felag: Bayern München Fyrrverandi feløg: Boulogne, Ales, Brest, Metz, Galatasary og Marseilles Landsdystir: 78 – 16 mál