hósdagur 31. oktober 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 126 · 1. november 2013
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
50 ár síðani
Syðradalsbáturin
gekk burtur
Í dag er minningardagur teirra sjólátnu. Í hesum sambandi er hóskandi at minnast
eina av teimum vanlukkum á sjónum, sum hava kostað okkara fólki so nógv
Í Kalsoynni eru tveir rundir minningardagar
í ár. Annar er, at tað eru liðin 50 ár síðani, at
Kallur á Syðradali hvarv við trimum monn
um. Hin er, at tað eru 100 ár síðani, at “húsa
skonnartin” Mariana hvarv við seks monnum
í 1913. Hetta fer uttan iva at merkja minn
ingarhaldið á Syðradali í dag.
Lagnutúrurin við Kalli
Sunnukvøldið tann 22. september 1963 vóru
teir á Kalli um 10 tíðina á kvøldi farnir til
Klaksvíkar eftir egndari línu. Teir skuldu
eisini sjálvir egna eina línu, áðrenn teir fóru
avstað til útróðrar.
Við 6-mannafarinum vóru tríggir menn.
Elstur var Dánjal Danielsen, 67 ára gamal.
Við vóru eisini sonur hansara, Joen Simon,
29 ár, giftur við Elsu Jacobsen av Saltnesi og
pápi at 4 mánaðar gomlum soni, Edmund,
og bróðursonur Dánjal, Henry Danielsen, 31
ár. Hann var komin til giftingar við Solveig
Brestisson Thomsen úr Skúvoy.
Teir fóru av Klaksvík um tvey tíðina um
náttina, og teir vóru væntaðir aftur um mid
dagsleiti mánadagin. Men eingin bátur kom
aftur. Skjótt var farið at leita. Tað fyrsta
skipið, sum fór, var Háenni. Skiparin, Frits
Olsen, ættaður úr Trongisvági, var giftur við
Cathrinu, systir Henry, sum var við Kalli.
Leitað var eisini frá landið av. Millum
annað varð ringt norður til Trøllanesar at vita,
um tey sóu nakran bát. Telefonstøðin var í
Innistovu hjá Onnu og Mikkjali Joensen.
Jógvan, sonur teirra, fór norður á Kallin at
vita, um hann sá okkurt. Men har var einki.
Tað einasta, hann sá, var eitt russiskt sildaskip
á veg norður eftir í Djúpunum. Jógvan var tá
trúlovaður og bleiv seinni giftur við Gertrud,
dóttur Dánjal og systir Jóan Símun.
Báturin - hvítur við grønum stokkum og
við hvítum stýrhúsi – var seinast sæddur
mánadagin fyrrapartin um 11-tíðina. Tá kom
bátur úr Oyndarfirði, Guttabáturin, fram á
hann nærri Kalsoyarlandinum millum Kallin
og Funningsmúla.
Kallur stimaði tá eftir kýki. Seinni kom
Nevið Reyða fram á kík út fyri Líðarmunnan
á Kalsoynni norðan Blankskála, og ein var
funnin út fyri Húseiði.
Eisini komu teir fram á tvey línutrog
fyri Keldunum, og hildið var, at tey vóru
av saknaða bátinum. Nevið Reyða var tann
fyrsti bátur, sum leitaði í Djúpunum, har Kall
ur var sæddur seinastu ferð.
Lorvíksbáturin Sigatindur, sum kom av
sildaveiðu, hevði um 4 tíðina seinnapart
in sæð hesar kíkar norðanfyri Lorvík. Teir
undraðust yvir, hvørjir fremmandir menn,
ið kundu hava sett línu har á leiðini.
Háenni kom eisini fram á kík við ódrignari
línu hjá Kalli. Tað tyktist sum at teir høvdu
fingið enda og hava kanska ikki funnið hin
kíkin, so teir kundi draga frá hinum enda
num.
Í leitingini, fyristílað av verjuskipinum
»Vædderen«, luttóku fleiri skip og útróð
rarbátar. Thorshavn radio hevði alla tíðina
samband við førini og leiðbeindi tey. Millum
skip, ið leitaðu, vóru Víkingur, Pride, Stella
Maria, Lishøvdi, Nevið Reyða, verjuskipið
Ternan, norska bjargingarskipið Skomvær
II, Havnatindur og Pálsdrangur. Týsdagin
sendi »Vædderen« upp sína tyrlu. Flogfar
frá bretsku sjóverjuni, Coast Guard, tók lut
í leitingini.
Veðrið var gott, tá Syðradalsmenninir fóru
til útróðrar, men mánadag seinnapart um fýra
tíðina gjørdist vindur. Hildið verður ikki, at
tað kann hava verið av veðri, at báturin var
farin.
Christian hevði ánilsi
Solveig greiðir frá, at hon var komin úr Skúv
oy norður til Syðradals saman við mammu
síni. Hon og Henry skuldu giftast í næstu
framtíð, og tá er altíð nóg mikið at takast við
og at fyrireika.
Joen Símun og Henry vóru dupult systk
inabørn, páparnir vóru brøður og mammur
nar, sum vóru úr Lorvík, vóru systrar. Jóan
Símun skuldi vera formaður á Háenni henda
veturin og Henry hevði verið við Fuglberg.
Pápi Henry, Cristian, hevði ætlað sær við
hendan dagin, men Henry, sum sjálvur vildi
sleppa við, bað hann liggja heima at stinga
fliður til agn. Hetta dámdi Christiani einki.
Men mánamorgun fór hann í Knússdal
norðanfyri Syðradal at stinga fliður. Hann
fór tíðliga upp mánamorgunin. Men kom
in oman á bakkan, sá hann eitt so bjart ljós
omanfyri húsini, at hann ánaði, at her var
talan um varsil.
Út á fyrrapartin, klokkan hálvgum ell
ivu, kemur Chistian aftur í ringum skørum
og sigur, at hetta verður okkum ein ringur
dagur. Tað vísti seg eisini, at hann hevði stoytt
pøsina við fliðum til sjós aftur. “Her var einki
at stinga fliður til!”
Okkurt hevur hann kent á sær. Tað hevur
kanska eisini Henry gjørt. Tá ið hann fór
avstað, fór hann inn til systkinabarnið, Jóan
Símun, at geva tí lítla Edmundi eitt klemm.
Hann helt skemtiliga fyri, at “eg kenni meg
at eiga ein part í honum.”
Hann kom heilar tríggjar ferðir niðan
aftur til hús eftir onkrum, hann hevði gloymt,
seinast eftir eini lummalykt.
Seinni var Cristian so sera harmur um,
at hann kortini ikki var farin við. Hann vildi
heldur, at tað var hann, sum var farin, heldur
enn sonurin.
Hann hevði annars havt sínar royndir at
missa. Undan Henry hevði hann mist dótt
rina Cathrinu, sonin Johnri Sofus, tvey ára
gamlan, og aftur Jonri Sofus, uppkallaður
eftir beiggjanum, sum druknaði á Syðradali,
Miðvikan hjá Óla,
fær nú heitið Siðsøga...
Minningardagur teirra sjólátnu:
Dánjal Danielsen
Jóan Símun Danielsen
Henry Danielsen