hósdagur 31. oktober 2013síða 51
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 126 · 1. november 2013
15
VIKUSKIFTI
10 ára gamal. Eisini hevði hann mist konuna,
Andreu, árið frammanundan.
Pápi Christian og Dánjal, Jóan Símun, fekk
eisini ein óeydnuligan deyða. Í 1901 fekk hann
blóðeitran umborð á eini slupp undir Íslandi.
Viðgerðarmøguleikarnir vóru ringir tá í tíð
ini. Hann doyði og varð jarðaður í Tórshøfn
innast á Langanesi.
Stjúkpápin “sá” vanlukkuna
Elsa, sum var gift við Jóan Símun, var ættað
av Saltnesi. Tey vóru gift inn til verforeldrini
á Syðradali, men høvdu annars ætlan um at
byggja í Klaksvík. Elsa greiðir frá, at í fyrsta
umfari trúðu og vónaðu tey, at báturin hevði
fingið motorskaða, og at hetta var orsøkin
til seinkanina. Men henda vónin hvarv, tá ið
lutir vóru funnir av bátinum.
Elsa hevði eisini mist pápa sín, Edmund,
á sjónum, tá ið hon var 2 ára gomul. Hann
gekk burtur við Morning Star í september
1941 saman við beiggja sínum, Esbern, sum
var skipari.
Mamman giftist aftur við Mikkjal Johan
nesen av Saltnesi. Mikkjal hevði eisini evni
at “síggja”. Hann plagdi at vera kokkur, og
júst hesa tíðina var hann kokkur við línu
skipinum Hans Oliver Højgaard í Grønlandi á
saltfiskaveiðu. Salomon og Hans Karl, beiggj
ar Elsu, vóru eisini við.
Tá ið Mikkjal fær hesi vanlukkutíðindini
frá skiparanum, tá visti hann longu, hvat
ið var áfatt. Hann hevði nevniliga í dreymi
vanlukkunáttina sæð eitt russiskt sildaskip
sigla á Kall og kloyva hann. Mikkjal hevði
eisini í dreyminum sæð Jóan Símun í bátinum.
Hann hevði eisini kent ein stoyt inn í síðuna í
sama viðfangi, sum hann droymdi.
Mikkjal hevði eisini sæð navn og skipa
nummar í dreyminum, men tað hevði hann
gloymt, tá ið hann vaknaði.
Men so merkiligt var tað eisini, at kvøldið
fyri vanlukkudagin høvdu teir á Syðradali
sitið og tosað um øll hesi russisku sildaskip
ini á okkara leiðum og um vandan fyri, at tað
fór at enda galið onkran dagin.
Dánjal hevði annars siglt frá tí, hann var
14 ára gamal. Fyrsta túrin hevði hann for
vunnið 400 krónur, útgoldnar í gullpeningi.
Norðlýsið skrivaði, at hann var av raskastu
sjómonnum.
Hetta var sjálvsagt eisini ein serligur smeit
ur fyri, Sofíu, sum misti bæði mann og son.
So merkiligt kundi tað vera. Dánjal hevði siglt
alt kríggið við Bjørgvin hjá Julius á Syðradali
uttan at nakað var hent honum. Hann hevði
verið heilar 25 ferðir í Aberdeen. Ein túr tók
hann frí, og tá hevði eitt týskt flogfar verið
nærgangandi, og ein maður misti eygað.
Og nú skuldi Dánjal doyggja nærum út
fyri lendingini í heimbygdini.
Sunnudagin eftir varð hildin minningar
gudstænasta í kirkjuni á Húsum, sum var full
sett. Teir, sum talaðu, vóru Tummas Jacobsen,
prestur, og Henry Andreassen trúboðari.
Magnus Justesen, seinni Høgenni, úr
Norðdepli var hesa tíðina lærari í Húsa sókn.
Sama dag, sum teir vóru saknaðir, yrkti hann
sang um hendingina. Tað sæst ikki, at hann er
prentaður áður, men tað verður hann so nú.
Elsa flutti út í Saltnes við soninum eftir
vanlukkuna. Góð níggju ár seinni giftist hon
við Hákun Jacobsen, serliga kendur frá línu
skipunum Jógvan Norði.
Tey fingu trý børn saman. Sonur Elsu og
Jóan Símun, Edmund, eigur Jóan Símun Ed
mundsson, kendur frá fótbólti.
Solveig giftist seinni við Marvin Hansen,
ættaður úr Norðragøtu. Tey búgva í Klaks
vík.
Meira millum himmal og jørð...
Peter Jacob Sigvardssen hevur tvær frásagnir
í bókini Hin Heimurin, 1. bind, í sambandi við
hesa vanlukku.
Onnur frásøgnin er frá Onnu Saltá, sum
var gift við bróður Elsu. Hon greiðir m.a.
frá:
“Eg droymdi eina ferð Jóan Símun í fleiri
nætur. Tað tóktist, sum vildi hann hava
okkurt frá mær. Vit áttu tvær døtur, og í 1965
var eg aftur við barn. Eg sigi tá við mannin:
“Veitst tú hvat? Um vit nú fáa hetta barnið,
og tað verður ein drongur, so skal hann eita
Jóan Símun.” Vit fingu ein drong, og soleiðis
kom hann eisini at eita. Síðan tá havi eg ong
antíð droymt hann aftur. Hann gekk eftir
navninum.
Hin søgan er av Húsum:
Um hetta mundi sótu tvær konur á Húsum
og prátaðu í køkinum. Alt í einum hoyra tær
trý hvøll skot, so báðar hvøkka við. Hevði tá
onnur teirra á orði: “Nei, hatta var ikki nát
úrligt!” og vóru báðar sera illa við av hesum
løgna tilburði.
Tá ið hesar kvinnur frættu um vanlukkuna
var teimum greitt, at tær hoyrdu hesi skotini
í teirri løtu, Kallur fór av Syðradali.
Leivdir afturfunnar
Seinni vóru leivdir funnar aftur av bátinum.
Lorvíkingar høvdu frá báti sæð skrúvuaksilin
saman við stevninum av bátinum við Stóra
Tanga sunnanfyri Blankskála.
Hetta var fingið til Syðradals tann 3. juli
1976, júst á 70 ára føðingardegnum hjá Fíu,
konu Dánjal. Tað vóru Alfons, giftur við
yngstu systir Henry, og Obert, yngsti beiggi
Henry, sum vóru farnir eftir hesum.
Um eitt ár seinni funnu brøðurnir, Marius
og Kristin Vilhelmsen, systursynir Henry, í
sama stað aðrar lutir frá bátinum sum knívar
og ta brotnu kumpassina.
Seinni varð motorurin eisini funnin beint
norðanfyri Stóra Tanga.
Smeitur fyri Syðradal
Elsa heldur saman við øðrum, at henda van
lukkan gjørdi sítt til at taka grundarlagi undan
Syðradal sum rættilig bygd. Fólkatalið hevði í
mong ár verið støðugt. Í 1955 var tað komið
uppá 70. Í 1960 var tað 58. Í 1966 var tað 41
og í 1970 var tað 31. Í dag eru 4 fólk i einum
húsi, sum eru fastbúgvandi á Syðradali.
Skal at enda takka heimildarfólkini Jóg
van Joensen, Solveig Hansen, Elsu Jacobsen
og Kristin Vilhelmsen. Uttan tey hevði henda
søga ikki verið skrivað.
Komandi partur:
Í komandi parti verður greitt frá um húsaskonnartini
Marionnu og øðrum vanlukkum í Kalsoynni.
Daniel, Jóan Símun og Henry
í Hoygarðinum á Syðradali
“Harrans friður verður
við minni tykkara”.
Lag: Hvo ikkun lade Herren råde.
Hvør veit á morgunstund at siga,
hvar hann á kvøldi gista skal,
ei nakað ýti er at miða,
ei kanst tú seta nakað tal.
Nei, deyðin ei at tonnum sær,
so mangur bráan deyða fær.
So fróðir garpar tríggir stevndu
við “Kallur” út á fiskileið,
á myrku nátt – teir línu egndu,
í dýrdarveðri drála ei.
Teir løgdu út á villa hav,
tá sólin gingin var í kav.
Á morgni árla teir sær skunda,
at draga fongin inn um borð.
Tey heima eftir teimum stunda,
her fall so mangt eitt bønarorð.
Tí veðrið ótlaði so skjótt,
sum vildi tað at teimum hótt.
Her heima sita øll og tráa.
Gud gævi Kallur aftur kom.
Ei kundu teir at landi náa,
tey mistu faðir mann og son.
Vit tríggjar vinir mistu her,
øll sorgarboð os deyðin ber.
Frá landi legði mong ein skúta,
at hjálpa teim úr havsins neyð,
men mansins megd mátti lúta.
Tí havið tók og teimum beyð
at bera sorgarboð í havn,
teir sukku djúpt í havsins favn.
Vár kæri Himnafaðir sterki,
ver teirra troyst í sváru sorg.
Tú eina ræður hvørjum verki,
og leiðir tíni heim í borg.
Har einans gleðisongur er,
har eingin sorg i barmi ber.
Húsar, hin 23. september 1963
Ein vinur
Magnus Justesen, lærari
Minningarhaldið 1. november
2003 á Syðradali.
Jákup Eli Østerø talar
Syðradalur umleið 1960