hósdagur 31. oktober 2013síða 52
Tekstur á síðuni
nr. 126 · 1. november 2013
Í ranga
strúpan
Undansýning av
Malmros-filmi
Mikukvøldið verður undanfrumsýningin av filminum
Sorg og Glæde í Havnar Bio. Hetta er nýggi filmurin
hjá Nils Malmros, sum snýr seg um hendingina, tá
ið kona hansara í einari psykosu drap dóttir teirra.
Spenningur er stórur til hendan filmin, sum Malmros
hevur kallað tann týdningarmesta í sínari karrieru.
Sorg og Glæde
Havnar Bio
Mikukvøldið 6/11 kl. 20.00
Sjúka fekk hann
at mála
Jógvan Telling er kendur úr tónleikinum, men álvarsliga sjúkan,
honum var fyri tíðliga í nítiárunum, tók førleikan frá honum at
spæla á ljóðføri. Millum avleiðingarnar av sjúkuni gjørdist hann
lamin í høgra armi og høgru hond. Men Jógvan vildi ikki gevast
á hendur, tó at høgri armur og hond ikki longur vildu tað, sum
hann vildi. Hann fór at mála við akryl-og oljumáling, og fyri
2-3 árum síðan hevði hann sína fyrstu framsýning í Smiðjuni
í Lítluvík. Fríggjadagin letur hann nýggja framsýning upp í
Smiðjuni í Lítluvík við umleið 30-40 forvitnisligum og litríkum
málningum.
Jógvan Telling
Smiðjan í Lítluvík í Havn
Frá 1/11 til 7/11
Fimleikafagnaður
Um vikuskiftið verður fimleikur á skránni í Norðurlandahúsinum.
Árligi fimleikafagnaðurin verður leygardagin og sunnudagin.
Í Fimleikafagnaðinum hava fimleikafeløgini høvi at lýsa eitt evni við
fimleiki, rørslu, ljósi og ljóði við allari breiddini. Fimleikafeløgini hava
100 luttakarar í part.
Fimleikafagnaður 2013
Norðurlandahúsið í Havn
Leygardagin 2/11 & Sunnudagin 3/11
Kvartett hevur
útgávukonsert
Leygardagin kemur nýggja fløgan hjá Kvartettini í
Betesda út, og í tí sambandi verður útgávukonsert.
Kvartettin fer at syngja sangir av nýggju útgávuni, sum
er upptikin í Nashville. Eisini luttekur bólkurin Zamar.
Kvartettin í Betesda
Badmintonhøllin í Klaksvík
Leygarkvøldið 2/11 kl. 21.00
Lær teg at søkja stuðul
Týsdagin verður tiltak í Norðurlandahúsinum, har fólk kunnu fáa kunning
um at søkja norðurlendskan stuðul. Tað eru Kulturkontakt Nord og Nordisk
Kultur Fond, ið umsita nógvar
stuðulsmilliónir, ið greiða frá.
Kunningartiltak um
norðurlendskan stuðul
Norðurlandahúsið í Havn
Týsdagin 5/11 kl. 19.00
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
- Vit hava fingið
Føroyaleti. Tað merkir,
at tú orkar ikki meira. Vit hava
malið so leingi í hesum, at tú
koyrir tað yvir á øll møgulig
onnur ting, so tú at enda verður
troytt av øllum. Nú hava vit
brúk fyri luftforandringi.
Rakul Dalsgaard, nú hon og
maðurin flyta úr Fámara
- Nú vita øll, at vit eru til
Leif Sørensen, kokkur á Hotel Føroyum,
eftir at Hotel Føroyar valt til besta stað
í ríkinum at gista í og eta á.
Spæla teir bridge?
Real Madrid við góðum kortum
In.fo
Samstundis?
Fýra lið kunnu leggja seg á odda
In.fo
Ikki inn gjøgnum vindeyguni
Lagt verður aftrat, at fólk, sum hava
áhuga fyri at síggja flotta barnagarðin,
skulu fara inn gjøgnum høvuðsdyrnar
Vikublaðið
Hvat ætla løgregla og RFF?
Bilførarar skulu ikki føla seg tryggar
In.fo
Ruddið forsíðuna!
Tríggir flokkar á Fróðskaparsetrinum
sita fastir í Kastrup.
vp.fo
Stuldur skapar tryggleika
Hesa seinastu tíðina eru fleiri ting stolin í Vági
– millum annað 15 stampar og annað. So tað
er ikki frítt, at fólk í býnum føla ein ávísan
tryggleika í hesum døgum og á náttartíð.
Portal.fo