mánadagur 4. november 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 172
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
skattapolitikkur
Ingolf S. Olsen
Anna Sofía er næstan full
gingin við fyrsta barninum,
og hon og Høgni eru júst flutt
í nýggj, snotulig hús í Sørvági
við góðum útsýni út á vágna.
Inni er sera hugnaligt. Har er
snøgt og stílreint, men uttan
at vera prangandi. Uttanfyri
stendur ein svartur Citroën
C5 stationcar.
Ein ung, eydnurík familja
við lívinum framman fyri
sær, sum er væl fyri, men
sum á ongan hátt roynir at
hevja seg upp um føroysku
meðalfamiljuna í lívsstíli.
Hóast tey óivað hava ráð
til tað, um ikki so góð ráð,
sum rættiliga nógv onnur
halda tey hava.
Tí Høgni er DIS’ari. Hann
siglir sum yvirstýrimaður við
danska offshore-reiðarínum
Esvagt, og fær í næstum up
pstigað pappírini, so hann
kann mynstra sum skipsfør
ari.
Skilir atfinningar
Lønin er góð, og hon verður
betri, um hann fær allar
strípurnar á ermuna og fær
skip at føra.
Og so rindar hann ikki
skatt. Ella tað halda í øllum
førum nógv fólk, at hann ikki
ger, tí skatturin kemur ikki í
føroyska landskassan og enn
minni í kommunukassan.
Tískil eru tað eisini mong, ið
halda, at Høgni nassar upp
skattafíggjaðu tænasturnar
her heima.
– Eg skilji heilt óluksáliga
væl, at nógv fólk hugsa so,
og ákærurnar eru heldur
ikki heilt skeivar. Eg rindi
runt roknað trý prosent
av míni inntøku til ymisk
sosial gjøld í Føroyum, eitt
nú til Heilsutrygd, Barsils
grunnin og Arbeiðsmarknað
areftirlønargrunnin.
Men
annars
sleppi
eg
uttan
kostnað, sjálvt um eg havi
brúk fyri somu almennu
tænastunum sum øll onnur.
Um alt gongur væl, verður
til dømis ikki leingi, áðrenn
vit fáa brúk fyri einum
kommunalum
dagstovna
plássi, sigur Høgni.
Men kortini nívir tað,
tá atfinningarnar verða ov
persónligar, og tað verða tær
ov ofta.
Prikini pína
– Tað botnar oftast í fávitsku.
Nógv halda, at vit bara sleppa
undan at gjalda skatt. Men
DIS er ein nettolønarskipan,
har reiðaríið fær skattin sum
almennan stuðul. Stóð tað
til mín, vildi eg heldur enn
fegin, at skatturin fór til land
og kommunu í Føroyum, men
eg havi hvørki gjørt ella biðið
um skipanina, og fái tíans
heldur onki gjørt við hana,
staðfestir Høgni.
Anna Sofía sigur, at hon
eisini ofta verður prikað við,
at maðurin er DIS’ari.
– Tað eru viðmerkingar,
sum “tað mátti ikki veri
neyðugt hjá tær at arbeitt,
tí maður tín er DIS’ari og
sleppur undan at gjalda
skatt”. Nógv verður bara sagt
í skemti, men ofta er álvari tó
aftanfyri. Eg skilji væl, at fólk
halda, at øll eiga at gjalda
fyri almennu tænasturnar,
og tað haldi eg eisini sjálv.
Men tað er særandi at fáa
býttisligar viðmerkingar frá
fólki, um at vit snúlta. Tey
flestu siga tílíkt, tí tey vita
ikki betri, men rein øvund
er ikki óvanlig. Øvundin
rakar øll, sum eru undir øðr
um
skattaskipanum
enn
tí føroysku, og sum tískil
kanska sleppa eitt sindur
bíligari. Men eg haldi, at tey,
sum eru óð um hetta, eiga at
slappa av og í øllum førum
fara eftir bóltinum heldur
enn manninum, sigur hon.
Anna Sofía arbeiðir á
ellis- og røktarheiminum á
Sýnini í Miðvági, men hevur
barsilsfarlovyi nú.
-– Eg gjaldi skatt sum øll
onnur, tá eg arbeiði, so tað
kann vera irriterandi at lurta
eftir, um eg skal hoyra ov
nógv fyri, at Hgni er DIS’ari,
sigur hon.
Ringt at broyta DIS
Høgni heldur tað vera eitt
gott hugskot, at landsstýris
maðurin í fíggjarmálum nú
roynir at fáa broytt norð
urlendsku
millumlanda
skattaavtalurnar, men vænt
ar, at tað verður meira enn
trupult at gera broytingar í
DIS-skipanini til frama fyri
føroyska
landskassan
og
kommunukassarnar.
– Øll hugsanin aftanfyri
DIS er, at donsku reiðaríini
skulu fáa manningaskattin
sum ein beinleiðis stuðul.
Har er neyvan nakað at koma
eftir hjá Jørgeni, men kanska
hevur hann størri møguleika
við
hinum
skipanunum.
Eydnast tað honum at fáa
nakrar skattakrónur heim
frá føroyingum, sum sigla
ella arbeiða uttanlands, so
haldi eg, at pengarnir fyrst
og fremst skulu koma komm
ununum til góðar, tí tær
missa mest av verandi støðu,
sigur hann.
Ofta hava røddir verið
frammi um eisini at krevja
skatt her heima frá før
oyingum, sum sigla undir
DIS ella øðrum nettolønar
skipanum, ella leggja onnur
eyka gjøld á teir. Men hesum
er Høgni Davidsen staðiliga
ímóti.
Fólk rýma
– Vit gjalda jú óbeinleiðis
skatt til reiðaríið, so tað er
skeivt, tá tað ofta verður
sagt, at vit heilt sleppa undan
at gjalda nakað. Eg haldi tað
vera í fínasta lagi, at eg skal
rinda hasi trý prosentini
av lønini fyri sosial gjøld í
Føroyum, og eg persónliga
hevði kanska eisini klárað
at goldið eitt sindur meira.
Men nógvir klára tað ikki, tí
teir og teirra familjur hava
lagt alt lívið til rættis eftir
verandi skipan. So eitt er
heilt sikkurt, at er ætlanin
at dupultskatta DIS’ararnar,
so rýmir meginparturin av
teimum av landinum, slær
hann fast.
Hann vísir eisini á, at DIS-
skipanin í onkrum førum
Føroyingar, ið arbeiða og rinda skatt uttanlands, fáa ofta ákoyringar fyri hetta, tá teir eru heima. Høgni
Davidsen er DIS’ari, og bæði hann og konan Anna Sofía Næs fáa javnan at vita, at tey snúlta upp á
onnur. Tey skilja væl, at fólk halda skipanina vera órættvísa, men halda tað hinvegin verða skeivt, at
tey persónliga skulu standa til svars fyri eini skattaskipan, ið tey hvørki hava gjørt ella biðið um.
Ákoyringar ní