Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 172 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 skattapolitikkur Ingolf S. Olsen Jørgen Niclasen fekk tað, hann í fyrstu syftu fór eft­ir, tá hann hósdagin hitti hinar norðurlendsku fígg jarmálaráðharrarnar í Oslo - hann fekk nevni­ liga sett kjakið um óhepnu avleiðingarnar av norð­ur­ lendsku tvískatta­avtaluni á dagsskrá. – Tað er ongin loyna, at málið er, at vit skulu fáa meira inn í skatti frá teimum nógvu føroyingunum, sum arbeiða uttanlands. Tað gerst ikki eftir einum degi, og fyrsta stigið var at fáa hini norðurlondini við upp á yvirhøvur at viðgera av­ leiðingarnar av avtalunum, og tað eydnaðist, sigur Jørgen Niclasen. Norðurlendsku fíggjar­ málaráðharrarnir samtyktu, at ein greining skal gerast til tess at lýsa trupulleikan. Dagin eftir fundin í Oslo hevði Jørgen Niclasen so aftur ein fund við íslendska starvsbróður sín, Bjarna Bena­dikts­son, sum er nýggjur formaður í norðurlendska ráðharraráðnum, um málið. Hesin fundurin varð hildin í Gásadali. Jørgen Niclasen hevði nevniliga boðið Bjarna Benadiktsson til Føroya sum gest á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum um viku­ skiftið. Jørgen Niclasen letur eisini væl at hesum fund­in­ um, tó at onki meira ítøki­ ligt spurdist burtur úr. Í samrøðu við Rás2 eftir fund­in var íslendski fíggjar­ málaráðharrin sera varin og gav ongi lyfti. Hann segði, at fyrsta uppgávan var at fáa fleiri hagtøl og upplýsingar til vega, áðrenn støða kundi takast til nakað sum helst. Tvíeggjað svørð Tvískattaavtalurnar eru tví­ eggjað svørð, og broytingar til tað góða í dag kunnu vísa seg at vera av tí ringa í morgin. Hetta er føroyski fíggjar­málaráðharrin full­ greiður yvir. – Vit kunnu koma í ta støðu, til dømis um vit skjótt finna olju, at útlendingar tysja til Føroya at arbeiða og við verandi skipan rinda nógvan skatt her. Bara roynd­arboriholini higartil hava givið millum 10 og 25 milli­ónir krónur hvørt í inn­ tøkuskatti. Men sum støð­ an er nú, so arbeiða 1500 før­oyingar uttanlands og rinda meginpartin av skatt­ inum har, meðan ógvuliga lítið aftur ímóti kemur henda vegin – umleið 600 út­lendingar arbeiddu í stutt­ um tíðarskeiðum í Føroyum í fjør og løgdu góðar 20 milli­ónir krónur eftir seg í skatti. Hesin ójavnin er ein stórur trupulleiki, sum eg vil royna at gera okkurt við, og kynstrið er so at gera eina góða avtalu, sum í best møguligan mun tekur hædd fyri ymsu støðunum, sigur hann. Tað er altíð trupult at pilka við og broyta slík­ar avtalur. Seks lond eru við í norðurlendsku tví­skatta­ avtaluni, og tey skulu semjast um tað, um broytingar skulu gerast. Jørgen Niclasen vísir tó á, at tað er hent fyrr, at ser­avtalur um skatt millum norðurlond eru gjørdar, hóast tvískattaavtalan er har, og nevnir eina avtalu mill­um Keypmannahavn og Malm­ø sum dømi. – Har gera partarnir eitt býti, uttan at meginreglan um, at skatturin verður rind­aður, har arbeitt verður, verður brotin. Hinvegin hava vit serligar reglur fyri okk­ara fiskmenn við eitt nú norskum skipum. Teir rinda skatt í Føroyum, sjálvt um meginreglan í tví­ skatta­avtaluni altso sigur, at skatturin skal rindast, har tú arbeiðir, og ikki har tú býrt, sigur hann. Vælferðarsamleiki Men hann brúkar eisini argu­ mentir, sum onkur kanska vil skýra kensluborin, fyri at gera norðurlendsku tví­ skattaavtaluna meira liðiliga. Fíggjarmálaráðharrin ætlar nevniliga at apperlera til felags norðurlendska samleikan, tá hann fer at tala fyri broytingum. – Tá umboð fyri norður­ lond eru í øðrum pørtum av heiminum, so verður reyp­ að av norðurlendska væl­ ferðarmodellinum – ikki av tí danska, svenska, norska, íslendska ella tí finska, men av tí norðurlendska. Vit eru eisini ein partur av norðurlondunum, og norðurlendska vælferðar­ samfelagið er skattafíggjað. Trupulleikin er bara, at dupultskattaavtalan í ver­ andi líki skarvar so nógv av okkara skattagrundarlagi, at vit illa hava ráð at varveita hetta vælferðarsamfelagið. Hetta er ein veruleiki, sum eg royni at fáa hinar fíggjar­ málaráðharrarnar og stjórnir teirra at skilja og kenna felags ábyrgd av, greiðir Jørgen Niclasen frá. Tað skal loysa seg Í dag rinda føroyingar, sum arbeiða í Noregi 5-10 prosent minni í skatti, enn tey vildu gjørt, um tey arbeiddu her. Hvør skattastigi so skal brúk­ ast, um tað skuldi eydnast sleppa at krevja henda skattin inn í Føroyum, hevur fíggjarmálaráðharrin ikki nakað svar upp á enn, men hann roknar við, at hildið verður fast um meginregluna at skatturin skal rindast, har inntøkan er forvunnin. – Tí verður helst talan um at býta skattin. Men koma vit har til, so finna vit eisini eina loysn á hasum spurninginum. Okkara motto er, at tað skal loysa seg at arbeiða, og tað skal eisini loysa seg at arbeiða í útlandinum og búgva her, sigur Jørgen Niclasen. Alt ber til Ingolf S. Olsen Løgfrøðiliga ber tað til at gera broytingar í norðurlendsku tví­ skatta­avtaluni, og tað kann gerast upp á fleiri mátar. Tað sigur Jákup Eyð­ finn Kjærbo, leiðandi løg­frøðingur hjá Taks. – Grønland kom ong­ an­tíð við í felags norð­ ur­lendsku tví­skatta­av­ taluna, tí tey hildu tað verða ov dýrt fyri Grøn­ land. Vit kunnu sjálv­ andi eisini bara fara burt­ur úr aftur felags norð­urlendsku avtaluni og gera millumlanda avtalu við hvørt landið sær í staðin, sigur hann, men vísir á, at tað eisini finnast aðrir og minni víttgangandi mátar. – Vit kunnu royna at sleppa at samráðast av nýggjum um onkrar ásetingar, ella gera ser­ avtalur. Fordømi er um tað við sonevndu “G ræ n s e ­gæ n g e n d e aftale”, sum Svøríki og Dan­mark gjørdu sína­ millum í sambandi við arbeiðsmegina, sum hvønn dag ferð­ast mill­ um Svøríki og Dan­mark um Oyra­sund. – Ein annar møguleiki er at royna at broyta linkingarháttin frá ek­ stemption til kreditt. Við ekstemption-hátt­in­ um geva vit skatt­ingar­ rættin frá okkum, men við kredittháttinum kunnu vit fáa munin, um skatturin í landinum, har arbeitt verður, er lægri enn her, sigur Ják­ up Eyðfinn Kjærbo. Hann er tó varin við at koma við ítøki­ lig­um ráðum um, hvat hann heldur, at fíggjar­ málaráðharrin skal fara eftir. – Tað er ilt at siga, tí tað kann ganga báðar vegir. Tað sum er ein fyrimunur í dag, er ikki neyðturviliga eisini ein fyrimunur í morgin, stað­festir leiðandi løg­ frøðingurin hjá Taks. hóast alt er til fyrimuns fyri føroysku kassarnar. – Eg rindi barsilsgjald í Føroyum, men tá eg í næstum fari í bar­sils­far­ loyvi, verður tað Esbjerg Kommuna, ið rindar fyri tað. Eg fái nevniliga løn frá reiðarínum í barsilstíðini, og danska skipanin er so­leiðis, at reiðaríið fær hesar pengarnar endur­ rind­aðar frá heim­staðar­ kommununi hjá reiða­ rínum, sum í hesum før­in­um er Esbjerg. Eisini fái eg danskan rentustuðul til nýggju húsini, greiðir Høgni Davidsen frá. Jørgen vil hava skattin heim Fíggjarmálaráðharrin appelerar til ta felags norðurlendsku samleikakensluna í síni roynd awat fáa størri lut í skattinum hjá teimum 1500 føroyingunum, ið arbeiða uttanfyri landoddarnar – teir allar flestu arbeiða ella sigla í hinum norðurlondunum. íva Um fáar dagar er Anna Sofía fullgingin og skal eiga. Tað gleða tey seg til, men tá fáa tey eisini brúk fyri fleiri kommunalum tænastum, eitt nú dagstovnaplássi, tá barsilstíðin er av. – Vit fáa nógv prik um snúltarí, sum er, og okkurt man eisini fara at koma tá, heldur Anna Sofía, sum tó flennir at tí mesta, ið sagt verður, tí nógv verður sagt í skemti. Men onkrar viðmerkingar eru tó særandi og níva Mynd: Álvur Haraldsen Henda samrøðan varð gjørd miku­ dagin, og í gjár­ kvøldið átti Anna Sofía Næs eina væl­ skapta gentu á føði­ deildini á Lands­ sjúkra­húsinum. Sambært tølunum hjá fíggjar­mála­ráð­harranum forvunnu føroyingar til samans 750 milliónir krónur uttanlands í fjør. Av hesum rindaðu teir bert 70 milliónir krónur í skatti í Føroyum. Um teir vórðu skattaðir sum vanligir løntakarar á landi í Føroyum, hevði skattainntøkan frá teimum verið umleið 250 milliónir krónur. Munurin – skattamissurin – er 180 milliónir krónur. Útlendingar, sum arbeiddu í Føroyum í stutt tíðarskeið í fjør, rindaðu til samanberingar 22 milliónir krónur í skatti her. Jørgen Niclasen vissar um, at hann ikki ætlar at knokkroyta nakran, um tað eydnast at sleppa at krevja skattin inn í Føroyum av føroyskum inntøkum í hinum norðurlondunum. – Tað skal loysa seg at arbeiða, og tað skal eisini loysa seg at arbeiða í útlandinum og búgva her, sigur hann ➜