mánadagur 4. november 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 172
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tvískattaavtalurnar
skulu
tryggja, at ongin inntøka
verður skattað meira enn
einaferð, tá løntakarin fer i
annað land at arbeiða.
Í Føroyum hava vit í út
gangsstøðinum tað, ið verður
nevnt
globalmeginreglan.
Hon fyriskrivar, at persónar,
sum eru skattskyldugir í Før
oyum, skulu geva alla sína
skattskyldugu inntøku upp
í Føroyum, sama um hon er
forvunnin í Føroyum ella
uttanlands.
Er skattur frammanundan
eisini goldin í landinum, har
arbeitt verður, verður hesin
so mótroknaður í endaligu
uppgerðini í Føroyum, um
londini bæði hava gjørt eina
tvískattaavtalu.
Mótrokningin – linkingin
– verður gjørd á tann hátt,
at frádráttur verður latin í
føroyska skattinum.
Hetta verður í høvuðs
heitum gjørt eftir tveimum
ymiskum hættum – kreditt
háttinum ella eksemption
háttinum.
Kreditthátturin
Eftir kredittháttinum verður
øll inntøkan, sama um hon
er forvunnin í Føroyum ella
uttanlands, tald við í føroysku
skattauppgerðini. Skatturin
verður so útroknaður eftir
føroysku
satsunum,
men
síðani verður skatturin, sum
í krónum og oyrum er goldin
uttanlands, drigin frá aftur.
Hetta merkir, at um føroysai
skattaprosentið
er
hægri
enn í hinum landinum, so
verður munurin kravdur inn
í Føroyum – og øvugt.
Kreditthátturin
verður
millum annað nýttur í tví
skattasáttmálanum millum
Føroyar og Grønland.
Í norðurlendska tvískatta
sáttmálanum, har Føroyar
eru við sum partur av danska
ríkinum, men ikki Grønland,
er ásett, at Føroyar skulu
nýta eksemption-háttin. Hini
sáttmálalondini eru Ísland,
Noreg, Svøríki og Finnland.
Eksemptionhátturin
Eftir eksemptionháttinum
verður roknað á sama hátt
sum eftir kredittháttinum,
men her verður føroyska
skattavirðið av útlendsku
inntøkuni drigið frá í endaliga
roknistykkinum, sama hvat
í veruleikanum er goldið í
skatti í hinum landinum.
Hetta er orsøkin til, at til
dømis føroyingar, sum ar
beiða í Noregi, sleppa bílig
ari í skatti enn her. Noreg
hevur
nevniliga
lægri
skatt enn Føroyar, og eftir
eksemptionháttinum verð
ur atlit ikki tikið til munin,
tá mótroknað verður. Varð
kreditthátturin
hinvegin
nýttur her, so skuldu føroy
ingar, ið arbeiða í Noregi,
rinda munin millum før
oyska og norska skattin í
Føroyum.
Í
døminum
niðanfyri,
sum VInnuhúsið hevur gjørt,
sæst týðuliga, hvørja ávirkan
lægri norski skatturin sam
an
við
eksemption-mót
rokningarháttinum hevur á
nettolønina hjá føroyingum,
ið arbeiða í Noregi:
skattapolitikkur
Ingolf S. Olsen
Alt eftir, hvussu ógvusliga
ella varisliga tølini verða
sett upp, so missa vit onku
staðni millum 200 og 180
milliónir krónur um árið
í skattainntøkum av før
oyingum, sum arbeiða utt
anlands.
Land og kommunur býta
skattin
nøknlunda
helvt
um helvt, so hetta merkir, at
missurin hjá kommununum
er millum 90 og 100 milliónir
krónur. Og hetta merkist.
– Tað er so einfalt, at
mangla 100 milliónir krónur
í
hjá
kommununum,
so
mugu tær klára seg við tí
minni, tí tær hava ikki aðrar
inntøkukeldur. Tí er tað eisini
greitt, at fáa kommunurnar
ikki fleiri inntøkur, verður
avleiðingin annaðhvørt, at
skatturin má upp, ella at
tænasturnar í støðugt størri
mun mugu fíggjast við brúk
aragjøldum – ella í triðja
lagi, at tænasturnar bara
versna munandi, sigur Eyðun
Christiansen, aðalskrivari í
Kommunusamskipan Føroya,
KSF, og greiðir nærri frá:
– Kommunurnar hava
bert inntøkuskattin at dúva
uppá. Tí rakar tað tær ser
liga hart, tá ið alsamt fleiri
borgarar
forvinna
sínar
pengar uttanlands og gjalda
skatt har. Landið hinvegin
fær hóast alt ágóðan av
vaksandi
mvg-inntøkum,
punktgjøldum og øðrum.
Eisini síggja vit, at landið
skrivar út aðrar skattir til
dømis á alivinnuna og á
makrel- og sildafiskiskapin,
men inntøkurnar frá hesum
fara allar í landskassan og
koma ikki kommununum til
góðar.
Steinur omaná byrðu
Eyðun Christiansen vónar,
at tað fer at eydnast fíggjar
málaráðharranum
at
fáa
skattin heim, sum føroyingar
rinda uttanlands, ella í øllum
førum ein part av honum.
Tí heldur verandi gongd
fram, so fer tað av álvara at
merkjast.
– Samlaði kommunuskatt
urin er umleið 1,4 milliardir
krónur, so góðar 100 milliónir
krónur muna nógv. Tað
er tíverri eisini soleiðis, at
tær
kommunurnar,
sum
frammanundan eru ringast
fyri, missa mest, sigur hann.
Kommunurnar, sum eru
ringast fyri í hesum høpi,
eru tær við teimum óstøðugu
og lágu inntøkunum. Ofta
eru hetta kommunur í út
jaðaranum
og
annars
smáar kommunur við fáum
almennum arbeiðsplássum.
Tær stóru kommunurnar og
serliga tær í miðstaðarøkinum
eru betri fyri, tí her eru fleiri
almenn arbeiðspláss og eisini
fleiri vælútbúgvin fólk við
høgum lønum.
–
Tær
verri
stillaðu
kommunurnar
eru
eisini
tær
við
lutfalsliga
flest
fiskimonnum, og tí verða
tær eisini harðari raktar
av
sjómannafrádráttinum
enn tær størru, so hjá teim
um peikar tað mesta skeiva
vegin, staðfestir KSF-aðal
skrivarin.
Landið rindar munin
Hann
fegnast
um,
at
Jørgen Niclasen lovar, at
kommunurnar undir øllum
umstøðum verða hildnar
skaðaleysar
fyri
mistum
skattainntøkum,
tá
tær
taka yvir eldraøkið, ætlandi
1. januar 2015, men ivast í,
um tann loysnin einsamøll
verður gagnlig í longdini.
– Tað er gott, at komm
unurnar
verða
kompen
seraðar fyri mistar skatta
inntøkur, men í samlaða
roknistykkinum snýr tann
loysnin seg jú bara um at
flyta pengarnar úr einum al
mennum kassa og í ein annan.
Við tí loysnini verður minni
av pengum hjá landinum
at arbeiða við, og tað kann
í seinasta enda aftur ganga
út yvir kommunurnar. Tí er
tað okkara ynski, at sjálvur
trupulleikin við skattingini
uttanlands verður loystur
ella
munandi
bøttur,
so
samlaðu skattainntøkurnar
verða tað størri, sigur Eyðun
Christiansen.
Mugu ikki revsa
Eisini hann ávarar tó ímóti at
gera ógvuslig skattlig inntriv
í skattin hjá teimum, sum
arbeiða uttanlands.
KSF: Avleiðingin
er hægri skattur
ella brúkaragjøld
Tað eru kommunurnar, ið merkja harðasta sviðan av vantandi skattainntøkunum
frá føroyingum, ið arbeiða uttanlands. Fáa kommunurnar ikki fleiri
inntøkur, má skatturin upp, ella mugu tænasturnar í størri mun fíggjast við
brúkaragjaldi, heldur aðalskrivarin í Kommunusamskipan Føroya.
Eyðun Christiansen,
aðarskrivari í
Kommunusamskipan Føroya:
- Skattamissurin orsaka av
arbeiði uttanlands er ymiskur
frá kommunu til kommunu.
Í kommununum við nógvum
sjómonnum ella fólki, sum
arbeiðir á landi uttanlands,
tykist gongdin vera, at tey
rekruttera hvønn annan,
so støðugt fleiri fara at
arbeiða uttanlands har. Tískil
minkar skattagrundarlagið
í teimum kommununum ár
undan ári. Ein møguleiki at
tryggja kommununum aðrar
inntøkur er, at kommunurnar
eisini fáa lut í øðrum enn
bert persónsskattinum,
til dømis í tilfeingisskatti
ella mvg-inntøkum
FAKTA: Mótrokningin er ymisk
Arbeiði
í
Noregi:
Mánaðarløn
25.000
29.167
33.33
23a45r6786979:al68;øl<
5.844
7.288
8.732
?@476@A:r
19.156
21.878
24.601
Arbeiði
í
Føroyum:
Mánaðarløn
25.000
29.167
33.333
23a45r6786979:al68;øl<
9.754
11.622
13.494
?@476@A:r
15.246
17.544
19.839
33.333
– Tað er væl møguligt, at verandi skattaavtala millum
Norðurlondini verður broytt, sigur Bjarni Benadiktsson,
íslendskur fíggjarmálaráðharri og formaður í norðurlendska
ráðharraráðnum. Fríggjadagin fundaðist hann við
Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, sum
vil hava norðurlendsku tvískattaavtaluna broytta