mánadagur 4. november 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 172
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
skattapolitikkur
Ingolf S. Olsen
Marita Rasmussen, stjóri í
Vinnuhúsinum, er ikki í iva
um, hvat við tíðini fer at
henda, um onki verður gjørt
við
verandi
skattastøðu,
har nú 1500 føroyingar, sum
arbeiða
uttanlands,
lítið
og onki rinda í skatti í Før
oyum.
– Tað er reinur logikkur,
at annaðhvørt mugu vit
skerja almennu tænasturnar
munandi, ella mugu tey, sum
frammanundan rinda skatt
her, gjalda uppaftur meira,
slær hon fast.
– Tey flestu av okk
um vilja jú hava eitt væl
ferðarsamfelag, sum tað vit
nú hava – ella kanska eitt
við enn betri tænastum –
og samstundis vita øll, at
tað er dýrt at reka tað, tí við
einum
vælferðarsamfelag
fylgir ein dýrur almennur
sektorur.
Fortreytin
fyri
øllum hesum er, at vit
mugu arbeiða nógv og rinda
lutfalsliga nógv í skatti fyri
yvirhøvur at kunna fíggja
vælferðarsamfelagið.
Og
her er tað so, at trupulleikin
uppstendur, tá ein so stórur
partur av arbeiðsstyrkini,
sum talan er um hjá okkum,
ikki rindar skatt her, sigur
Marita Rasmussen.
Góðir førleikar
Eitt eru yvirskipaðu sam
felagsavleiðingarnar av eini
skipan, ið skeiklar skatta
inntøkurnar her á landi,
annað er atlitið til vinnuna,
hvørs søk hon sum stjóri í
arbeiðsgevarasamtakinum
Vinnuhúsinum er sett til at
tala.
– Vit eru fult út kappingar
før við grannalondini, tá tað
kemur til førleikar – tí eru
føroyingar so nógv eftir
spurdir aðra staðir – og vit
eru í flestu førum eisini
kappingarfør, tá tað kemur
til
minimumslønirnar
á
arbeiðsmarknaðinum. Men
alt hetta verður kollrent av
eini skattaskipan, sum ikki
er kappingarfør. Og úrslitið
er, at vit eksportera okkara
arbeiðsmegi.
Samstundis
forðar okkara egna lóggáva
okkum at taka útlendska
arbeiðsmegi uttanfyri norð
urlondini inn í staðin fyri.
– Í løtuni er tað serliga
trotið á hondverkarum, ið
er trupulleikin. Ein stórur
partur av teimum arbeiðir
uttanlands, og avleiðingin
er, at vit mangla hesar før
leikarnar,
tá
teir
skulu
brúkast til verkætlanir er
heima. Við tíðini er sjálvsagt
vandi fyri, at hesir førleikar
hvørva
heilt,
staðfestir
Marita Rasmussen og leggur
afturat:
– Tað kann vera, at vit fara
at hava tað trupult við at
kappast við norsku lønirnar,
men fyrsta fortreytin fyri
yvirhøvur at royna at kappast
er, at okkara skattaskipan er
kappingarfør.
Lágur norskur skattur
Tað er serliga Noreg, ið elvir
til høvuðbrýggj hjá føroysku
hondverkaravinnuni, tí tað
er haðar, hondverkarar í
hópatali leita sær.
– Tað er eisini væl skiljandi,
tí teir rinda millum fimm og
tíggju prosent minni í skatti
har. Tað ber helst eisini til at
fáa eitt sindur meira í tímaløn
har – og tað eru heldur ongi
argument fyri, at føroyska
lønin neyðturviliga skal vera
eins høg og í Noregi – men
tann munurin er als ikki so
stórur, sum nógv halda. At
føroyingar, sum arbeiða í
Noregi, tjena so nógv, sum
teir gera, er fyrst og fremst tí
teir arbeiða so øgiliga nógvar
tímar, meðan teir eru har
yviri, og tí væl meira er eftir,
tá skatturin er goldin, sigur
stjórin í Vinnuhúsinum.
Marita Rasmussen leggur
dent á, at hon ikki ætlar at
seta forðingar fyri at før
oyingar leita sær út um land
oddarnar at arbeiða.
– Tað er vælsignað, at
vit eiga so gott fólk, at tey
kunna fáa arbeiði, hvar tað
skal vera. Tað er bara gott
fyri allar partar, at vit hava
eina mobila arbeiðsstyrki,
og tí mugu vit eisini hava
skattaavtalur við hini londini.
Men vit mugu ansa eftir, at tá
so nógv fólk fara uttanlands
at arbeiða, at okkara egna
samfelag er kappingarført
um arbeiðsmegina. Eisini
stuðlar føroyska skattalóg
gávan beinleiðis útlendskum
arbeiðsgevarum,
tí
hon
eggjar føroyingum at fara
uttanlands at arbeiða held
ur enn her. Eisini er ferð
ingin millum Føroyar og
arbeiðsplássið gjørd skatta
frí við eini broyting í skatta
lógini í fjør, og skundar
hetta sjálvsagt eisini undir
útferðarhugin,
staðfestir
stjórin í Vinnuhúsinum.
Bara ein nýskipan kann
venda gongdini, heldur hon.
– Vit mugu fáa eina kapp
ingarføra skattastøðu, og so
mugu vit lata dyrnar upp
fyri útlendskari arbeiðsmegi
her heima, sigur Marita Ras
mussen.
Marita Rasmussen:
Útlendsk vinna hevur fyrimun
Stjórin í Vinnuhúsinum heldur tað vera alneyðugt við eini skattaumskipan, soleiðis at tað skattliga
ikki er ein fyrimunir hjá fólki heldur at arbeiða uttanlands enn í Føroyum. Verandi skipan veitir stuðul
til útlendskar arbeiðsgevarar, og samstundis missa vit førleikarnar her heima, sigur hon.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum: - At so nógvir føroyingar ikki rinda skatt her hevur aðrar keðiligar avleiðingar
enn tær, ið eru sjónligar í krónum og oyrum. Vit hava fingið eitt samfelag, har okkara íkøst til samfelagið eru ymisk
og eisini koma okkum ymiskt til góða. Ein slík støða elvir til øvund, og tað er jú syrgiligt, sigur hon