Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bústaðir - við at fara av sporinum! Politiski leikluturin í ætlanunum hjá Bústaðir Rósa Samuelsen Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin og forkvinna í Løgtingsins Trivnaðarnevnd Landið hevur valt at seta á stovn ein almennan stovn (Bú­staðir), sum við almennum peng­um og hundraðtals milli­ónum krónum skal taka sær av nøkrum ávísum upp­ gávum á føroyska bú­stað­ armarknaðinum. Bústaðir skulu fremja bú­ staðapolitikk landsins í verki og skipanin er í løtuni løgd til Fíggjarmálaráðið at hava politiskt og faklig eftirlit við. Tað hvílir tí ein stór ábyrgd á politisku skipanini um at tryggja sær, at tey endamál, sum lagt verður upp til í lóg­ ini verða lýst nærri ella út­ greinað – hetta áðrenn ein røð av byggjaríum verða sett í verk og tað ikki vendist aftur. Ella skal tað verða upp til stjóran og 3 stýrislimir í Bústaðir at gera av, í einari slíkari umfatandi verkætlan sum hesari, hvørjar visjónir, strategiskar ætlanir og mál stovnurin leggur og fylgir – tað má krevjast ein politisk avkláring, samskipan og semja. Endamál og lánisløg sambært lógini Bústaðir/Húsa­láns­grunn­ur­ in hevur til endamáls: - at virka fyri, at øll í Før­ oy­u­m skulu hava møgu­leika fyri at útvega sær ein bú­ stað - at tryggja fjølbroytni á bú­staðamarknaðinum - at stuðla upp undir Veð­ ur­lagspolitikk Føroya at minka orkunýtsluna hjá før­ oyska býlishópinum Húsa­lánsgrunnurin kann veita veð­skuldar­lán til set­ hús og íbúðir, har enda­mál­ ið við lán­unum er at fíggja endurnýgging­ar og um­bygg­ ingar, soleiðis at orku­nýtsl­an minkar. Húsalánsgrunnurin kann veita veð­skuldar­lán til íbúða­ feløg og íbúða­stovn­ar, sum eru skipað sum sjálv­sogn­ar­ stovnar ella luta­feløg. Húsalánsgrunnurin kann einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovn­um útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og lest­rar­býlir. Húsalánsgrunnurin kann veita realkredittlán at fíggja før­oyskar bústaðir. Tvs. virksemið hjá grunn­ inum fevnir rættuliga breitt. Ein lukkað skipan Tað virkar sum um, at stovn­ urin Bústaðir er byrjaður at liva sítt egnað lív – óheftur av teimum politisku áhuga­ málum, sum lógin leggur upp til og sum muga útgreinast og definerast rætt. Bústaðartørvurin – mál­bólkar og raðfestingar Bústaðir hava seinastu tíð­ ina boðið borgarunum runt um alt landið møguleikar at skrá­seta seg á ein bíðilista til at leiga íbúðir. Tað virk­ar sum um, at kaos valdar, hvør veruligi tørvurin er, ógreitt er hvørjir málbólkarnir eru og eisini er ógreitt, hvussu stovn­urin raðfestir ymsu um­sóknirnar. Tað er nakað, sum bend­ ir á, at tey fólk, sum hava serligan serligan tørv ikki verða raðfest og tað verða ikki gjørdar nakrar millum­ loysnir til tey eldru. Hvat er tørv­urin í ymsu økjunum í mun til tað, sum longu er gjørt av skipanum og tær ætlanir, sum eru á veg á eldraøkinum – hví verður td. Havnin raðfest sum hon verður. Tað virkar heldur ikki sum um, at Bústaðir planleggja og samskipa arbeiðið við komm­ unurnar. Málini ella ymsu umsóknirnar sýnast nú at gerast kastibløka mill­um Bú­staðir og kommunurnar. Í løtuni vita kommunurnar onki um, hvussu farast skal fram og bíða í óvissu. Útsagnirnar hjá Bústaðir virka ørkymlandi, um, at td. bara ein persónur við luta­ kasti kemur á bíðilista, ja so verður møguleiki at leiga eina íbúð í tí kommun­uni. Er tað td. realistiskt, at bara tí ein einstakur persónur er komin á bíðilista hjá Bústað­ ir, so fer Bústaðir saman við kommununi í holt við at byggja eina einstaka íbúð til ein persón. Bústaðir leggja upp til eina umfatandi bygging um alt landið, sum grundleggjandi broytir verandi og komandi húsa­marknað og prís­bygn­ að. Fíggjarmálráðið hevur ikki fakligan førleika sjálvt at meta um endamál og tørv á bústaðarøkinum og tí krevjst ein samskipaður innsast­ur við onnur fakøki. Málið eigur tí skjótast møgu­ligt at verða tikið upp til politiska viðgerð. Frælsi samráðingarrætturin er hóttur Maud Wang Hansen forkvinna í Føroya Pedagogfelag Landsstýrið hevur kroyst fak­ feløgini upp móti ein­um veggi við real­løn­arniðurskurði og eini eftirlønarlóg, sum bein­leiðis setur túsundtals starvsfólk niður í løn, og um fel­øgini ikki makka rætt, steðga samráðingarnar. Vandi er síðan fyri, at tá fak­feløgini fráboða lóglig stríðs­stig, leggur løgtingið uppí. Tað er ikki gott, og tað er ein beinleiðis mis­skiljing av frælsa sam­ráð­ing­ar­rætt­ inum. Løgtingið hevur heim­ ild at blanda seg upp í sam­ ráðingarnar, um tað vísir seg, at møgulig stríðsstig ganga ov harligt út yvir ávísar samfelagsbólkar, og vandi stendst um lív ella heilsu hjá einstaka borgaranum ella ávísum samfelagsbólkum. Løgtingið kann eisini blanda seg uppí, um beinleiðis vandi er fyri stórum virðum hjá landinum. Hetta hava vit sæð Løgtingið brúkt í øðrum førum við at broyta galdandi lógir og byggisamtyktir í einari handavending. Tað er ikki ætlanin við heimildini, at løgtingið fer inn og brúkar vald bara fyri at brúka vald, hinvegin hevur løgtingið skyldu til at brúka sítt vald til tess at forða fyri, at vanlukkur henda, sum hava álvarsligar fylgjur fyri land ella fólk. Og júst í hesum føri, har strandfaraskipini møguliga verða løgd, er ikki talan um vanda fyri lívi ella heilsu, ella at stór virðir hja landinum fara fyri skeyti. Tað er sjálvandi sera ørkymlandi fyri tey, sum verða rakt av einum verkfalli, líkamikið hvørji tey eru, ella hvar í landinum tey búgva. Hetta er ein partur av tí at lýsa ella fara í verkfall. Verkfallið, sum varð frá­ boðað at byrja í dag kl.17.00, var ikki byrjað, og eing­ in kennir tí avleiðing­ar av hesum enn, og bara tí er tað valdsmisnytsla av Løg­ tinginum, um tey velja at leggja seg út í tær frælsu sam­ráðingarnar. Tað kann ikki passa, at um pol­itisku raðfestingar møta mót­støðu frá fakfeløg­ unum, so kann landsstýrið bara heita á Løgtingið um at trumfa sítt ígjøgnum. Eg vil heita á øll fólka­ vald um at seta seg væl inn í, hvat avtalan um frælsar sam­ráingar inniheldur, og samstundis at hugsa seg væl um, áðrenn valdið verð­ ur brúkt til at forða fyri mótstøðu. Ein arbeiðsósemja er ikki altíð lívshóttandi, tað er eitt stríð um vald og betri viðurskifti á arbeiðs­ marknaðinum. Millum samráðingarnar eru eingi forum/tiltøk, har fakfeløg og arbeiðsgev­arar tosa saman um viðurskiftini á sáttmálaøkinum. Samstarvs­ ráð kundu verið ein møgu­ leiki at tosa um, hvussu politiskar raðfestingar og lógarbroytingar raka ymisku fakbólkarnar. Í einum tí­ lík­um samstarvsráð kundu part­arnir umrøtt viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum ella í politisku skipanini, so tað ikki bert er tann eina mánaðin, meðan samráðingin fer fram, at hesi viðurskifti skulu fylla alt. Tað átti at ført við sær, at landsstýrið kundi lagt sínar samráðingar til rættis á ein slíkan hátt, at atlit verða tikin til øll viðurskifti, sum hava stóran týdning, og sum ikki rúmast innanfyri tann ásetta karmin. Tá vit tosa um at upp­føra okkum siviliserað, er tað ein ábyrgd, sum liggur hjá øllum pørtum, ikki bara hjá arbeiðstakarunum. Fak­fel­øg­ ini hava skyldu til at umboða limir sínar, og tá lógarverk og politiskar raðfestingar raka lønar-og arbeiðsviðurskift­ini á ein negativan hátt, er tað skylda fakfelagsins at gera vart við hetta og at forða fyri, at viðurskiftini versna. Og tað er henda rætt, sum øll politiska skipanin eigur at verja og virða. So haldið fingrarnr burt­ur frá okkara samráðingum,og latið partarnar gera sítt arbeiði. Kanska átti lands­ stýr­ið, áðrenn tey blanda seg uppí, heldur at hugt at, hvussu samráðingar fara fram, og tann møguleikin er altíð til staðar. Politikarar kunnu vera við til sam­ráð­ ingarnar, og tað vóru teir fyrr. Eg skilji ikki, hvussu ein politikari, sama um tað er landspolitikari ella komm­unalpolitikari, kann velja als ikki at vísa seg við samráðingarborðið, utt­an tann dagin skrivast skal undir. Undirskrift­ina kundi eitt embætis­fólk bor­ið millum hæddirnar í fíggjar­ mála­ráð­num, men tankar­nar og argum­ent­ini kann ein ikki lata øðrum at umsita. Sjálvsagt hjálpir Tórshavnar kommuna Bjørghild Djurhuus Forkvinna í Trivnaðarnevndini Fríggjakvøldið varpaði Dagur og Vika ljós á, trup­ ul­leikan við at Tórshavnar kommuna selur eina av sínum ognum og at fólk verða sett á gøtuna. Húsini í J.Paturs­son­ ar­gøtu er sett til sølu, og fólkini ið búgva har, hava fingið boð um hetta, eins og teirra rættindi sum leig­arar. Um so er, at leigar­nir sum eru í húsinum, ikki sleppa at halda áfram, tá hús­ini verða seld, so finn­að vit í Tórshavnar komm­unu sjálvsagt eina loysn til teirra. Í samanbandi við sos­ i­alar íbúðir, so hava vit tryggja okkum framí­hjá­ rætt hjá Bústaðir, at keypa ella leiga íbúðir, so skjótt hesar eru tøkar. Eisini er umráðandi at viðurkenna, at hesar íbúð­ ir eru nýggjar og nógv­ar av okkara sosialu íbúð­um ikki eru tíðarhósandi. Sjálvsagt skulu og vilja vit hjálpa okkara borg­arum, um enn evsta ábyrgd er hjá landinum/ Alm­annaverkinum Ongin endar á gøtuni í Tórs­havn Kommunu.