Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Landstýrismálanevndin er politiskt óheft Politiska skipanin undigravar landsstýrismálanevndina N ú um dagarnar hoyrdu vit for mannin í tingbólki sam bands floksins úttala seg alment í fjøl miðlunum um hvørja støðu tak an flokkurin hevði til aktuella málið um handfaringina av tunn ils mál inum. Hann segði orðarætt, at Sam- bandsflokkurin í tinginum ikki tók undir við, at ein kanningarstjóri skuldi setast. Her er tað at ketan loypir av! Hev ur Alfred Olsen ikki lisið uppá, - kennir hann ikki § 38 í stýris- skipanarlógini, har tað greitt fram- gongur, at tað ongantíð er Sam- bandsflokkurin ella fyri tann skuld nakar annar flokkur, - men lands- stýrismálanevndin, sum einsa møll ger av, hvørt ein kanningar stjóri verður settur ella ikki.! Veit Alfred Olsen ikki av, at lands stýrismálanevndin bleiv ein sjálv støðugur partur av okkara stýr is skipan fyri at tryggja, at starv landsstýrisins verður røkt á lógligan og fullgóðan hátt? Er Alfred Olsen ikki greiður yvir, at um landsstýrismálanevndin skal røkka sínum aðalmáli um eitt virkið og meiningsfult eftirlit, so er og vil tað altíð vera ein avgjørd fortreyt, at limirnir í nevndini fáa loyvi útinna teirra starv full- komuliga óheft, soleiðis at teir bert taka avgerðir út frá sakligum og fakligum kriterium? Heldur Alfred Olsen, at hann og ein meiriluti av hansara floks- feløgum veruliga uppá forskot skulu avgera, hvørja støðu umboð floksins skal taka í nevndini til eitt ítøkiligt mál, sum viðvíkir reint løgfrøðiligum viðurskiftum, - og hetta enntá uttan at kenna tey fakligu tilmæli, sum løg tings- skrivstovan hevur útvegað í hesum sam bandi? Grundaður illgruni um vantandi heimild Nei, Alfred Olsen, ein slíkur hug burð ur er rein undir- graving av demok ratinum og groft brot á sjálvt tær mest fundmentalu reglurnar í okkara stýrisskipan. Limirnir í lands- stýr is mál a nevnd- ini eru nevniliga settir til at gera skilnað millum rætt og rangt samb. galdandi lóggávu, millum virðing fyri lógini og brot á lógina, og eru sjálvsagt einans bundnir av síni persónligu sannføring, og ikki av tilvildarligum politiskum dikt- atum. Í so máta eigur tað at verða full- komuliga líkamikið, um tað er ein sam bandsmaður, fólkafloksmað ur, sjálvstýrismaður o.s.fr. sum er und- ir illgruna fyri lógarbrot. Sum skilst hevur umboð floks- ins í landsstýrismálanevndini fylgt enum reint fakligum til mæli, sum er lagt fyri nevndina av løg ting s- um sitingini. Her varð reistur grundaður ill- gruni um vantandi heimild í sam- band við játtanina upp á 1. mio. í samband við sokallaðu “Break fee” av taluna, sum landsstýrismaðurin í sam ferðslumálum gjørdi við “CIP”. Tá løgfrøðinganir á løgtings- skriv stovuni seta álvarsligt spur- nar t ekin við heimildina at rinda hetta endurgjald, so skulu serdeil is góð argumentir til fyri at vraka eitt slíkt kvalificerað juridiskt til mæli. Umboðið hjá Sambands flokki- num valdi at fylgja serfrøðini, og við virðing fyri tí vitan sum umsiting in hevur á hesum øki, atkvøddi hann fyri at seta ein kanningarstjóra. Vanvirðingin fyri serfrøðini Ikki óvæntað fylgdi umboð fólka- floksins, Jóan Magnus Ras mussen, ikki tilmælinum frá Løg tings- skriv stovuni. Hann hevjaði seg - sær og sínum floksfeløgum líkt - yvir serkunnleikan á økinum, og varð eftir eitt sokallað “time out” í viðgerðini rættuliga sannførdur um, at landsstýrismaðurin als onki ólógligt hevði gjørt, og so kundi løg- tingsskrivstovan meina hvat hon meina vildi. Sjálvsagt hevði henda “pausa” í viðgerðini bert eittans endamál, og tað var at politiska baklandið skuldi fáa stundir at “preparera” henda nýggja alvan í føroyskum politikki, sum eftir teirra tykki kanska var við at gerast í so sakligur og óheftur av flokspolitiska yvirvaldinum. Tað eydnaðist eisini til fulnar at banka Jóan Magnus Rasmussen upp á pláss, og líka so ivasamur, sum hann hevði verið frammanundan, líka so sannførdur var hann aftaná at hava verið ein túr gjøgnum effektivu floksmaskinuna. Tað, sum sannføringin hjá Jóan Magnus Rasmussen um alt “hetta rætta og lógliga” sum var farið fram tó manglaði, - vóru argumentir. Her vóru als ongar reellar grundgevingar frá fólksfloksumboðnum í lands - stýrismálanevndini fyri støðu- takanini, men bert ein neyð ars lig undanførsla um, at lands stýris- mála nevndin sjálv skuldi taka av- gerð ina um nakað óregluligt var farið fram ella ikki – og sum fyri hansara viðkomandi sjálvsagt longu var tikin. Ongin áhugi var fyri at kanna málið til lítar við at seta ein kanningarstjóra. Nærliggjandi er at hugsa sær, at henda støðutakan kanska í stóran mun er merkt av, at tað møguliga eru fleiri í politisku skipanini, sum ikki brýggja seg um, at alt skal koma fram í dagsins ljós í hesum meira ella minni brunafongda málið, sum kanska longu nú hevur tikið ilt fyri seg. Demokratiska undirskotið Tað sum fellur fyri bróstið í ein- um slíkum málið sum hesum er demokrtiska undirskotið í Før- oyum og totala vanvirðingin fyri teimum stovnum, sum skulu verja fólka ræðið móti korruptión og mis- brúki. Jóan Magnus Rasmussen og Al- fred Olsen eru kvalificeraði døm- ir um persónar, sum onki hava skilt, og sum antin við beráddum huga ella bara av politiskum van- kunnleika ganga ørindi fyri tær í okkara samfelag útbreiddu kreft- ir, sum síggja stórt uppá rætt vísi, disciplin og og respekt fyri teim- um demok ratisku instititutión- um, sum vit hóast alt hava fingið upp at standa eftir skrædlið fyrst í 1990 árunm, tá alt samfelagið fór fyri bakka, - og hóast vit treyð ugt vilja viðganga tað - fyri stóran part orsaka av, at rot var komið í okk ara politisku skipan. At Eivind Jacobsen varð veit - ir bæði sín persónliga og pol it iska integritet og at kvøð ur eftir síni sannføring í lands stýris mála- nevdini, hóast politiskt trýst, er tískil alla æru vert. Vónandi kann hann blíva eitt gott fordømi um, hvussu eitt harðliga tiltrongt álit á politisku skipanina kann verða endurskapað, sum frá líður. TÍÐARGREIN Bjørn á Heygum Advokatur s pa a óg , a tað g e tt a gongur, at tað ongantíð er Sam- bandsflokkurin ella fyri tann skuld e og ta fortreyt, a fáa loyvi ú komuliga ó taka avger fakligum k Heldur og ein mei feløgum v skulu avge floksins sk ítøkiligt m løgfrøðilig hetta enn fakligu skrivst hesum Grun vant Nei, hug b grav groft fu