mánadagur 4. november 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
Komandi leygardag skipar Miðlahúsið fyri Hvonn
Live sending, har bestu spælararnir í føroyskum
fótbólti farna kappingarár skulu heiðrast. Hetta er
eitt afturvendandi tiltak, sum Miðalhúsið hevur
skipað fyri. Tiltakið er í samstarvi við Fótbólts
sambandið.
Kappingarárið hjá monnum hevur verið eitt tað
drúgvasta nakrantíð. Umframt tey 27 umførini og
kappingina um Løgmanssteypið, so hava eisini sjey
landsdystir verið og tvey lið komu víðari í Evropa.
Fyrsti dysturin var longu 2. mars, meðan seinasti
dysturin ikki verður fyrr enn seinni í hesum
mánaðinum, tá U21 og A-landsliðið hava uppgávur á
útivølli.
Eisini hjá kvinnunum hevur talan verið um eitt
spennandi og langt kappingarár. Teir hava vunnið
seg víðari til undankappingina og tað var spenningur
líka til seinasta umfar í bestu deildini.
Sosatt eru nógvir kilometrar lagdir aftur um bak
í hesum kappingarárinum. Bæði í heimligum fótbólti
og í altjóða fótbólti.
Velja tey bestu
Umframt ársins spælarar, so skal eisini ársins ungi
spælari, ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins
miðvallari, ársins áleypari, ársins venjari, ársins
dómari, ársins toppskjútti og ársins lið heiðrast.
Sum tit kunnu lesa í blðanum í dag, so eru nakrar
broytingar gjørdar heasferð. Millum annað er tað
heitið »ársins stjørnuskot«, sum hevur verið ringt at
fáa greiðu á. Nær er ein spælari eitt stjørnuskot. Tí
verður hetta heitið í ár broytt til ársins ungi spælari,
sum er ein spælari við U21 aldri.
Størsta broytingin er, at atkvøðurnar verða
kunngjørdar, so møguleiki er at síggja hvør hevur
atkvøtt fyri hvørjum. Hetta verður gjørt fyri at
skapa mest møguligt gjøgnumskygni í atkvøðu
greiðsluni.
Tó verða atkvøðurnar fyri ársins dómara ikki
kunngjørdar. Hetta fyri at sleppa undan óneyðuga
kjakinum um at dómarar, sum mangan endar á
einum lágum stigi. Hetta er eitt ynski frá bæði
spælarum og venjarum, sum er gingið teimum á møti.
So er bara at vóna, at fólk møta fjølment á Hvonn
leygardagin til eitt hugnaligt kvøld, har fótbólturin
verður heiðraður eftir eitt langt og spennandi
kappingarár.
Tey bestu
heiðrast
www.ab.fo:
Veit eisini, at nógv verður tosað um ítróttarhøll á Argjum. Tað hevur
nýggja býráðið eisini hoyrt, og á fíggjarætlanini fyri 2014 verður nú fyrsta
milliónin játtað til ítróttarhøll á Argjum(Helena Dam á Neystabø, forkvinna
í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs)
www.hb.fo:
Tað gjørdist í dag greitt, at liðskipari okkara seinastu 6 árini, Fróði
Benjaminsen, ikki heldur fram í HB komandi ár. Harvið siga vit farvæl við
ein av absolut mest týðandi HB leikarunum seinastu árini.
www.b36.fo:
Eftir fundin skipaði nevndin seg við Heiðriki Christiansen sum formanni.
Sámal Ímundarson er næstformaður, skrivari er Símun Midjord, og Rolf
Herup Olsen er peningarøkil. Nýggir tiltakslimir skuldu eisini veljast, og
eru hesir Rúni Herup Olsen og Anja Weyhe. Eisini tey vórðu vald uttan
mótvalevni.
www.if.fo:
Vit í Fuglafirði hava verið stak væl nøgd við Albert, og sigast má, at
úrslitini hava verið betri enn tey flestu høvdu væntað. Í dag bleiv so ársins
venjari valdur, og eisini í 2013 fall valið á ÍF venjaran, men navnið í ár var
Albert Ellefsen!
www.nsi.fo:
Á samkomu í kvøld, sum Venjarafelag Føroya (VFF) skipaðu fyri vóru
Jonhard Hilmarsson Hansen og Meinhard Egilsson heiðraðir.
www.tb.fo:
Merkisvert er eisini at the grand old man Óli Johannesen hevur spælt 2.234
minuttir og hevur eins og Babacar skotið trý mál. Imponerandi av tí 41-ára
gomlu legenduni.
www.nordlysid.fo:
Fyrsti dysturin, sum Team Klaksvík hevur vunnið í hálvt annað ár. Sum
vituligt er, var rómurin og fagnaðurin stórur í Badmintonhøllini ídag, tá
Team Klaksvík sendið Kyndil aftur til Havnar við einum stórtapi.
www.svimjing.com:
Pál Joensen luttók her um vikuskiftið á Aalborg Cup 2013, og vann hann
har ikki óvæntað gull í 400 metra frísvimjing (3:51.89), umframt at hann
vann silvur í 200 bringu (2:18.38) og silvur í 200 firvald (2:02.10).
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Havnar Fimleikafelag
vann Fimleikafagnaðin
Sonni Ragnar fingið
debut í Superliguni
Eirikur Lindenskov
Finalan var í kvøld, tá teir
13 dómararnir samdir komu
til ta niðurstøðu, at liðið hjá
Havnar Fimleikafelag vann.
Fýra lið vóru til kapping
ina. Hini trý fóru Fimleika
felagið Flog, Fimleikafelagið
Støkk
og
Fimleikafelagið
Ljósið.
Í
Fimleikafagnaðinum
hava fimleikafeløgini høvi
at lýsa eitt evni við fimleiki,
rørslu, ljósi og ljóði við allari
breiddini. Loyvi er at hava
100 luttakarar í part.
Evnið hesaferð var »13«.
Elin H. Joensen, forkvinna
í Føroya Fimleikasambandi
segði, tá hon beyð vælkomin,
at evnið »13« varð valt, m. a.
tí at vit eru í 2013. Hetta var
14 fimleikafagnaðurin – tann
næsti verður um tvey ár.
Evnið hjá vinnaraliðnum
hjá Havnar Fimleikafelag
var »Apollo 13«, sum var tann
sjeyna mannaða rúmdarferð
in í Apolloætlanin hjá Nasa.
Apollo 13 skuldi vera tann
triðja mánalendingin, men í
staðin gjørdist ferðin kend
fyri eina spreingin umborð,
sum mundi komið rúmdar
ferjuni í manningini í óføri.
Ein bjarging varð sett í gongd,
og
allir
rúmdarmenninir
komu óskalaðir aftur á jørð
ina.
Og sum tey søgdu í fram
førsluni:
– Kanska var tað tí, at
rúmdarferjan varð skotin út
11. apríl í 1970 klokkan 13:13
– og at spreinginin hendi 13.
apríl....
eirikur@sosialurin.fo
Tað var liðið hjá Havnar Fimleikafelag, sum vann
finaluna í Fimleikafagnaðinum 2013, sum hevur
verið í Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið
Misjavnt úrslit í NCC Tær báðar føroysku flogbóltskvinnurnar
í Frederiksberg Volly, Sofía Purkhús og Birgit Guttesen, vunnu ein
og taptu tveir dystir í NCC kappingini, sum er ein kapping fyri lið
úr norðurlondum. Báðar fingu nógva spæltíð og siga, at hóast
úrslitini ikki vóru so góð, so hava tær lært nógv av at spæla við.
Føroyski U21 landsliðsmið
verjin kom inn seinasta min
uttin í 3-0 sigrinum hjá FC
Midtjylland móti Esbjerg í
Superliguni í kvøld.
Sonni
Ragnar
hevur
spælt fyri besta liðið á eini
venjingarlegu og í steypa
kappingini. Føroyski mið
verjin kom inn fyri Erik
Sviatchenko, sum skoraði eitt
av teimum trimum málunum
hjá FC Midtjylland. Hann
hevur leikbann til komandi
dyst. Tað kann blíva møgu
leikin hjá føroyska miðverj
anum.
– Eg vóni at fáa møguleik
an. Tað er sjálvandi ikki gott,
at Erik Sviatchenko hevur
leikbann, men fyri meg er tað
fínt. Eg eri til reiðar um eg
fái møguleikan, sigur Sonni
Ragnar Nattestad við donsku
heimsíðuna, bold.dk.
trondur@sosialurin.fo