mánadagur 4. november 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tað var dramatikkur í Vági,
tá oddaliðið úr Kyndli vitjaði.
Talan varð um sera tættan
dyst, har liðini at enda býttu
stigini.
Frá fyrsta bríksli leikaði
sera javnt á, og liðini bæði
skiftust um at skora. VB
hevði tó munin fyri tað
nógva, og tær vóru á odda
við einum máli, tá farið varð
til hálvleiks.
Eftir steðgin helt javna
gongdin fram. Tíggju min
uttir fyri leiklok var VB á
odda við tveimum málum,
men trý grøn mál á rað vendu
øllum á høvdið. Tað eydnaðist
tó VB at javna, men seinastu
tveir minuttirnar stóð sera
nógv á heimaliðnum, tí tvær
av teirra fingu tveir fingrar
frá dómaranum.
Tað eydnaðist tó at halda
fast um javnleikin, sum tó
ikki broytti stórvegis upp á
stigatalvuna. Har er VB nú
nummar fýra við fimm stig
um fyri fimm dystir. Kyndil
hevur átta stig fyri sínar
fimm dystir.
Neistin vann
uttan Marjuna
Í Havn var StÍF á vitjan hjá
Neistanum, og her vunnu tær
bláu tryggan sigur. Neistin
vann heili 32-17. Neistin er
uttan
Marjuna
Danberg,
sum fekk ein skaða í økslina
undir venjing í vikuni. Fyri
bils verður mett, at hon ikki
kann spæla aftur restina av
árinum.
Talan var eisini um eitt
skert StÍF lið, sum í løtuni
liggur á aftasta plássi í
Elektron deildini.
Tróndur Arge
Atlantic Airways deildini
tódnai í báðum endum um
vikuskiftið. KÍF slapp ikki
avstað, meðan Team Klaksvík
kom á stigatalvuna. Trý lið
eru á átta stigum, meðan
munurin til aftasta pláss nú
er seks stig.
Í Hoyvík vóru greipuvinn
ararnir úr Kollafirði á vitjan.
Nú fótbílturin er liðugur,
so eru øll eygu aftur sett á
hondbóltin. Tað sást aftur á
áskoðaraplássunum. Ikki tí,
H71 og KÍF hava altíð nógvar
áskoðarar, men sunnudagin
var proppfult av fólki í høllini
í Hoyvík.
Tey fingu ein spennandi
dyst frá byrjan. Bæði liðini
tóktust vera væl uppløgd,
men tá samanumkom, so
stóðu tríggir hoyvíkingar
sterkari í myndini enn allir
hinir spælararnir á vøllinum.
Bogdan Florea hevði longu í
hálvleikinum skotið níggju
mál og tað lá í luftini, at hann
or at blíva ein avgerandi
spælari í hesum dystinum.
Við sínum 17 málum, so var
hann heilt stóra upplivingin
á vøllinum.
Flottasta málið skoraði
hann í seinastu sekundinum
í fyrra hálvleiki, tá hann
meddaði
bóltin
í
báðar
stengurnar og í mál.
H71 er á odda við tveimum
málum í hálvleikinum. Ári
Dam stóð væl í málinum hjá
H71. Seinastu løtuna stóð
Tóraldur Kollsker og eisini
hann spældi væl. Seinastu
minuttirnar hevði KÍF eini
fimm risa møguleikar at
skora, men hvørja ferð stóð
Tóraldur í vegin.
Hetta tók mótið frá koll
firðingum, meðan Bogdan
helt fram at skjóta mál í hin
um endanum.
Neistin vann á StÍF
Neistin tók móti StÍF, og her
var um reppið, at teir bláu
mistu sigurin móti enda
num. Neistin var annars
greitt omaná fyrra partin av
dystinum, men eftir steðgin
kom vend í. Fáar minuttir
fyri leikloki hevði StÍF enntá
vunnið seg framum, men við
teimum báðum seinastu mál
unum í dystinum eydnaðist
Neistanum at vinna sær
sigurin.
Fyrsti sigurin í
yvir eitt ár
Team Klaksvík hevur ikki
beinleiðis kós móti final
unum, sum teir annars meld
aði út var málið í ár, men
teir eru nú komnir í gongd.
Leygardagin vunnu teir 31-
24 á Kyndli í Klaksvík.
Støðan í hálvleikinum
var 19-16. Fyri Team Klaksvík
gekk Sámal á Tjaldrafløtti
á odda við málskjótingini.
Hann skoraði ikki færri enn
tíggju mál. Fyri Kyndil var
David Edvardsen toppskjútti
við sjey málum.
Í fjør tapti Team Klaksvik
allar dystirnar, so talan er
um fyrsta sigurin í yvir eitt
heilt ár.
trondur@sosialurin.fo
VB - Kyndil 20-20 (10-9)
Neistin-StÍF 32-17
Við 17 málum setti Bogdan Florea KÍF upp á pláss í høllini í
Hoyvík. Neistin vann á StÍF, meðan Team Klaksvík vann sín fyrsta
sigur í yvir eitt ár, tá teir leygarkvøldið vunnu á Kyndli
Elektron deildin støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Kyndil
5
107
84
23
8
2 VÍF
5
134
110
24
6
3 Neistin
5
122
109
13
6
4 VB
5
124
126
-2
5
5 Stjørnan
5
102
121
-19
3
6 StÍF
5
100
139
-39
2
Hondbóltur
Bogdan fekk spenning
í hondbóltskappingina
Javnt í Vág
Atlantic Airways deildin støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
6
173
140
33
8
2 VÍF
6
190
160
30
8
3 Neistin
6
157
167
-10
8
4 H71
6
161
159
2
6
5 Kyndil
6
147
149
-2
6
6 StÍF
6
150
159
-9
4
7 Team Klaksvík
6
147
191
-44
2
Team Klaksvík - Kyndil 31-24 (19-16)
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 10, Petjvic Zarko 8
Igor Igor Petrikeev 5, Jens Pauli Mohr 5, Dánjal Kjærbo 3,
Kyndil: David Edvardsen 7, Bjarni Sørensen 6, Josef Abrahamsen 4,
Hans Áki Dal Christiansen 3, Andrias Sólskjer 2, Høgni Klein Olsen 2
H71 - KÍF 28-25 (15-13)
H71: Bogdan Florea 17, Rúni Højgaard 3, Hallur Biskopstø 3, Tróndur Arge 3,
Sigmundur Nolsø 1
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Nicklas Selvig 7, Andrias Nielsen 3,
Rúni Joensen 3, Rasmus Junker 2, Rógvi Weyhe 1, Jákup Trygvason 1
Neistin - StÍF 24-23 (15-10)
(Ongin dómaraseðil komin)
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen