mánadagur 4. november 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Tróndur Arge
Sum siður er, so fer Miðla
húsið at aftur í ár at skipa
fyri, at ársins spælari verður
valdur hjá bæði kvinnum
og monnum í best deildini
í føroyskum fótbólti. Hetta
verður gjørt í samstarvið
við Fótbóltssambandið. Tað
verða venjarar, liðskiparar
og ítróttartíðindafólk, sum
atkvøða.
Tiltakið verður komandi
leygardag á Hvonn, har Rás2
fer at hava beinleiðis sending.
Hetta er eitt afturvendandi
tiltak, sum Miðlahúsið hevur
skipað fyri. Talan er um ikki
færri enn 20 heiðurslønir,
sum skulu latast til tey bestu
í føroyskum fótbólti. Um
framt vanligu flokkarnar, so
verður eitt sett ársins lið, um
framt at toppskjúttarnir fáa
gullskógvin handaðan.
Onki stjørnuskot í ár
Í fleiri ár hevur tað verið valt
»ársins stjørnuskot«. Júst
hesin flokkurin er nakað
broyttur til í ár. Heldur verð
ur talan um ȇrsins ungi
spælari«, sum er ein spælari
við U21 aldri. Mangan hevur
verið ógreitt nær ein spæl
ari er eitt stjørnuskot, og
onkuntíð hevur sami spæl
ari vunnið tað tvey ár upp í
slag.
So fyri at koma fløkjuni
til lívs, so verður flokkurin
broyttur til ein ávísan aldur
Hetta er ikki ókent í eitt nú
Premier League, har aldurin
tó er 23 ár. Her verður talan
um spælara, sum hevur aldur
til U21.
Kunngera atkvøðurnar
Fyri at skapa mest møguligt
gjøgnumskygni, so verða at
kvøðurnar kunngjørdar al
ment. Hetta er púra vanligt,
tá Ballon d’Or verður hand
að til besta spælaran í heim
inum. Tó verða atkvøðurnar
til dómararnar ikki kunn
gjørdar. Hetta er eftir ynski
frá spælarum og venjarum
fyri ikki at skapa óneyðugt
kjak um dómarar, sum til
tíðir kann blíva býttisligt og
primitivt. Atkvøðurnar verða
kunngjørdar í Sosialinum,
sum kemur út mánadagin
um eina viku.
Velja 1,2 og 3
Í mun til undanfarnu árini,
so verður nú valt nummar
eitt, tvey og trý í hvørjum
flokki. Nummar eitt fær 5
stig, nummar tvey fær 3,
meðan nummar trý fær 1
stig. Síðani verða stigini tald
saman. Hetta verður gjørt
fyri eisini at kunna seta árs
ins lið, eftir hvør hevur fingið
flest atkvøður.
Venjarar
og
spælarar
kunnu ikki atkvøða fyri
teirra egna liði. Í samband við
venjarar, sum eru eru kunn
gjørdir hjá øðrum feløgum, so
umboða teir felagið teir vóru
venjarar hjá tá kappingarárið
endaði.
Leygarkvøldið verður serlig Hvonn Live sending, har ársins spælarar skulu finnast hjá
bæði monnum og kvinnum. Nakrar broytingar verða í tiltakinum hesaferð
Ársins spælari
skal finnast
Atkvøðast skal til:
Bæði menn og kvinnur:
• Ársins spælari
• Ársins ungi spælari (Spælari við U21 aldri)
• Ársins málverji
• Ársins verjuspælari
• Ársins miðvallari (Írokna vengur)
• Ársins áleypari
• Ársins venjari
• Ársins dómari
Toppskjúttin í Effodeildini, Klæmint A. Olsen,
hevur havt eitt framúr persónligt ár við NSÍ, og er
uttan iva eitt gott boð til Ársins áleypara 2013
Mynd: Álvur Haraldsen