Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Hóast tað ikki hoyrist so nógv til hann, so er tað ein veru­leiki, at drúgvasti før­ oyski fótbóltsspælarin síðstu árini er Jónhard Frederiks­berg. Onkur veit kanska um onkran, sum áður hevur verið drúgvari, tá ið tað snýr seg um at spæla landskappingardystir á rað. Men tað er einki at ivast í, at hesi seinastu árini hevur eingin verið við í so nógvum lands­kappingardystum á rað sum NSÍ vongverjin. Sambært yvirlitinum á faroesoccer.com var Jónhard Frederiksberg við í øllum 27 landskappingardystunum í ár, og hann spældi teir allar á tamb. Saman við Jónhardi vóru tað tríggir aðrir spælarar, sum vóru á vøll­inum allar 2430 minutt­ irnar. Oftast plaga tað at vera málverjarnir, sum sjáldan ella ongantíð verða skiftir út, um teir ikki eru skaddir, og harvið eru tað ofta teir mill­ um stólparnar, ið eiga flestu dystirnar. Soleiðis var tað ikki í ár. Tað var bara 07Vestur mál­ verjin Andras Gango, sum vardi málið í øllum dyst­ unum. Hinir vóru burturi frá í hvussu so er ein dyst, um tað so var orsaka av leik­ banni ella skaða. Jónhard hevur ikki verið skaddur sein­astu gott og væl fýra ár­ini, og hann hevur heldur ikki verið leikbannaður. Saml­aða talið á gulum kort­um í landskappingini er tvey – bæði í 2010! Trý onnur kort eru á kontuni – tvey í europeisku kapping­ unum í 2009 og 2010 og eitt í seinnu hálvfinaluni í steypa­ kappingini í summar, tá ið úrslitið var 1-1 ímóti Víkingi, sum vann sær finalupláss. Saman við Andras Gango og Jónhardi Frederiksberg vóru hinir báðir, sum spældu allar dystirnar í ár, vongverjin hjá KÍ í vinstru, Heðin á Lakjuni, og toppskjúttin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, sum vóru á vøllinum alla kapp­ingina á tamb. Felags fyri allar hesar var, at kappingarárið hjá teimum royndist væl. Meðan Andras Gango og Finn Justinussen ikki mundu kenna stóra kapp­ing um plássið í ávika­ víst vágamálinum og fremstu álopsódnini hjá Víkingi, so vóru tað støðugt fleiri um boðið at spæla vinstri vong­ verji hjá KÍ. At fyrst Páll Guðlaugsson og síðani Eyðun Klakstein aftur og aftur og hvørja ferð vístu Heðini á Lakjuni álit kemst av, at kappingarárið hjá honum var gott, hóast tað ikki royndist so væl hjá KÍ. Páll Klettskarð varð kosin ársins spælari í Klaksvík, og alt annað hevði komið óvart á. Men umframt toppskjúttan mundi Lakju veteranurin vera ein tann, sum stóð stinnast í myndini. Langa røðin Jónhard Frederiksberg hev­ur verið í byrjunar­upp­stillingini allar lands­kapp­ingar­dystir­ nar meiri enn seinastu fýra árini. Hann varð skiftur út í 36. minutti, tá ið NSÍ á norðoyastevnu í 2009 vann 2-0 í Klaksvík. Hetta var 1. juni og í tíggjunda umfari, og so var hann burtur frá í fýra umfør. 18. juli var Jónhard aftur millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ, og síðani hevur hann hvørja ferð verið millum teir fyrstu ellivu. – Eg minnist væl handa dystin í Klaksvík. Talan var um vøddaskaða, sum helt mær burturi í nakrar vikur. Eg skal ikki hava orðið av mær, men eg eri sloppin ógvu­liga væl, tí eg havi so at siga ikki verið plágaður av skaðum. Kanska hevur tað nakað við spælistílin at gera, og kanska hevur tað eisini nakað við tað at gera, at eg altíð hava verið væl fyri, sigur Jónhard Frederiksberg, sum hevur spælt 121 lands­ kapp­ingardystir á rað. Onkra hendinga ferðina hevur hann verið skiftur út. Tær ferðirnar eru ikki so nógvar, men Jónhard minnist tær: – Í fjør spældi eg við EB/ Streymi. Tá varð eg útskiftur í heimadystinum ímóti B68. Úrslitið var málleysur javn­ leikur, og eg varð tikin av vøll­inum, tá ið tað restaðu seytjan minuttir. Í fyrraárið gekk tað heilt illa, tá ið vit við NSÍ spældu í Klaksvík. Vit taptu 5-1. Støðan í hálv­ leik­inum var 3-1, og Pauli Poulsen, sum tá vandi NSÍ, gjørdi tvær skiftingar í steðginum. Helgi L. Petersen og eg komu ikki á vøllin eftir hvíld­ina. Í okkara stað komu Jann Martin Mortensen og Jústinus R. Hansen. Í 2010 spældi eg allar dystirnar á tamb, og so var tað í 2009, tá ið tað gekk, sum vit tosaðu um í áðni. Hóast samlaða dystartalið íroknað landsdystirnar knapp­ast um 360, so kennist tað sum um, at nógvir teirra fram­vegis standa klárir í huga­num. Hugsar um støðuna Síðani kappingarlok hevur Jónhard Frederiksberg ver­ið nevndur millum teir spæl­ar­ arnar, sum møguliga fara at skifta felag. Hann er skála­ maður, og hann býr í heim­ bygdini saman við konuni og trimum børnum. Nógvu tey fyrstu árini spældi Jónhard á Skála. Í 2007 flutti hann yvir um fjørðin. Tað gjørdi hann saman við Johan Nielsen, sum hevði verið venjari á Skála og varð venjari hjá NSÍ, Paula Poulsen, sum hevði spælt við Skála og nú varð hjálpar­venjari hjá NSÍ og mið­vallaranum Nenad Stankovic. Meðan hinir tríggir fyri langari tíð síðani eru burt­ ur úr Runavík, so hevur Jónhard higartil spælt við NSÍ, burtursæð frá í 2012, tá ið hann var í EB/Streymi. Hvussu verður nú? – Satt at siga so havi eg ikki enn hugsað so nógv um, hvussu tað verður við fótbóltsframtíðini. 27. august fylti eg 35 ár, so eg eri komin í tann aldurin, tá ið tað snýr seg um eitt ár í senn. Síðstu árini hevur tað verið soleiðis, at tá ið kappingin hevur verið liðug, og kvøldini hava verið myrk og long, so hevur hugurin ikki verið so góður at spæla, men higartil er tað endað við, at eg havi tikið eitt ár aftrat. Er tað hugurin, sum drívur verkið? – Mær hevur altíð dámað væl at spæla fótbólt, so tað hevur ikki kenst tungt og strevið. Men rætt skal vera rætt. Nú eri eg familjumaður við konu og trimum børnum og arbeiði hjá fofish í Leirvík. Fótbóltsvenjingin byrjar av álvara um hálvan januar, og tað er næstan ikki steðgur í fyrr­enn síðsta umfarið er av. Í ár var tað ikki fyrrenn síðsta vikuskiftið í oktober. So um vit ikki høvdu fingið samsýning fyri at spæla, so hevði eg verið givin. Vit fáa ikki stóra samsýning, men tað er gott aftrat. Og so skal eg leggja aftrat, at tað hevði als ikki gingið, um konan ikki bakkaði upp. Flestu dagarnar í vikuni komi eg til hús frá arbeiði klokkan 16.30. Trý korter seinni fari eg at venja, og tað kemur næstan ikki NSÍ vongverjin, sum hevur verið millum teir fyrstu ellivu í øllum landskappinngardystunum seinastu stívliga fýra árini, hevur ikki gjørt upp við seg sjálvan, um hann fer at halda fram at spæla fótbólt drúgvastur av øllum Jónhard er ítróttur fótbóltur