mánadagur 4. november 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fyri, at eg eri við hús aftur
fyrrenn klokkan 19.30. Tá
klári eg akkurát at vera við
til at siga børnunum góða
nátt og at leggja tey at sova,
sigur Jónhard Frederiksberg,
sum er skipsføraralærdur.
Tað verður tosað um, at tú
saman við øðrum, sum fyrr
hava spælt á Skála, skal vera
við til at lyfta barndóms
felagið, sum nú er aftur í
bestu deildini. Hvat sigur tú
til tað?
– Eg sigi einki. Higartil
havi eg ikki tosað við nakran,
og tíðin vil vísa, hvussu tað
verður. Men sjálvandi er tað
spennandi og hugaligt, at
ungu menninir her á Skála
hava megnað at lyfta liðið
upp aftur í bestu deildini. Tað
haldi eg er flott, og sjálvandi
vita tey á Skála, at hetta
er stór avbjóðing. Men um
eg yvirhøvur fari at spæla,
og hvar eg møguliga fari at
spæla, tað dugi eg ikki at
siga nakað um enn. Higartil
havi eg trivist væl alla staðni,
har eg havi verið, og tað er
týðuligt, at tað er menning í
feløgunum og í fótbóltinum.
Mistu á stokkinum
Jónhard Frederiksberg hevur
verið við til at vinna tvey FM
heiti. Tað fyrra var í 2007 ella
fyrsta árið, tá ið hann spældi
við NSÍ, og tað seinna var í
fjør, tá ið hann umboðaði EB/
Streym.
– 2007 var eitt gott ár í NSÍ.
Vit vóru í 4-3-3 leikskipanini,
og avtalurnar og uppgávur
nar vóru ógvuliga neyvar
og greiðar, bæði á vøllinum
og uttanfyri vøllin. Serliga
eftir summarsteðgin vóru
vit
tríggir,
sum
vóru
í
fremstu røð. Hinir vóru
Hjalgrím Elttør og Christian
Høgni Jacobsen. Vit báðir
Hjalgrím vóru í borðunum,
og Christian Høgni var mið
framherji, men vit skiftu og
reikaðu nógv.
Seinnu árini hevur tú
verið vongverji. Hvussu ber
tað til?
– Kanska var tað eitt
sindur
tilvildarligt.
Pauli
Poulsen var venjari hjá NSÍ,
og í vinadystunum var tað
ikki heilt upplagt, hvør skuldi
vera høgri vongverji. Tað fall
so á meg, og har havi eg verið
síðani burtursæð frá í fjør.
Tá spældi eg við EB/Streymi.
Gert Hansen var eitt sindur
skaðaplágaður. Tá ið hann
ikki var við, var eg høgri
vongverji, men annars var
eg í hinum borðinum.
Tað var um reppið, at tit
á Skála tað eina árið vunnu
FM heitið?
– Tað minnist eg ógvuliga
væl. Tað var í 2005. Eftir 10.
flokk var eg til skips, og eg
legðist uppi aftur í 2002. Tá
var Skála júst flutt upp í
bestu deildina. Fyrsta árið
endaðu vit á 8. plássi, í 2003
endaðu vit á 9. plássi og
vóru í endaspæli, áðrenn
tað var greitt, at vit høvdu
endurvunnið
plássið
í
deildini, og so glapp. Í 2004
vunnu vit bronsu, og í 2005
vóru vit leingi við í kappingini
um gullkrónurnar. B36 vann
FM við 54 stigum, og HB,
vit og NSÍ fingu 50 stig. Vit
vunnu aftur bronsuna, og
sjálvandi kendist tað sum eitt
sindur av einum vónbroti, tá
ið tað leingi var so tætt við.
Tað var ikki minst í
Runavík, at avgerðin fall,
tá ið tú skoraði øll trý Skála
málini í 3-3 javnleikinum?
– Tann dystin minnast
øll á Skála. Hetta var í fjórði
síðsta umfari, og vit vóru
frammanfyri bæði 2-1 og 3-2.
Bogi Gregersen og eg vóru
í
álopinum.
Lyklastøðan
var, tá ið Bogi fór um koll í
gjøgnumbroti í brotsteig
inum. Vit hildu, at tað var
brotsspark, men dómarin sá
tað ikki, og linjuverjin segði
seg heldur ikki at síggja
støðuna. Vit vóru vónbrotnir
eftir síðsta bríkslið og 3-3
úrslitið. Seinni vísti tað seg,
at vit kiksaðu á Tvøroyri, har
TB vann 1-0 og á heimavølli
ímóti GÍ. Tann dysturin
endaði 2-2. Tað var ta ferðina,
at GÍ í eina løtu var flutt
niður. Vit skoraðu til 2-1, tá
ið tíðin var um at vera farin,
men í evstu løtu í tíðini, sum
dómarin hevði lagt aftrat,
javnaði GÍ til 2-2, og harvið
tryggjaðu altíð stríðsfúsu
og áhaldandi gøtumenninir
sær møguleikan í endaspæli
at varðveita plássið í bestu
deildini, og tað eydnaðist
teimum.
Altjóða royndirnar
Jónhard Frederiksberg er
skrásettur at hava umboðað
Føroyar fjúrtan ferðir. Longu
áðrenn hann í 2007 flutti av
Skála og til NSÍ, sum spenti
bogan nógv fyri at vinna
fyrsta
FM
heitið,
hevði
Jónhard spæld trettan lands
dystir.
Jónhard tosar einki um
tað, men tað er neyvan langt
við síðuna av at siga, at tá
vóru tað pengarnir, sum
fluttu spælararnar av Skála,
har tað hevði verið lokali
samleikin, sum leingi var
drívmegin.
Ikki fyrrenn í summar
fekk veteranurin aftur lands
liðsboð:
– Tað var, tá ið landsliðið
7. juni skuldi spæla í Írlandi.
Jónas Tór Næs hevur seinnu
árini verið óførur høgri
vongverji. Júst tá var hann
so mikið skaddur, at tað bar
honum ikki til at spæla. Tað
kom óvart á, at Lars Olsen
sendi boð eftir mær, og eg
hevði heldur ikki roknað við,
at eg skuldi verða millum teir
fyrstu ellivu. Men soleiðis var
tað. Vit taptu 3-0, men tað var
spennandi at vera við.
Jónhard
Frederiksberg
hevur spælt tólv europeiskar
dystir fyri feløgini, sum hann
hevur umboðað.
– Eg havi altíð verið bitin
av fótbóltinum, og eg kann
ikki annað enn takka fyri
alt tað, sum eg havi fingið í
sambandi við fótbóltinum.
Hvussu tað verður í fram
tíðini fáa vit at síggja um
nakrar vikur.
joannes@sosialurin.fo
fótbóltur
Spælari
Felag
Dystir
Min.
Fróði Benjaminsen
HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2411
Christian R. Mouritsen HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2400
Øssur Dalbúð
ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2411
Jónhard Frederiksberg NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2430
Kristian Joensen
NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2385
Andy Ó. Olsen
NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2215
Leif Niclasen
EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2367
Niels Pauli Danielsen
EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 1574
Finnur Justinussen
Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2430
Bárður Hansen
Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2412
Heðin á Lakjuni
KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2430
Páll A. Klettskarð
KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2380
Hjalgrím Elttør
KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2362
Andras Gango
07Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2430
Tór-Ingar Akselsen
07Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2408
Jovan Radinovic-Panic 07Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2390
Ibrahima Camara
07Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2370
Holgar Durhuus
07Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 2179
Petur G. Dalbø
07Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 1890
Flestu landskappingar
dystir í 2013
Jónhard Frederiksberg NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2430
Finnur Justinussen
Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2430
Heðin á Lakjuni
KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2430
Andras Gango
07Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2430
Bárður Hansen
Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2412
Fróði Benjaminsen
HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2411
Øssur Dalbúð
ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2411
Tór-Ingar Akselsen
07Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2408
Christian R. Mouritsen HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2400
Flest minuttir í landskappingini 2013
Mynd: Álvur Haraldsen