mánadagur 4. november 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Heri Simonsen
Sannur hátíðardámur var
í fundarhølinum í ÍSF-hús
inum
fríggjakvøldið,
tá
Venjarafelagið
hevði
sett
fólki stevnu, sum skuldu
heiðrast hetta kvøldið. Áki
Johansen, Mattias Davidsen
og Annfinn Danielsen frá
venjarafelagnum stóðu fyri
handanini. Hetta er triðja
árið, at venjarafelagið skipar
fyri hesi serligu løtuni, har
heiðurslønir verða latnar.
Áki Johansen, næstformaður
í Venjarafelagnum heldur,
at hetta varpar eisini ljós á
felagið. Áðrenn kappingin
byrjaði gjørdi felagið eisini
vart við seg við einari venj
ingarkapping, og Áki helt,
at tað var eisini hóskandi,
at felagið gjørdi vart við seg,
aftaná kappingin var liðug.
Albert best hjá
monnum
Albert Ellefsen, høvuðsvenj
ari hjá ÍF var av sínum starvs
feløgum valdur at verða
besti venjarin í mansdeildini.
Albert duldi ikki, at hann var
fegin um heiðurin, og at tað
er nakað heilt serligt at fáa
eina viðurkenning frá monn
unum, sum fáast við sama
yrkið. Albert er eisini glaður
og nøgdur um endastøðuna
hjá ÍF í effodeildini, og hann
vónar at fáa snikkað ein hóp
saman, sum aftur kann verða
við í oddastríðnum komandi
ár.
Poul best í
kvinnudeildini
Poul G. Olsen hjá EB/Streymi
fekk heiðurin at verða valdur
til tann besta venjaran í
kvinnudeildini. Poul G. Olsen
hevur saman við felagslið
num, EBStreymi/Skála havt
eitt rimmar kappingarár í tí
fremstu kvinnudeildini, har
felagsliðið
næstan
fylgdi
teimum 14 faldu meistar
unum hjá KÍ til dyrnar í
FM-stríðnum. Poul var sera
fegin um heiðurin frá sínum
starvsfeløgum innan venjara
yrkið. Hann hevði vónir til
eitt gott kappingarár hjá
EBStreymi/Skála, men, at
tað skuldi ganga so framúr
við einum øðrum plássi var
meir, enn hann hevði kunnað
vónað.
Meinhard besti
unglingaleikarin
Venjarafelagið hevur valt
ein framtíðar leist við tveim
um talentprísum, fyri at
varpa størri ljós á tað stóra
talentarbeiðið, sum verður
gjørt kring landið, og eisini
fyri at geva stórum fótbólts
talentum eitt stórt herða
klapp. Meinhard E. Olsen,
sum bert er 16 ára gamal, og
sum hevur spælt heilar 18
U17 landsdystir var kosin at
verða besti unglingaleikarin.
Meinhard hevur verið eyð
sýndur á U18 liðnum hjá
NSÍ, sum vann FM, og hann
hevur fingið møguleikan í
fimm dystum hjá effodeilds-
liðnum hjá NSÍ. Meinhard
vónar at gera meira vart við
seg í effodeildini komandi
ár. Tá U17 landsliðið vann
1-0 á San Marino í einum
EM
undankappingardysti
í Georgia skeyt Meinhard
sigursmálið.
Bartal besti
dreingjaleikarin
Í HB verður ikki dult, at
Bartal Wardum er eitt tað
størsta talentið teir eiga.
Venjarafelagið hevur eisini
borið eyga við hetta, og Bartal
Wardum var kosin at verða
besti spælarin í dreingja
deildini. Oddbjørn Joensen
hevur eisini givið Bartali
nakrar minuttir á tí besta
liðnum hjá HB í ár. Bartal
var eisini sera eyðsýndur, tá
HB vann steypafinaluna hjá
U16 dreingjum á Tórsvølli,
tá teir í einum minniligum
dysti vunnu 6-4 á NSÍ, aftaná
longda leiktíð. Bartal, sum er
av góðari hondbóltsætt sigur,
at hann valdi fótbóltin, tí
fótbólturin hevur fleiri størri
altjóða avbjóðingar at bjóða
honum.
Jonhard er
»Ársins eldsál«
Tann heiðurin, sum Venjara
felagið lat, sum hevur givið
eina mest endurljóð kring
landið, er heiðurin, sum var
latin til Jonhard Hansen úr
NSÍ, sum var kosin at verða
»Ársins
eldsál«.
Jonhard
hevur ótroyttiliga lagt eitt
ótal av tímum í NSÍ, har
hann bæði hevur verið sam
skipari,
venjari,
liðleiðari
og nevndarlimur. Jonhard,
sum hevur verið í gongd í
eina fjórðingsøld fegnast
um heiðurin. Hann leggur
tó eina við, at hann ætlar at
stríðast fyri NSÍ minst 10 ár
aftrat, áðrenn hann fer at
trappa niður. Á in.fo ber til
at síggja kykmyndir av øllum
handanum
hjá
Venjara
felagnum. Har ber eisini til
at hoyra ljóðsamrøður við
teir, sum vóru heiðraðir í ÍSF-
húsinum fríggjakvøldið.
heris@sosialurin.fo
Venjarafelagið hevði eina hátíðarliga løtu í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið, har virðislønir vóru
latnar til ársins venjarar hjá kvinnum og monnum. Eisini vóru talent-virðislønir latnar til ársins
spælarar í dreingja- og unglingadeildini. Ein virðisløn var eisini latin til »Ársins eldsál«
Albert og Poul
ársins venjarar
Mynd: Álvur Haraldsen