Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat vil samgongan við rannsóknarskipinum? Bogi Hansen havfrøðingur Føroyar hava átt tvey rann­ sóknarskip. Jens Christian Svabo varð brúktur frá 1964 til 1981, tá Magnus Heinason varð keyptur og umbygdur til rannsóknarskip. Magnus verður framvegis brúktur; men hann er nú gamal og illa farin. Í 2008 kunngjørdi lands­stýrismaðurin í fiski­ vinnu­málum tí, at vit skuldu byggja eitt nýtt rann­sóknar­ skip, og peningur varð settur av til eitt forprojekt, sum var liðugt í 2009. Løgtingið sam­tykti 22.mai 2011 eina verklagslóg, at skipið skuldi byggjast og vera liðugt í 2014. 25 milliónir vórðu sett­ar av í 2011 til at gera út­bjóð­ingar­ til­far og at fyrireika bygg­ ing­ina. Útbjóðingartilfarið var liðugt og handað lands­stýris­ manninum í fiski­vinnu­ mál­um 30. mars 2012; men ver­andi sam­gonga heldur eftir øll­um at døma ikki, at Lands­kassin skal fíggja eitt nýtt rannsóknarskip. Pen­ ingur er ikki settur á fíggj­ ar­lógina til tað. Eina tíð stóð ein upphædd á lang­tíðar­ løguætlanini fyri 2017; men tað skilst, at eisini hon er horvin. Tosað hevur verið um at lata onkran privatan byggja eitt nýtt skip; men einki ítøkiligt er um tað. Tey nógvu komandi ár­ini fara vit tí bara at hava Magn­ us Heinason; men hann er sum nevnt gamal. Í fjør var hann so illa farin av rusti, at hann ikki slapp at loysa, um ikki ábøtur vórðu gjørdar. Sama hevur verið í ár. Hetta hevur kost­að Hav­stovuni næstan 4 milli­ónir; men Lands­stýrið vildi ikki geva Hav­stov­uni hesa upp­hædd­ ina eyka. Tað mesta av pen­ ing­in­um mátti tí takast av rakstr­inum, og kanningarnar hava verið nógv skerdar bæði í fjør og í ár. Nú er Magnus so frægt lapp­aður, at hann sleppur at sigla; men nær næsta brek­ið vísir seg, og hvussu álvars­ligt tað verður, er ikki til at siga. Vónandi kann hann sigla nøkur ár aftrat, til onk­ur onnur loysn er funnin; men tað er ikki vist. Tað næsta brekið kann vera so kostn­ aðar­mikið at umvæla, at skipið má leggjast. Tá hava vit onki rannsóknarskip í nøk­ur ár, til eitt nýtt er bygt, ella onkur – helst dýr og vána­lig – lappaloysn er funn­in. Politiska skipanin má seta sær sjálvari nakrar spurn­ing­ar. Hava vit tørv á einum rannsóknarskipi? Tað eru altíð ymiskar mein­ ing­ar um, hvørjum eitt sam­ felag hevur tørv á, so kanska er betri at spyrja, hvat við missa, um vit einki skip hava. Fyrst hava vit gransk­ing­ ina. Tað føroyska havøkið hev­ur stóran týdning fyri heims­høvini og alheims veð­ur­lag, og vit kunnu við ein­um før­oyskum rann­ sókn­ar­skipi kanna hetta økið nógv bí­lig­ari enn skip, sum mugu koma langan veg higar. Før­oysk hav­gransk­ing er tí vorð­in viður­kend á al­ tjóða støði, og vit fáa ár­liga millióna­upp­hædd­ir til landið úr útlendskum gransk­ingar­ grunn­um. Umframt havið sjálvt kanna vit tað livandi til­feing­ ið, sum er í tí. Okkara havøki er vítt, djúpt og ógvuliga fjøl­ broytt. Í tí er ein ørgrynna av ymiskum sløgum av fiski og øðrum livandi verum, sum øll eru tengd at broytingum í hav­inum og liva hvør av øðr­um. Vit hava kannað hetta livandi tilfeingi í nógv ár; men enn er nógv eftir at gera, um vit í framtíðini vilja troyta havsins tilfeingi burð­ ar­dygt. Innan gransking er tann mest avgerandi fortreytin fólkið. Eitt varandi gransking­ ar­umhvørvi kanst tú bara byggja upp, um tú hevur eina kjarnu av granskarum, sum vilja støðast í landinum. Tað merkir í okkara føri, at tú mást hava eina kjarnu av føroyskum granskarum. So kunnu fólk uttaneftir koma aftrat. Gransking av havinum er eitt av fáum økjum, har vit í dag hava fleiri ungar, dugna­ ligar føroyingar, sum hava prógvað sín gransk­ingar­ før­leika. Tey hava ongan trupul­leika at fáa arbeiði aðra­staðni, og tað er lætt at reka tey av landinum, um tey ikki fáa arbeiðsumstøður her; men tað fer at taka áratíggju at byggja eitt umhvørvi upp av nýggjum. Granskingin av havinum og tess livandi tilfeingi er fyrst og fremst ein íløga í framtíðina, sum kann tryggja, at vit eisini í komandi tíðum kunnu liva burðardygt við og av havinum. Fyri dagin í dag er ráðgevingin kanska meiri umráðandi. Havstovan ger hvørt ár metingar av teimum týdningarmestu føroysku fiska­stovnunum og ger sam­ an við øðrum londum met­ ing­ar av stovnum, sum ferð­ ast gjøgnum okkara hav­øki. Hesar metingar eru neyð­ ugar fyri eini skilagóðari stýr­ing av fiskivinnuni, og tær ger­ast ikki uttan eitt rann­sóknar­skip. Eg veit væl, at tað eru ymiskar meiningar um fiski­ vinnustýring, og vit kunnu øll vera samd um, at tann ringa støðan í botn­fiska­ stovn­unum í stóran mun er av náttúruávum. Í nógv ár hevur gróðurin á Land­grunn­ inum verið vánaligur, og tað minkar um bæði tilgongd og vøkstur hjá fiskinum. Men júst tá náttúran er kørg, er neyðugt at fara væl um hana. At fiska ein stovn so harðliga, at fiskurin ikki nær at eta seg stóran, er sum at taka lombini á Jóansøku. Tað hevði eingin funnið uppá at gjørt við lomb; men tað hava vit gjørt við toska- og hýsustovnin. Yvirhøvur er lítil ivi um, at ov harðligur fiskiskapur á hesar báðar stovnar í vánaligum tíðum hevur kostað føroyska samfelagnum hundraðtals milliónir; nógv meiri enn eitt nýtt rannsóknarskip kostar. Sjálvt tey, sum eru ímóti øllum avmarkingum av fiski­ skapi, mugu eisini ásanna, at hon kann gerast neyðug av heilt øðrum orsøkum. Í størri og størri mun krevja fólkini í útheiminum, sum keypa fisk, at hann er fiskaður burð­ ar­dygt. Tað kostar í prísi, tá vit ikki kunnu prógva, at so er. Burðardygg og skilagóð fiskivinnustýring krevur sjálvandi eisini politikarar, sum hava skil og rygg til at seta hana í verk; men skuldu vit onkuntíð fingið tílíkar politikarar, so fáa teir einki gjørt uttan ta vitan, sum eitt rannsóknarskip savnar. Hyggja vit at teim­um stóru ferðandi upp­sjóvar­ stovn­un­um, svart­kjafti, sild og makreli, so kunnu vit ikki stýra fiski­skap­in­um einsa­ møll. Tað gera fleiri lond í felag, og hvør vil hava sum mest til sín. Tá er um­ráð­ andi at hava góða vitan um stovn­ar­nar. Tað, fiski­frøð­ ing­urin kann gera í mill­ um­landa samráðingum um veiðu­rættindi, er at finna øll tey viðurskifti, sum tala fyri, at vit eiga stóran part av veið­uni. Tað kann tryggja okk­um betri veiðurættindi, og tað ger eingin annar fyri okk­um; men tað má gerast á ein­um sak­lig­um grund­ar­lagi, og tað má kunna prógv­ast við kann­ingar­úr­slit­um. Nak­ rar kanningar av upp­sjóvar­ fiski verða best gjørd­ar við at leiga eitt fiski­skip úr flot­ an­um; men aðrar kann­ing­ar krevja eitt serútgjørt rann­ sóknar­skip. Aftur her kann eitt rann­sóknarskip vinna tí før­oyska samfelagnum hundr­að­tals milliónir. Hava vit ráð til eitt nýtt rannsóknarskip? Við nýggjari tøkni ber til at minka munandi um olju­ nýtsl­una. Tí verður eitt nýtt rann­sóknarskip ikki mett at vera dýrari í rakstri enn Magnus hevði verið, hóast tað verður nakað størri. Tað kostar tó sjálvandi at byggja. Endaliga byggikostnaðin kenna vit ikki, fyrr enn skip­ið er boðið út, og tilboðini inn­ afturkomin; men tað skipið, sum var liðugt projekterað í 2012, varð mett at kosta um­ leið 200 milliónir. Hava vit ráð til tað? Sum longu nevnt, er hetta ein íløga, sum hevði lønt seg aftur ógvuliga skjótt, um vit brúktu kanningarnar til eina skilagóða fiski­vinnu­ stýr­ing og í millumtjóða sam­ ráðingum um fiskirættindi. Í fyrsta umfari krevur hetta tó eina íløgu, og tað merkir helst, at onkur onnur íløga má útsetast. Ella ger tað tað? Sam­gong­ an tykist at halda øðiliga fast um at fáa hallið á fíggjarlógini niður skjótast gjørligt; men samstundis hevur hon givið okkum høgt løntu ein feitan skattalætta. Sum eg havi skilt, kostar skattalættin Lands­kassanum millum 200 og 300 milliónir um árið. Eitt nýtt rannsóknarskip hevði so kostað 8-12 mán­að­ir av skattalætta. Eg veit ikki, hvussu nógvir sam­gongu­lim­ ir upp­runa­liga trúu Jørgin'sa sannføring um, at ein skatta­ lætti til tey hægstløntu av sær sjálvum fór at økja um produktivitet og økja inn­ tøkurnar til Landskassan, so at hann spardist innaftur eftir stuttari tíð. Nú munnu tey flestu hava sannað, at hetta var rein ideologi, sum ikki bygdi á nakran veruleika. Men avtaka vit skattalættan, so missa øll landsstýrisfólkini og helst eisini teir flestu løg­ tingslimirnir nógvar túsund krón­ur úr lummanum hvønn mán­að. So tað er neyvan trúligt. Tað nýggja rannsóknar­ skip­ið er sostatt komið í bólk saman við einari rúgvu av øðrum almennum tæn­ast­ um, sum mugu sparast inn at beini, tí at vit høgt løntu ikki hava ráð at rinda meiri skatt: Skúlaverk, ment­an, heilsu­verk, eldra­um­sorgan o.s.fr. Undantøk verða sjálv­ andi gjørd við­hvørt, har hund­rað­tals milli­ónir knapp­ liga eru tøkar; men eitt rann­ sóknarskip verð­ur ongatíð ein tunnil og er enn­tá illa egnað sum ferða­manna­skip. Skal eitt nýtt rann­ sóknar­skip fíggjast alment ella privat ? Við verandi politiska landslagi tyk­ist lítil vón sostatt at vera fyri, at Landskassin fíggj­ar byggingina av einum nýggj­ um rannsóknarskipi. Hin­ vegin tykjast nakrir politik­ arar at hava sæð, at Magnus Heinason lættliga kann fáa eitt so stórt brek, at hann má leggjast, og at tað kann vera dýrt fyri Føroyar at vera utt­ an rannsóknarskip. Hví so ikki lata onkran reiðara ella onkran annan byggja skipið privat? Er tað ikki ein frálík loysn? Tað valdast, hvat vit vilja brúka eitt nýtt rannsóknar­ skip til. Um høvuðsendamálið er at byggja eitt skip, sum kann leigast til útlendingar, og annars gera rannsóknir í før­oyskum sjógvi, tá eingin ann­ar brúkar tað, so er at byggja tað privat. Men tað merkir samstundis, at vit ikki hava nakað veruligt føroyskt rannsóknarskip. Tey seinastu árini hava sparingar og um­ væl­ingarnar av Magnusi gjørt, at Havstovan ikki hevur havt nóg mikið av fígging til at reka hann fulla tíð. Áðrenn tað lá hann einar tríggjar mán­aðir um ársskiftið og ein­ar 5 vikur aðrar tíðir á árinum. Restina av tíðini gjørdi hann rannsóknir og fiskiroyndir. Eitt skip krevur altíð regluligt viðlíkahald, og manningin má sleppa í feriu og at avspáka sum onnur fólk. Onki rannsóknarskip kann tí brúkast nógv størri part av árinum, enn Magnus hevur verið. Skal eitt nýtt rannsóknar­ skip røkja tær somu uppgáv­ ur­nar, sum Magnus gjørdi, so verður ikki nógv tíð til at leiga tað út. Inntøkurnar til privata eigaran mugu so­ statt fyrst og fremst koma úr Lands­kass­an­um; men eing­in kann vænta av ein­um pri­vat­ um eig­ara, at hann skal missa pening av at byggja land­ in­um eitt rann­sóknar­skip. Landið má rinda honum fyri av­dráttir og rentur til lántøku í sambandi við bygging, fyri rakstur, og sjálvandi vil hann hava ein vinning. Verður eitt nýtt rannsóknarskip bygt privat, eru bara tveir møguleikar. Annaðhvørt verð­ur kanningarætlanin nógv skerd í mun til tað, sum Magn­us plagdi at gera. Ella fer hetta at kosta Lands­ kass­an­um meiri, enn um skip­ið var bygt fyri al­menna fígg­ing. Hetta er tó kanska ikki tann størsti trupulleikin við einum privatum rann­sóknar­ skipi, tí fiskirannsóknir eru ógvuliga tíðarbundnar. Gýt­ ingin hjá einum fiskastovni má kannast í gýtingartíðini, og gróðurin í sjónum má kannast í gróðrartíðini. Eisini fer nógv tíð til spillis um veturin av illveðri. Kanningar í føroyskum øki mugu tí ger­ ast, tá tíðin er til tað; men hetta er samstundis tann tíðin, tá okkara grannalond helst vilja gera kanningar. Um privati eigarin bara fær leigað skipið út, tá tørvur ikki er á tí til kanningar hjá okkum, tímir so nakar útlendingur at leiga frá honum? Og hvat nú, um Havstovan hevur tørv á at gera broytingar: Fáa nýggj tól, umvæla ella broyta okkurt spæl, ella hvat veit eg. Um tann privati eigarin ikki sær nakran vinning av hesum, hví skal han so gera tað? Og verður eitt nýtt rann­ sóknarskip bygt og rikið við fígging úr Landskassanum, so kann tað framvegis leigast út, tá tað ikki skal gera kann­ ingar í føroyskum sjógvi. Magn­us Heinason er fleiri ferðir leigaður út í styttri ella longri tíðarskeið. Munurin er bara, at tá órógvar tað ikki okk­ara egnu kanningar, og tá fara leiguinntøkurnar ikki í lumman hjá tí privata eig­ aranum. Tá fara tær til upp­ aftur fleiri kanningar heima hjá okkum. Nógvir politikarar og onn­ ur fólk við tykjast halda, at alt verður betri gjørt privat enn alment. Tað er sjálvandi í nógvum førum rætt. Men líka sjálvandi er tað ikki al­ tíð rætt. Enn havi eg ikki hoyrt nakran skjóta upp at pri­vati­sera fólkaskúlan, Lands­sjúkra­húsið, ella enntá Smyril. At privati­sera eitt nýtt føroyskt rann­sóknar­ skip er líka ørt. Jú, vit hava tørv á einum nýggjum rannsóknarskipi, og vit hava ikki ráð til at lata vera við at byggja tað; men verð­ur tað gjørt privat, so er tað bara fyri at fjala yvir polit­iskt dugnaloysi, og tað verð­ur ein dýr og vánalig loysn. Fyri ikki at verða ov nógv misskiltur, skal eg kanska leggja aftrat, at eg sjálvur verði 68 um ein góðan mán­ að, og at eg eri vorðin so stív­ur og kloss­ut­ur, at eg ikki hætti mær at ar­beiða mun­andi á skipi longur. So mær per­són­liga fer eitt nýtt rann­sóknar­skip ikki at gera til­ver­una lættari.