mánadagur 4. november 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
22
Vilmund Jacobsen
Leygardagin 2. november, tá
fyrsti harudagur var í ár, var
av besta veðri, og í nógvum
hagum kring um í Føroyum,
har loyvt er at skjóta haru,
vóru menn og skutu.
Eisini í Nólsoy, har skip
anin er hon, at skotið verður
ein dag í harutíð, vóru menn
á haruveiði. Hjá nólsoying
um royndist dagurin eisini
rímiliga væl. 20 mans vóru
á haruveiði um alla oynna,
og tá dagur var lokin, høvdu
teir fingið tilsamans 61 harur,
sum er nakað meir enn mið
al síðan 1998, tá haruveiðan
varð tikin uppaftur.
Nólsoyingar hava stovn
að harufelag - Lepus Timitus
- og felagið hevur keypt teir
tríggjar hagarnar í Nólsoy
fimm ár fram fyri ásett
krónutal. Tað merkir, at fel
agið hevur tryggjað sær rætt
til at skjóta haru fimm ár
fram.
Býta fongin
Í góðveðrinum leygarmorg
unin fóru nólsoyingar avstað,
eftir at Ternan var komin út
um fjørðin klokkan 8.15.
- Gingið var suður eftir
síðuni vestantil á oynni, og
so varð farið upp á og skotið
suður á Borðuna. Á vegnum
heim aftur var gingið uppi
á oynni og suður í Dalarnar
eystantil.
Úr Nólsoy verður sagt, at
tað var ikki so nógv hara at
síggja sum vanligt, og tað er
helst góða veðrið náttina fyri,
sum var orsøkin til tað.
Tá menn eru komnir aftur
til bygdar við veiðini, verður
fongurin býttur millum teir,
ið hava skotið, og síðan verð
ur ein lítil veitsla hildin. Tá
menn hava fingið mettuna
og kanska hava fingið okkurt
leskandi, verður farið at
fletta.
Flettu 24 harur
Úr Nólsoy verður sagt, at
menn ofta taka seg saman
at fletta, og eftir veitsluna
leygarkvøldið flettu teir 24
av teimum 61 harunum.
- Vit hanga harurnar upp
eftir høvdinum, skorið verð
ur runt um hálsin, og síðan
verður skinnið hálað av. Tá
skinnið er fingið av, verður
haran sprett, og innvølurin
verður tikin út.
Í onkrum bygdum og
oyggjum velja menn at lata
haruna hanga í eina tíð at
ræsa, áðrenn hon verður
flett.
- Soleiðis gera vit ikki her
í Nólsoy. Her verður haran
flett, tá menn eru komnir
aftur av veiðiferðini, verður
sagt í Nólsoy.
Nólsoyingar á haruveiði
í góðveðrinum leygardagin
Her er tað Jón Tórur Einarsson, ið flettir. Tá skinnið er fingið av,
verður haran sprett, og innvølur verður tikin út.
Vilmund Jacobsen
Í fjør var felagsformans
val í Føroya Fiskimanna
felag, og árið fyri var
sóknarformansval. Í ár
er aftur val í felagnum,
og hesaferð er tað sýslu
formansval.
At
sýsluformansval
verður, merkir, at nevnd
arlimir skulu veljast í
stjórnina
í
felagnum,
sum saman við felagsfor
manninum mynda leiðslu
felagsins.
Tað eru seks sýslufor
menn, sum skulu veljast,
og freistin at stilla upp
til valið er 4. desember
klokkan 16.
Fiskimannafelagið
verður stýrt av eini fel
agsstjórn, sum hevur sjey
limir, seks sýsluformenn
og felagsformaðurin.
Ein
sýsluformaður
verður valdur fyri hvørja
sýslu, og tveir tiltaks
menn verða valdir fyri
hvønn sýsluformann.
Felagsstjórnin,
sum
soleiðis er sýsluformenn
inir saman við felagsfor
manninum, velur síná
millum næstformannin í
Fiskimannafelagnum.
Eins og undanfarin
ár, heldur Føroya Fiski
mannafelag aftur í ár
landsfund millum jól og
nýggjár, tá flestu fiski
menn eru heima.
Velja nýggja
stjórn í FF
Um vikuskiftið hava tal
entvenjingar verið í Høll
ini á Hálsi í Havn og í
Hoyvíkshøllini.
Tað er Hondbóltssam
band Føroya, sum skipar fyri
talentvenjingum fyri U12,
U14, U16/17 dreingir og gentur,
og er tað ungdómsvenjarin
hjá H71, Flemming Oliver
Jensen, hevur staðið fyri
venjingunum.
Talentvenjingar hava ver
ið í seks ymiskum bólkum:
U12 dreingir, U12, gentur,
U14 gentur, U14 dreingir, U16
dreingir og U17 gentur. Hvør
bólkur fer at verða saman
tvær ferðir um mánaðin í
hálvanannan tíma hvørja
ferð.
Til fyrstu venjingarnar
hava venjarar í deildunum
valt út leikarar, sum teir
halda eiga at vera partur av
talentvenjingunum. Burtur
úr hesum leikarum vórðu so
lið sett saman at spæla hvør
ímóti øðrum.
Eftir fyrstu venjingina
verða 20 leikarar valdir út
at møta til næstu ferð, og tá
byrjar sjálv talentvenjingin.
Sambært HSF, so skal tað
undirstrikast, at tað merkir
ikki, at leikarar, sum í hesum
sambandi ikki fáa boð at
møta aftur, endaliga eru úti
av myndini, tí tillagingar
fara fram alla tíðina – í mun
til, hvussu leikarar klára seg
og annars mennast gjøgnum
kappingarárið.
Ungdómar til talentvenjing
í hondbólti
Tað er ungdómsvenjarin hjá H71, Flemming Oliver Jensen,
hevur staðið fyri talentvenjingunumvenjingunum
Á harudegnum í Nólsoy verða
heiðurslønir lætnar til besta skjúttan,
sum leygardagin gjørdist Jón Jacobs-
en. Hann skjeyt fýra harur við fýra skotum.
Strálan á Strondum byggir kappróð
rarneyst í trimum hæddum. Neystið,
sum nú stendur innilokað, stendur í
900.000 krónum - og alt er goldið.
Nólsoyingar hava stovnað harufelag -
Lepus Timitus - og felagið hevur keypt teir
tríggjar hagarnar í Nólsoy fimm ár fram