mánadagur 4. november 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
23
Vilmund Jacobsen
Árliga sølustevnan SøluRásin
verður nú fyri sekstandu ferð
hildin í Ítróttarhøllini á Skála.
Dagarnir eru leygardagurin
og sunnudagurin 9. og 10.
november.
Anfinn
Gærdum,
sum
er formaður í Stráluni og
samskipari av SøluRásini,
sigur, at neyðugt hevur verið
at brúka nógva orku fyri at
selja allar teir umleið 450
fermetrarnar av gólvplássi,
sum Ítróttarhøllin á Skála er
karmur um.
Hann
heldur,
at
ein
orsøkin til, at tað hevur verið
truplari at fylla høllina við
framsýnarum seinnu árini, er
stagnatiónin í búskapinum.
- Jú, tað er eitt stríð at
fylla høllina, men nú eru
vit komin undir land við
umleið 29-30 framsýnarum,
ið selja alt frá knappanálum
til bilar.
Anfinn Gærdum sigur,
at um onkur er, sum kundi
hugsað sær at verið við
aftrat, ber til at venda sær til
hansara.
- Vit hava nakrar fermet
rar eftir, sum kunnu seljast,
sigur hann.
Hevur yvirlivað
SøluRásin,
sum
seinastu
sekstan árini hevur verið eitt
afturvendandi tiltak á Skála,
er ein av teimum fáu sølu
stevnunum, sum vit kenna
tær, ið hevur yvirlivað øll
hesi ár.
- Vit leggja stóran dent
á at gera framsýningina og
tiltakið annars so vitjunar
vinarligt sum gjørligt, soleið
is at øll, sum við eru, kunnu
fáa nakað burturúr, sigur
Anfinn Gærdum.
Nógv undirhald verður sum
vant í høllini á Skála bæði
leygardagin og sunnudagin,
og her verður talan um
alt frá sangi og tónleiki til
mótasýningar og TrøllaPætur
og TrøllaOmmu.
Býta avlopið
Tað eru tey fýra feløgini á
vestara armi á Skálafjørð
inum, Strálan, StÍf, Skála
Ítróttarfelag og Skála Kapp
róðrarfelag, sum skipa fyri
SøluRásini.
Samskiparin
sigur,
at
størsti básurin á SøluRásini
er 30 fermetrar, og so er
eisini ein básur, sum er 25
fermetrar. Nakrir básar eru
15 fermetrar - og so eru fleiri,
sum eru 10 fermetrar.
- Flestu framsýnararnir
eru av Skálafjørðinum og úr
Eysturoy, men vit hava eisini
framsýnarar úr Havn og úr
Norðoyggjum, sigur Anfinn
Gærdum.
Avlopið
av
SøluRásini
verður býtt millum tey fýra
feløgini á vestara armi á
Skálafjørinum.
- Vit leggja stóran dent á at gera framsýningina og
tiltakið annars so vitjunarvinarligt sum gjørligt, so
leiðis at øll, sum við eru, kunnu fáa nakað burt
urúr, sigur Anfinn Gærdum, samskipari
Hann er krumptappurin aftan fyri SøluRásina á Skála, sum nú hevur sekstan ár á baki
Vilmund Jacobsen
- Tvey línuskip eru undir
Íslandi og koma vænt
andi inn at landa síðst í
hesi vikuni. Skipini hava
ein blanding av toski,
hýsu, brosmu og longu og
møguliga eisini nakað av
blálongu og kongafiski.
Fiskamarknaður Før
oya veit at siga, at streym
urin verður harður fyrst í
vikuni.
- Tí er væntandi, at
fleiri línuskip koma inn
at landa í dag.
Lagt verður aftrat, at
tvey línuskip eru á Rygg
inum og fiska tosk, blá
longu og svartkalva. Hini
línuskipini eru á djúpum
vatni
og
fiska
mest
brosmu, longu og nakað
av toski. Eitt línuskip
fiskar tó tosk og hýsu.
Fiskamarknaður Før
oya vísir á, at eitt línu
skip er í Eysturgrønlandi
og fiskar svartkalva, og
hetta skipið landar neyv
an hesa vikuna.
Væntandi er ikki, at
nakar serligur útróður
verður hesa vikuna, nú
streymurin er harður, og
veðurútlitini eru skift
andi.
Partrolararnir,
sum
allir fiska upsa, hava
misjavn,
men
heldur
smáligan fiskiskap. Teir
koma inn at landa, sum
vikan gongur.
- Tveir djúpvatnstrol
arar fiska upsa og ein
fiskar svartkalva og ann
an djúpvatnsfisk. Teir,
sum fiska upsa, landa
helst síðst í hesi vikuni.
Fiskamarknaður Før
oya veit at sita, at restin
av djúpvatnstrolarunum
antin
frysta
veiðina
umborð ella liggja við
bryggju.
Vænta
fleiri
línuskip
í dag
Vilmund Jacobsen
Tá heiðurslønir verða latn
ar á harudegnum í Nólsoy,
er tað ikki neyðturviliga
tann, sum fær flestar harur,
ið eisini fær harusteypið.
Besti skjúttin er tann,
ið skjýtur flestar harur við
fægstu skotum. Tí fekk Jón
Jacobsen heiðurin í ár - við
fýra harum fyri fýra skot.
Kenneth Olsen var ann
ars maðurin, sum leyg
ardagin fekk flestar harur í
Nólsoy, átta í tali. Næstur í
tali var Karlot Hergeirsson,
sum fekk sjey harur.
Kenneth fekk
átta harur
Tann, sum fekk flestar harur í
Nólsoy leygardagin, var Kenneth
Olsen - við sínum átta harum
Síðan 1998 hava nólsoyingar skotið tilsamans 990
harur, harav 61 vórðu skotnar leygardagin
Loyvt er at skjóta
haru frá 2. november til
31. desember. Her er tað
Bjarki Henriksen á Sandi,
sum var sær ein lítlan túr
við byrsuni leygardagin.
Í kvøld klokkan 19 fer
Páll Kunoy at halda
fyrilestur í Skála
skúla um sluppirnar,
Imanuel og Lauru, sum
gingu burtur í 1932.
Anfinn Gærdum drívmegin
aftan fyri SøluRásina