Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 26 Fólkaflokkurin vil ikki vita av eini uppboðssølu av fiski Íslendingar og føroyingar hava eitt serligt samband - Føroyingar hava altíð stuðlað íslendingum í okk­ara svárastu løtum, sigur íslendski fíggjarmálaráðharrin. Tað sigur Bjarni Benediktsson, formaðurin í ís­ lendska Sjávstýrisflokkinum og íslendskur fíggjar­mála­ ráðharri. Hann var gestarøðari á landsfundinum hjá Fólka­ flokkinum og í røðu síni legði hann dent á, hvussu stóran týdning, sambandi ímillum Føroyar og Ísland, hevur. Íslendingar og føroyingar hava eitt heilt serligt samband. Í oktober í 2008 vóru tit okkara einastu vinir og tað hava tit hava altíð stuðlað okkum í okk­ara svárastu løtum, sigur Bjarni Benediktsson. Hann sigur, at vónar at íslendingar fáa høvi at løna okkum tað aftur. Gongur væl Í Føroyum hevur íslendski fíggjarmálaráðarrin havt fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjar­mál­ um, og har staðfestu teir, at teir eru samdir um, at halda Føroyar og Ísland uttanfyri ES. Eg haldi, at Føroyar og Ísland kunnu stuðla hvørj­um øðrum í tí sambandinum, sigur Bjarni Benediktsson. - Vit fingu sjálvstýrið fyri meiri enn hálvari øld síð­ ani og vit hava ongar ætlanir um at geva tað frá okk­um aftur, segði hann. Hann vísir annars á, at nú gongur av álvara væl aftur í Íslandi og fyri fyrstu ferð í fleiri ár, er gevur fíggjarlógin fyri næsta ár aftur avlop, men tað hevur verið strævið. Inntøkuskatturin í Íslandi er lækkaður og tað er vinnulívsskatturin eisini sum heild. Ætlanin er eisini at skatta hann hesi næstu árini, men tær stóru fíggingarfyritøkurnar hava fingið álagt at rinda hægri skatt. Áki Bertholdsen - Okkara stóra avbjóðing verð­ur at tálma útreiðsl­un­ um. Tað staðfesti Jørgen Nic­ lasen, formaður Fólkafloksins á landsfundinum hjá flokk­ inum leygardagin. Hann sigur, at næstu árini eru útlit fyri, at inntøkurnar fara at halda og enntá at veksa. - Tann stóra avbjóðingin er at tálma útreiðslunum og tí skulu nýskipanir setast í verk, leggur hann afturat. - Búskaparvøksturin má og skal vera størri enn út­ reiðslu­økingin, annars kem­ ur ikki javnvág í. Veksur hitt almenna skjótari enn vinnu­ lívið, verða vit fátækari ár undan ári. 10 prosent Og Jørgen Niclasen staðfest­ir, at vit eiga at byrja á sjálvum toppunum. Í hesum sambandi arb­ eiða vit við eini ætlan um at samskipa aðalráðini í Lands­ stýrinum. - Ætlanin er at spara 10 pro­sent hesi næstu trý árini, sigur Jørgen Niclasen. - Vit rationalisera og leggja stovnar saman. Minni um­ siting, færri pengar og somu uppgávur, sigur formaður Fólka­floksins. Hann vísir eisini á av­ gerðina um. At hvørja ferð tað almenna keypir fyri yvir 50.000 krónur, skal tað bjóð­ ast út. Hann nevnir tó einki um, hvørj­ar almennar uppgávur skulu útveitast. Føroyingar vóru okkara einastu vinir Útlendskur gla keypir fiskin un Áki Bertholdsen - Ein útlendskur glas­ treva­bátur keypir øll fiski­ rættindini. Tað er ræðumyndin hjá Fólkaflokkinum, nú tos­að verður um at nýskipa fiski­ vinnuna. Á landsfundinum leyg­ar­ dagin vónaðu fólkafloksfólk, at tað eydnast samgonguni at semjast um eina fiski­ vinnunýskipan. Men spurningurin er um Sambandsflokkurin sabot­ erar hetta arbeiðið, sigur Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á løgtingi. Hann vísir á, at Sam­bands­ flokkurin heldur fram at gera feilir, sum hann málber seg, og seinasti feilurin er, at nú er flokkurin farin at tosa um eina uppboðssølu av fiski. Hann vísir á, at Fólka­ flokkurin var trygdin fyri, at tilfeingisgjøldini ikki eru nógv hægri, enn tey eru. Tryggir karmar Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at Fólkaflokkurin vil hava greið­ar ásetingar um, hvussu nógvur fiskur skal avreiðast í Føroyum og greiðar áseting­ar um útlendskan eigaraskap. Fólkaflokkurin vil hava tað, tey kalla tryggar karmar fyri fiskivinnuna og tí vil flokkurin ikki vita av eini uppboðssølu. - Tað merkir sera ótrygg­ ar karmar, tí eingin kann gera nýíløgur. Vit fáa kanska nakrar silvurmyntir í landskassan. Men av roynd­ um vita vit, at út­lendingar við einum glas­trevabáti keypa øll rættindini, og kunnu so loyva okkara fiskimonnum at fiska móti lítlum gjaldi. - Okkara fiskivinna fær molarnar av útlendingaborði, og vinnan verður armað nið­ ur, staðfestir Jørgen Nic­ lasen. - Valið stendur millum trygg­ar karmar til okkara fiski­vinnu ella útarming við upp­boðssølu, leggur hann afturat. JacobVestergaard, lands­ stýris­maður í fiski­vinnu­ mál­um sigur, at hann hev­ ur bíðað síðani í vár eftir einum útspæli frá Sam­ bandsflokkinum og Mið­ flokkinum. Men nú verður arb­eið­ið fyri eini nýskipan á fiski­ vinnuøkinum tik­ið upp aftur, sigur lands­stýr­is­mað­urin í fiski­vinnumálum. Íslendski fíggjarmálaráðharrin sigur, at føroy­ ing­ar hava eitt heilt serligt sam­band. Hann hevur hitt Jørgen Niclasen og hann sigur, at semja er um at halda Føroyar og Ísland uttanfyri ES Skulu spara 10 prosent Miðfyristingin hjá landsstýrinum skal skerjast munandi hesi næstu árini Sparingarnar skulu byrja í toppinum, heldur Jørgen Niclasen, sum er einmælt afturvaldur til formann í Fólkaflokkinum