mánadagur 4. november 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
27
Áki Bertholdsen
- Tað er ikki nóg mikið, at tað loysir seg at arbeiða. Tey,
sum vilja arbeiða meiri, mugu sleppa til til tað
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, formaður Fólka
floksins.
Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin,
fegnast hann um, at tað er toliliga friðarligt á føroyska
arbeiðsmarknaðinum
Størsti sáttmálin hjá Fíggjarmálaráðnum er við
Lærarafelagið, og hann varð undirskrivaður hós
dagin.
Samstundis eru manningarfeløgini og Fíggj
armálaráðið aftur farin til samráðingarborðið og
verkfallið á Strandferðsluni er útsett.
- Talan er um sámiligar sáttmálar, tí fakfeløgini vísa
samfelagsábyrgd, staðfestir Jørgen Niclasen.
Nýggir tónar
Hann fegnast eisini um, at fakfeløgini hava broytt
kós.
- Fyrr hoyrdu vit oftast fakfeløg krevja longri feriu
og styttri arbeiðstíð. Men nú hava fakfeløgini hinvegin
sterk ynski um at sleppa at arbeiða meir.
Formaðurin í Fólkaflokkinum staðfestir, at stór mis
nøgd er um, at nógv fólk í almennum starvi sleppa ikki
at arbeiða fulla tíð.
- Hetta eru tónar, ið vilja framburð og hetta fer sam
gongan at gera nakað við, sigur Jørgen Niclasen.
- Vilja vit hava framburð, mugu vit tryggja teimum
sum vilja, møguleikan at arbeiða meir
Hann heldur, at flatskatturin er ein politiskur stór
sigur, tí nú loysir tað seg at arbeiða.
- Men tað er ikki nóg mikið, tí tey, sum vilja, mugu
sleppa at arbeiða meir.
Jørgen Niclasen sigur, at samgongan hevur eisini
sett sær fyri at krevja av almennum stovnum, at teir
taka inn lærlingar.
Jørgen Niclasen verður formaður í Fólkaflokkinum í
minst eitt ár afturat.
Tað hendi á floksleiðslufundi í Fólkaflokkinum
leygarmorgunin, har formansval var á skránni.
Og har varð Jørgen Niclasen afturvaldur til for
mann hetta næsta árið, einmælt og uttan mótvalevni
Hetta er sjeyndu ferð, hann verður valdur til
formann. Fyrstu ferð var í 2007.
Á landsfundinum vóru tey væl nøgd við Jørgen
Niclasen, sum formann, tí tað varð nevnt, at tá ið
hann tók við sum formaður í 2007, var Fólkaflokkur
in fjórstørstur á Løgtingi við sjey tinglimum og sótu á
aftasta bonki í Løgtinginum.
Í dag er hann størsti flokkur á Løgtingi við heili
níggju tinglimum og situr við fremsta borð í Løg
tinginum.
Áki Bertholdsen
- Eg kann verða umstríddur
og viðhvørt sigi eg kanska
eisini ov nógv.
Tað
viðgongur
Hanus
Samró,
yngsti
tinglimur
Fólkafloksins.
Tað slepst ikki undan, at
Hanus Samró, hevur mang
an verið umstríddur hesi
bæðu árini, hann hevur sitið
á Løgtingi.
Og
á
landsfundinum
hjá flokkinum leygardagin
ásannaði hann eisini, at hann
er ikki ein, sum altíð fylgir
rákinum.
- Eg eri eitt óskrivað blað.
Eg fylgi ikki altíð rákinum
og eg kann hava umstrídd
sjónarmið og viðhvørt sigi
eg eisini ov nógv, sigur
tingmaðurin.
- Men eg eri við fyri at
læra, leggur hann afturat og
hann duldi heldur ikki fyri, at
hann droymir um at kunna
halda eina formansrøðu í
Fólkaflokkinum einaferð.
Manglandi stoltleiki
Men
á
landsfundinum
livdi hann eisini upp til sítt
umdømið sum umstríddur
politikari, tí hann fýlist á,
at tað eru ov nógv fólk, sum
vilja hava pengar fyri einki
at gera.
Hann saknar, at fólk eru
stolt av at arbeiða.
Hann vísir á pedagog
verkfallið nakað síðani, sum
hann sigur, snúði seg um at
fáa pengar til fyrireiking
artíð.
Og hann vísir eisini til
samráðingarnar um yvir
menninar hjá Strandferðsl
uni, sum skulu hava pengar
fyri hvílitíð.
Og hjá teimum ungu snýr
tað seg um, at lesandi skulu
sleppa upp í ALS.
- Tað snýr seg ov nógv
um at fáa pengar fyri einki
at gera. Er hetta at vera
politiskt korrektur, eri eg pol
itiskt ókorrektur, staðfestir
Hanus Samró.
strevjabátur
dir Føroyum
Eg havi nógv at læra
Jørgen Niclasen
einmælt
afturvaldur
Hann er valdur til formann í
Fólkaflokkinum fyri sjeyndu ferð
Skulu sleppa at
arbeiða fulla tíð
Nýggir tónar frá fakfeløgunum
vilja framburð, heldur
formaðurin í Fólkaflokkinum
Yngsti tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum droymir um at verða floks
formaður, men hann viðgongur, at onkuntíð var betri at hann tagdi
Fólkaflokkurin vónar ikk, at Sambandsflokkurin torpederar ætlaðu
fiskivinnunýskipanina við einum kravi um uppboðssølu
Hanus Samró sigur, at hann
fylgir ikki altíð politiska
rákinum. Tað kann
vera umstrítt, men kanska
eisini eitt sindur sjarm
erandi, heldur hann