týsdagur 5. november 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uttan
Tú koyrir út á Argir, snarar til høgru inn í Støðlagøtu,
fylgir vegnum og snarar til høgru inn í Støðlatún. Tá
ið tú koyrir inn í gøtuna, kemur tú til sera væl hildnu
og dámligu sethúsini á høgru hond, ið standa í
friðarligum og barnavinaligum øki við blindan veg og
við sera náttúruvakurt umhvørvi tætt við Sandá, har
hugna ligar gongugøtur binda saman náttúruvakra
umhvørvið. Gott útsýni er yvir Havnadal og út á
Nólsoyar fjørð. Góð parkeringsviurskiftið eru, og
eisini eru felags parkeringspláss beint við. Stutt er
til dagstovnar, skúlar, handlar og stutt er heim í býin.
Sera hugnaligur og væl gjørdur garður / urtagarður
er runt húsini.
Innan
Húsini eru í 3 hæddum. Miðhæddin er 48,5 m2,
niðasta hædd er 46,5 m2, og ovasta hædd er 30
m2 – í alt 125 m2. Niðasta hædd er innrættað í
2008. Baðirúmi er gjørt av nýggjum í 2009. Ovasta
hædd er dagførd í 2013. Annars eru húsini dagførd
so við og við. Húsini falla væl inn í hugnaliga um-
hvørvið, samstundis sum stílur og snið, rakstur
og viðlíkahald, hugni og liviligheit ganga upp í eina
hægri eind. Húsini eru í sera góðum standi, og tú
kanst flyta beint inn. Tey eru eisini bílig at halda og
at reka. Húsini eru dagførd við varligari hond, so
hugnaligi dámurin er varðveittur. Inni er alt ljóst
og frískligt, men eisini sera hugnaligt og fjálgt.
Sprossa vindeyguni geva tær ljós og luft inn, og
skapa eitt gott samband millum inni og úti, millum
innara og ytra umhvørvið, og skjótt er at fara út í
hugna liga urtagarðin við góða sólarganginum og
frá líka útigólvinum at njóta hvørja góða løtu.
Innrætting
Í niðastu hædd er uppihaldsrúm / alrúm, grovkøkur,
skrivstovu / ítrivskrókur og 1 kamar. Niðasta
hæddin er sera væl egnað bæði til tey smærru
børnini og tannáringin. Í miðhæddini er inngongd,
durur / gongd, baðirúm og køkur / borðsstova /
stova í einum. Harafturat er hjallur. Í ovastu hædd
er gongd / trappupallur og 2 kømur.
Sera dámlig
hús á Argjum
– trygt og ómakaleyst til hús
Nú hevur tú møguleikan at
búgva í sera hugnaligum og
friðar ligum umhvørvi, hóast tú
ert rættiliga nær miðbýnum, og
innara umhvørvið í húsunum
hóskar sera væl til ytra
umhvørvið.
Fakta
Støðlatún 8, Argir
Byggiár:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1983
Hæddir: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .3
Gólvvídd:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 125 m2
Grundøki: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 497 m2
Hjallur:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ja
Prísuppskot:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 1.925.000
Sí fleiri hús á inni.fo
PF INNI
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú hug til at selja? - Vinaliga, set teg í samband við okkum.
Nýtt