Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í Evropa eru nakrar túsund føðingar um árið, har nýføðingar antin eru deyðir - ella hava lívshóttandi brek í heila ella mønu. Gransking í USA bendir á, at luftdálking kann hava havt ávirkan á slík brek, tí kvinnur, sum búgva í økjum við stórum nøgdum av kol­ súrevni ella køvievni í luftini, eru í næstan tvífalt so stórum vanda fyri at føða børn við lívshóttandi brekum sum kvinnur, ið búgva í økjum við lítlari luftdálking. Málmenning Síðan miðskeiðis í áttatiárunum hevur vísundin vitað, at kvinnur, sum taka ískoyti av folinsýru í git­ ingar­tíðarskeiðnum og 12 vikur fram, eru í nógv minni vanda fyri at føða børn við breki. Haraftrat vísir gransking, at børn, fødd av kvinn­um, sum hava tikið ískoyti, mál­mennast skjótari. Kanningarúrslit vísa eisini, at børn, fødd av kvinnum, sum taka folinsýruískoyti, eru í nógv minni vanda fyri at gerast autistar. Eisini menn Sambært lutfalsliga nýggjari gransk­ing í Danmark bendir nógv á, at menn eisini fáa nakað burtur úr við at taka ískoyti av folsýru. Eitt nú minkar vandin fyri at fáa prostatakrabba við 12%. Lagt verður aftrat, at vantandi folsýra í kroppinum merkist ikki í gerandisdegnum, um undirskotið av sýruni ikki er so stórt. Hinvegin merkist eitt stórt undirskot av folinsýru sum eitt nú troyttleiki, og hetta kann hava við sær svøvn­trupulleikar, miss av hári, magatrupulleikar og trupulleikar við húðini. Fylgja ikki ráðum Tað eru serliga eldri fólk, sum kunnu hava ov lítið av folsýru í kropp­inum, kvinnur sum taka p-bollar og kvinnur sum hava ein niðursettan nýra-ella livurvirknað. Í Danmark fylgja færri enn 20% av kvinnunum almennu til­ mæl­unum um at taka tilskot av folinsýru. Tilmælt verður at taka 400 mikrogramm um samdøgnið, og onkrir granskarar mæla til tað tví­ wwwfalda. Fyrimunir við at taka folinsýru Heilsumyndugleikarnir mæla til, at kvinnur við barn og kvinnur, sum ætla sær at gerast við barn, taka ískoyti av folinsýru. Ískoyti hevur nevniliga STRONGD ØKIR UM VANDAN: Tú kanst verða við til at fyribyrgja sjúkum, sum standast av strongd, um tú kennir sjúkueyðkennini. Vanlig eyðkenni fyri strongd eru svøvntrupulleikar, troyttleiki, vantandi konsentratión og vantandi minni. Tú gerst skjótt irriterað/-ur og ert í ringum lag. Onnur eyðkenni eru ótti og broyttir drykkju-og etivanar. Hesi eyðkenni kunnu øll uppliva í styttri ella longri tíðarskeið, men munur er strongd, ið varar stutt - og strongd, ið varar leingi. Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen Krím hevur vanliga fepur og eymar vøddar við sær. Tá tú følir teg at hava krímsjúku, eigur tú at vera heima, og følir tú teg sjúkan, eigur tú at drekka nógva vætu. Hugsar tú tær at sleppa undan krími, kanst tú lata teg koppseta. Van­lig sjúkueyðkenni fyri krím­ sjúku eru - • Høgur fepur, vødda-og liðapína. • Turrur hosti og væta úr nøsini. • Høvuðpína og pína í hálsinum. • Fepur og eymleiki kunnu koma knappliga. • Vanligt er við fepri sum fer yvir 38 stig fyrstu vikuna. Tá nakrir dagar eru farnir, kann hostin gerast ”leysari”, og tú kanst fáa pínu í bringuna. Matarlysturin kann gerast vánaligur, tú fært búkilsku og kanst spýggja. Nakrar vikur kunnu ganga, áðrenn tú følir teg eins frískan og frammanundan. Kelda: sundhed.dk Tekin til krímsjúku