týsdagur 5. november 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Millum teir 15 kokkarnar,
ið gera mat á eksklusivu
matstovuni
Geranium
í
Keypmannahavn, er ein før
oyskur maður undir tí eini
kokkahúgvuni. Tann 33 ára
gamli John Ian Bertholdsen
hevur seinastu tvey árini
verið í læru sum kokkur á
Geranium, ið fleiri ferðir
hevur vunnið viðurkend
ar prísir fyri matin og mat
gerðina á staðnum. Tá Den
Danske Spiseguide í farnu
viku kunngjørdi bestu mat
stovuna í danska ríkinum,
gjørdist vinnarin Geranium.
At talan er um eina mat
stovu, har tænasta, matur og
vín er í hásæti, er eingin ivi
um.
- Einki má ganga galið.
Alt er lagt til rættis niður í
smálutir, og eingin rættur
fer út til gestirnar, áðrenn
høvuðskokkurin hevur hugt
eftir, um rætturin sær út,
soleiðis sum hann eigur, sigur
John Ian Bertholdsen, sum
fýra dagar um vikuna stend
ur handan glasrútarnar inni
í viðurkendu matstovuni og
ger alskyns forkunnugar og
nýskapandi rættir.
- Um tað so bara er eitt
lítið blað av onkrari urt,
sum manglar á tallerkinum,
so verður alt fyri eitt gjørt
vart við tað. Tað skal bara
vera í lagi, sigur John Ian
Bertholdsen.
Skuldi til
upptøkuroynd
Tað var annars rættiliga til
vildarligt, at John Ian Bert
holdsen, sum er úr Vági, end
aði í læru á Geranium.
- Hóast eg ikki havi fingist
stórvegis við matgerð, so
havi eg altíð havt áhuga fyri
tí, og mær hevur altíð dámt
at royna nýggjar og øðrvísi
rættir, greiðir John Ian Bert
holdsen frá.
Áðrenn John Ian Bert
holdsen fekk lærupláss á
Geranium, var hann á Hotel-
og Restaurantskolen, har
hann tók tað, tey kalla eitt
grundskeið.
- Tá fekk eg líkasum
veruliga eyguni upp fyri
mati og matgerð, og eg
søkti síðani um lærupláss á
fleiri ymiskum matstovum
í Danmark. Eg kendi ikki so
nógv til hesa bransjuna og
hugsaði, at eg kundi bara
royna at senda eina umsókn
til Geranium, greiðir John
Ian Bertholdsen frá.
Stutt eftir at umsóknin
um lærupláss var send, bleiv
hann biðin at koma til sam
røðu og síðani arbeiða eitt
leygarkvøld á køkinum á
Geranium.
- Tað var eitt slag av upp
tøkuroynd. Eg minnist væl
tað leygarkvøldið. Eg bleiv
settur at gera tað lætta
arbeiðið og gjørdi onkrar
blómur og urtir klárar, men
eg var rættiliga nervøsur,
fortelur John Ian Berthold
sen og heldur fram:
- Tað var eitt sindur løg
ið, tí eg kendi lítið til matin
og matgerðina á Geranium,
og eg visti ikki reiðiliga, hvat
tað var, eg nú hevði rótað
meg útí, sigur John Ian Bert
holdsen og flennir.
Tað gekst honum so mik
ið væl hetta kvøldið, at hann
var biðin um at koma aftur
næsta leygarkvøld.
- Tá tann vaktin var liðug,
fór eg til samrøðu við leið
aran, sum vildi bjóða mær
lærupláss. Tað takkaði eg ja
til alt fyri eitt.
Langir arbeiðsdagar
Hesi tvey árini, John Ian
Bertholdsen hevur verið í
læru, hevur hann veruliga
sloppið at roynt seg.
- Tey ganga rættiliga høgt
uppí, at øll eru á jøvnum føti.
Tí merki eg eisini lítið til, at
eg eri lærlingur, tí eg sleppi
veruliga at royna meg og
fái somu avbjóðingar, sum
hinir kokkarnir fáa, fortelur
John Ian Bertholdsen, sum
arbeiðir fýra dagar um vik
una, har matstovan hevur
matskráir á døgurða og um
kvøldið.
- Vit arbeiða frá mikudegi
til og við leygarkvøld. Hin
ar dagarnar í vikuni havi eg
sum oftast frí, uttan so at
okkurt serligt selskap er, sum
hevur bílagt høli til eitt nú
ein føðingardag ella veitslu,
greiðir John Ian Berthold
sen frá.
Arbeiðsdagurin
byrjar
klokkan 9.00 og endar um
midnáttarleitið.
- Tað fyrsta, vit gera um
morgunin, er at eta morgun
mat saman, og síðani verður
tosað um talið á gestum,
sum koma henda dagin,
hvørjir rættir skulu gerast,
hvørjar alternativar rættir
vit mugu hava til gestirnar
við ovurviðkvæmi og so
framvegis. Og síðani fara vit í
gongd og arbeiða til seint um
kvøldið og onkuntíð nakað
út á náttina, sigur John Ian
Bertholdsen, sum trívist væl
við hesum arbeiðstíðunum.
- Mær dámar hetta væl, og
fólkini, eg arbeiði saman við,
eru ótrúliga dugnalig. Her
læri eg eina rúgvu.
Stendur inni
í matstovuni
Tá John Ian Bertholdsen arb
eiðir í køkinum á Geranium,
stendur hann samstundis í
matstovuni, soleiðis at gest
irnir síggja, meðan hann og
hinir kokkarnir arbeiða.
- Her eru einans glasrútar
í køkinum, so gestirnir kunnu
sita og fylgja við, meðan
vit gera mat, fortelur John
Ian Bertholdsen og leggur
afturat, at tað setir ávís krøv
til køkin:
- Vit kunnu ikki rópa og
veipa við ørmunum ella nak
að tílíkt. Tað verður als ikki
góðtikið. Alt gongur stillis
liga fyri seg, og á tann hátt
vísa vit eisini gestunum, at
vit hava stýr upp á tingini,
sigur John Ian Bertholdsen.
Arbeiðið í køkinum er
býtt í fýra deildir, og John
Ian er í deildini, ið tekur sær
av høvuðsrættunum.
- Maturin, sum vit gera,
er norðurlendskur og dansk
ur, og tað hevur stóran týd
ning, hvussu maturin sær
út á tallerkinum, og tískil
verður eisini tíð brúkt til
at gera presentatiónina so
góða, sum til ber, fortelur
John Ian Bertholdsen og
leggur afturat, at nógv tíð
er brúkt upp á hvønn ein
staka rætt, áðrenn hann nak
Í læru
hjá elituni
- Tað er einki Hell´s Kitchen yvir hesum køkinum, men gert tú ein feil, fært tú tað
at vita og greið boð um at rætta feilin. Einki má ganga galið, tí gestirnir hava stórar
vónir og seta høg krøv. Soleiðis sigur 33 ára gamli John Ian Bertholdsen, ið er í
kokkalæru á Geranium, sum júst er kosin at vera besta matstova í ríkinum