Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN rantíð verður partur av mat­ arskránni á Geranium. - Tað tekur langa tíð at gera ein nýggj­an rætt full­fíggj­að­an, og høvuðskokk­ur­in hevur ofta nógvar ymiskar ímynd­anir av, hvussu enda­ligi rætturin skal verða. Tí kann hann í fleiri dagar ganga og gera smáar broytingar við rætt­inum, áðr­enn hann er heilt nøgdur, sigur John Ian Bert­hold­sen, sum í ein ávísan mun eis­ini hev­ur ávirkan á matin. - Um høvuðskokkurin stend­ur og ger ein nýggjan rætt í tí partinum av køk­i­ num, har eg eri, so kann eg koma við við­merkingum og hug­skotum til, hvussu okk­ urt kann gerast betri ella skjót­ari. So jú, eitt sindur av ávirk­an hevur mann, held­ur John Ian errin fyri. Kræsnir kundar Tað eru ymisk fólk, sum koma at eta á Geranium. Eitt eyðkennir tó gestirnar á eks­klus­ivu matsotvuni; tey hava stóran áhuga fyri mati og seta høg krøv til tað, ið verður serverað. - Her eru rættiliga nógv­ir út­lendingar, sum eru ógvu­ liga áhugaðir á mati og ferð­ ast kring heimin fyri at royna tær ymsu matstovurnar. Har­aftur­at eru gestir­nir ofta vinnu­lívsfólk. Men sum heild koma fólk her, sum hava meir enn vanlig­an áhuga fyri mati og vilja eis­ini bet­ala meir enn 2.000 krónur fyri eina serstaka máltíð. Gest­ir­nir seta høg krøv, men vit leggja okkum eisini eftir at gera mat á hægsta støð­ið, so tey plaga at fara væl nøgd út­aftur, for­ telur John Ian Bert­holdsen, sum eis­ini hev­ur gjørt mat framm­an fyri kendum fólkum sum Hel­ena Christensen, Med­ina, Joachim Prinsi og bólkinum Fat Boy Slim fyri bara at nevna nøkur. - Tað er sjálvandi stutt­ligt, men eg ivist ikki í, at tað eis­ ini hava verið aðrar stjørnur inni á Geranium, uttan eg havi bitið merki í tað, sigur John Ian Bertholdsen og flenn­ir. Í løtuni stórtrívist vág­ bing­urin millum hinar kokk­ ar­nar á Geranium, og enn veit hann ikki, hvat skal henda, tá hann um eitt ár er liðugur við kokkaútbúgvingina. - Nógv kann henda inn­an eitt ár og møguleikarnir fyri, hvat eg kann gera, og hvar eg kann fara, eru nógvir. Kanska mann fer til útlandi fyri at síggja, hvussu tey arbeiða á teimum bestu matstovun­um har. Ella eisini haldi eg fram sum kokkur á eini danskari matstovu. Í øllum førum fari eg at fáast við mat og mat­ gerð, sigur John Ian Bert­ holdsen. -Tað verður kravt av okkum, at vit hava ein siðiligan atburð og arbeiða stillisliga inni í køkinum. Rópan og veipan við ørmunum verður als ikki góðtikið, sigur John Ian Bertholdsen, kokkalærlingur á Geranium Myndir: Sunnleif Andreasen