Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Karsten Hansen hevur eina missjón. Hann vil geva før­oy­ ingum betri heilsu fyri somu pengar, sum føroyingar í dag gjalda fyri okkara heilsu­verk. Í rundum tølum er tilsam­ans talan um einar 880 milliónir krónur, ið skulu býtast og brúkast øðrvísi enn ídag. Týsdagin legði lands­stýr­is­ maðurin í heilsumál­um eina frágreiðing um Heilsu­ný­ skip­an fyri løgtingið. Eldfimi spur­ningurin um talið av sjúkra­húsum í føroyska heilsu­verkinum, verður ikki nevndur við einum orði. - Hetta snýr seg ikki um tal av sjúkrahúsum, men um hvussu vit skipa føroyska heilsuverkið, sigur Karsten Hansen avgjørdur. Royndi politikarin royn­ir ikki at fjala út yvir, at kjakið um tal av sjúkrahúsum vil køva alt annað. Tí hevur hann valt at fara ein annan veg inn í problematikkin, har sjúkrahúsverkið við ver­andi gongd spreingir all­ar fíggj­ arligar karmar næstu árini. - Men samstundis vil eg leggja dent á, at endamálið er ikki at spara pengar ella niðurraðfesta tænasturnar. Vit skulu brúka pengarnar øðrvísi, soleiðis at borgarin fær eina betri heilsu, og vit sum samfelag fáa meira burt­ ur­úr, sigur Karsten Hansen. Lyklaorðið í somáta er fyri­byrging. Heilsuverkið skal seta heilsuna hjá fólki í miðdepilin. Væl­ferð­ar­sjúk­ur­ nar, ið standast av vánalig­um livi­hátti, skulu lúkast burt­ ur. Filosofiin er, at liva fólk sunnari og hava betri heilsu, so gerast tey ikki so ofta sjúk og hava tørv á viðgerð á sjúkra­húsinum. Og so sparir sam­felagið pengar. Tað er her, at umfor­deil­ ingin av verandi pengum kem­ur inn í myndina. - Vit byrja í tí smáa við at brúka fleiri pengar til fyribyrging. Men virk­ning­ ur­in av hesum sæst sjálv­andi ikki beinanvegin, so tí kunnu má tað gerast skynsamt, sigur Karsten Hansen. Í dag leggur heilsuverkið størstan dentin á sjúku­við­ gerð. Sambært frágreiðing­ini um Heilsunýskipan verða í ár brúktar 690 milliónir krónur til sjúkrahúsini. Primeri heilsu­geirin kostar umleið 180 milliónir krónur, meðan ein­ans 10 milliónir verða brúkt­ar til heilsuframa og fyri­byrging. Frágreiðingin gevur einki boð uppá, hvussu nógvir pengar verða brúkt­ir til endurvenjing og end­ urmenning. - Men vit skulu brúka fleiri pengar, bæði til fyribyrging og til endurvenjing, ljóðar greiði boðskapurin frá Karst­ eni Hansen. Landsstýrismaðurin í heilsumálum fæst tó ikki at seta tal á, hvussu nógv kann ella skal takast frá játtanini til sjúkrahúsini, tá nú aðrir partar av heilsuverkinum skulu hava størri bitar av køkuni, ið ikki má vaksa. Tryggjað við lóg Frágreiðingin um Heilsuný­ skipan leggur upp til eina nýggja lóggávu, sum tryggj­ar borgaranum rætt til veiting­ ar frá øllum viðkomandi mynd­ug­leik­um. Tað veri seg heilsu­verk, almanna­verk ella skúlaverk, og hartil skal lóg­ar­tryggjaði rætturin taka støði í ítøkiliga tørvinum hjá borg­aranum. Lógartryggjaði rætt­ur­in er avgerandi fyri lands­stýr­is­ mannin, nú hann skal enda­ venda heilsuverkinum. - Vit hava roynt hina skip­anini, og vit mugu bara staðfesta, at skipanin virk­ ar ikki. Við at tryggja hesi rættindi við lóg binda vit okk­um sum samfelag til at útvega neyðugu tilboðini, bæði tá tað kemur til fyri­ byrging og ikki minst til endur­venjing. Tí fyribyrging og endurvenjing vilja í síðsta enda geva fólki eina nógv betri heilsu, samstundis sum tað sparir eina rúgvu av við­ gerð okkara sjúkrahúsum, argumenterar Karsten Han­ sen. Landsstýrismaðurin í heilsu­málum heldur fast um argum­entið, hóast vandi er fyri, at avmarkað, fíggjarlig játt­an til økið lættliga kann úthola henda lógartryggj­aða rættin hjá borgarunum. Hóast nýggj lóggáva á økinum sostatt skal tryggja rættin hjá fólki til tilboð frá heilsuverkinum, so nevn­ir frágreiðingin um Heilsu­ nýskipan einki um, at fólk eisini skulu hava rætt til við­ gerð innan eitt ávíst tíðarbil. Tað, ið vanliga verður nevnt við­gerðartrygd, og sum fleiri av okkara grannalondum hava sett í gildi. - Nei, tað er rætt. Men hin­vegin trúgvi eg, at hesin trupul­leiki fer at loysa seg sjálvan. Í hvussu er í ávísan mun. Tí sleppur sjúkra­ hús­verkið undan fleiri av teim­um uppgávum, sum í dag liggja inni á sjúkrahús­ unum, so verður væl betri tíð til at gera annað arbeiði, og so styttast bíðitíðirn­ar, argumenterar Karsten Han­ sen. Landsstýrismaðurin í heilsu­málum ætlar sær tí ikki at seta inn í eina komandi lóggávu, at borgarar ikki mugu bíða meira enn eitt ávíst tíðarskeið eftir teimum tænastum, sum tey hava lóg­ artryggjaðan rætt til at fáa. Betri heilsu fyri somu pengar Heilsuverkið skal endavendast. Missjónin er at flyta pengar frá dýrum viðgerðum til bíligari fyribyrging og uppafturvenjing. Fyrsta ítøkiliga stigið er ein heilsunýskipan, ið enntá lovar lógartryggjaðan rætt til eitt samlað tilboð, ið tekur støði í ítøkiliga tørvinum hjá einstaka borgaranum. Fríggjadagin hevur løg­ting­ið aðal­ orðaskifti um Heilsu­ný­skip­an­ina. Øll frágreiðingin til aðal­orða­skifti um Heilsunýskipan er at finna á in.fo FAKTA -Høvuðstilmælini í Heilsunýskipanini: 1. Fyribyrging, fyribyrging og fyribyrging Heilsu­frami og fyribyrging eru týðandi lutir í Heilsu­ný­skip­ anini. Alt fleiri fáa varandi sjúkur, sum standast av livihátti. Fyri at venda hesi gongd fer heilsu­verkið fram­eftir at seta heilsuna hjá fólkinum í miðdepilin og í størri mun enn í dag fyribyrgja, at fólk gerast sjúk. 2. Røttu viðgerð til røttu tíð, á røttum stað Føroyingar skulu fáa eina betri heilsutænastu, har teir búgva og arbeiða. Vit skulu framhaldandi menna okkara sjúkrahús, men frameftir skulu vit veita fleiri, betri og skjótari dygdargóðar tænastur úti í økjunum og so nær borgarunum sum til ber. 3. Meira borgari, minni sjúklingur Tann einstaki skal hava høvuðsleiklutin í sínari sjúklingagongd og hava ávirkan á viðgerðina frá byrjan til enda. Førleikin hjá tí einstaka skal mobiliserast, styrkjast og gagnnýtast í viðgerðini, so fólk í størri mun megna sjálvsábyrgd og eginumsorgan. 4. Færri innleggingar við fokus á endurmenning Komandi árini skulu vit varpa ljós á tey heilsuátøk, ið liggja beint undan og beint eftir innlegging. Tað snýr seg í stóran mun um endurmenning sum eitt skræddaraseymað og samanhangandi tilboð uppá tvørs av geirum og fakmørkum. 5. Dygd og trygd í heilsuverkinum Føroyingar hava krav upp á eina dygdargóða og virkna viðgerð. Við størri fokus á dygd og trygd í heilsu­verkinum verða vit vera betur at gera tað rætta fyrstu ferð og kunnu minka um feilir í við­gerðini. Tað kann geva meira heilsu fyri pengarnar. Kelda: Frágreiðing til aðalorðaskifti um Heilsunýskipan