týsdagur 5. november 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gerhard Lognberg er ikki longur
limur í Javnaðarflokkinum...
Guðrun Durhuus
limur í Sosialistisk Ung
Akademikaraflokkur
Gerhard Lognberg sigur, at
Javnaðarflokkurin er blivin
ein
akademikaraflokkur.
Fyrst og fremst, so er alt sam
felagið vorðið meira akadem
iskt, so tað er ein sjálvfylgja at
flokkarnir verða ávirkaðir av
hesum. Síðani sigur Gerhard,
at hann ynskir at arbeiða
fyri tann meininga føroying
in (báðar útsagnirnar vóru í
Degi og Viku aftan á floks
leiðslufundin,
leygardagin
2. nov). Tað er onki galið í tí,
hetta er eisini tað sum Javn
aðarflokkurin ynskir og ger,
men sambært Norðlýsinum,
so heldur Gerhard, at lim
irnir í Javnaðarflokkinum
''als ikki kenna til hvussu
hesi (arbeiðararnir) í veru
leikanum hava tað''. Tað ger
Gerhard? Hóast hann fór til
skips sum 13 ára gamal, so
má sjálvt Gerhard ásanna,
at samfelagið hevur broytt
seg; hvussu skal hann betra
um korini hjá arbeiðaranum?
Hvussu fær hann hóming av,
hvussu korini hjá arbeiðar
inum eru, tá hann situr sum
løgtingsmaður og borgar
stjóri? Er hetta starvið hjá
tí meininga arbeiðandi før
oyinginum? Eg loyvi mær
sjálvari at siga nei, tað er tað
ikki.
Vítt til veggja,
høgt til loftið?
Javnaðarflokkurin
hevur
pláss fyri øllum samfelags
bólkum, og øllum ið ynskja
at VIRKA fyri javnaðar
hugsjónini. Gerhard hevur
fleiri ferðir víst á, at hann
ikki stuðlar flokkinum og ei
heldur formanninum, sum
er valdur av flokslimunum.
Eitt nú ynskti hann at træl
arbinda alt tað føroyska
samfelagið, í fleiri ár, so hann
kundi fáa 150 mió. til Sandoy
artunnilin - Hvussu er hetta
samhaldsfast? Kanska, tað er
samhaldsfest mótvegis sand
oyingum, men IKKI millum
føroyingar, sum er tað, ið
Javnaðarflokkurin
ynskir.
Aftrat hesum: Síðani 2011
hevur Gerhard eisini víst á,
at hann stuðlar ikki mentan
arstuðlinum (Her skrivaði
eitt nú ungmannafelagið hjá
Javnaðarflokkinum, SU, eitt
lesarabræv um, at tey tóku
frástøðu frá hugsjónini hjá
Gerhardi) og hann stuðlaði
heldur ikki flokkinum í mis
álitinum á løgmann.
Tjóðveldi?
Gerhard
sigur
eisini,
at
Javnaðarflokkurin
rennur
aftan á Tjóðveldi. Tá tveir
vinstravendir flokkar sita
í andstøðu saman, er tað
tá ikki natúrligt at arbeiða
saman? Hvønn annan hevur
Javnaðarflokkurin at sam
starva við (umframt Fram
sókn, sum flokkurin eisini
hevur arbeitt saman við, í
teimum málunum har semja
er)? Sambandsflokkurin er
mest sum handlingsleysur, og
fylgir Fólkaflokkinum? Fólka
flokkurin er ikki ein flokkur,
ið Javnaðarflokkurin eigur at
kunna samstarva við, serliga
ikki við tí politikkinum, sum
Fólkaflokkurin førir í løtuni.
Tí er tað bara natúrligt, at
Javnaðarflokkurin og Tjóð
veldi samstarva, eisini tí
samgongan ikki loyvir and
støðuni við í uppskotum.
Hvussu við hinum?
Síðani hava nógv víst á, at
Kristin heldur ikki atkvøddi
við flokkinum í samband við
misálitið á løgmanni. Kristin
hevur ikki verið ósamdur við
flokkinum annars, og hevur
bert sitið sum tingmaður í
tvey ár. Tað er ikki sømiligt at
tveita onkran úr flokkinum,
tí hann ikki atkvøðir fyri
EINUM uppskoti, hóast hetta
var eitt sera týdningarmikið
uppskot. Gerhard er og verð
ur ein lokalpolitikari á tingi,
og tað sæst aftur, í hansara
politisku hugsjón, sum ov
ofta stríðir ímóti hugsjónini
hjá Javnaðarflokkinum í Før
oyum.
Veikir formenn?
Til tykkum, ið kritisera Jóan
nes Eidesgaard fyri ikki at
hava koyrt Gerhard úr flokk
inum áðrenn; Jóannes hevur
víst á, at hetta var skeivt.
Hann viðgongur, at hann
gjørdi ein feil, og sigur at
hann hevði gjørt tað øðrvísi,
um hann hevði møguleikan.
Tað er nokk! Síðani til nú
verandi formann. Aksel V.
Johannessen stendur ikki
einsamllur í hesum máli
num. Heksajagstranin eftir
formanninum, ið bert hev
ur lurtað eftir sínum lima
feløgum er blivin ov ógvuslig.
Hetta er ikki bert ein avgerð,
formaðurin hevur tikið, men
ein avgerð (næstan) øll lima
feløgini hava tikið. Mest sum
allur
Javnaðarflokkurin
stendur aftan fyri hesa av
gerð, tí einaferð má tað vera
nokk. Aksel er og verður okk
ara formaður! Flokkurin hev
ur fult álit á Akseli at bera
flokkin fram og gjøgnumføra
okkara hugsjón! Tað skal
ongin ivi vera um tað.
Eg ynski Gerhardi alla
eydnu í framtíðini, men tí
verri er hugsjón hansara
ikki tann, ið Javnaðarflokk
urin umboðar, á ov nógvum
økjum.
.. Og tað hevur verið gróðrarbotnurin undir nógvum kjaki á
teimum sosialu miðlunum. Hetta eru so mínar viðmerkingar
Ein heilsan til tríggjar kjakarar í Ó-beinleiðis
Jenis av Rana
Góði Rani, góði Erhard og
góða Elsa!
Eg sendi tykkum nakrar
viðmerkingar í sambandi við
kjaksendingina ”Ó-beinleið
is”, sum varð send á portal.fo.
h. 1. novembur.
Tað er gott, at tit luttaka
í
samfelagskjakinum,
og
skilagott av orðstýraranum
at hann ikki blandaði seg,
men lata tykkum fáa frið at
kjakast.
Viðmerkingar
mínar
snúgva seg um brotið, har eg
og mínar hugsanir (ella rætt
ari sagt, mínar ikkihugsanir,
um nakað eitur so) verða
viðgjørdar. Tað eg meini er, at
eg av Elsu varð lagdur undir
bæði líkt og ólíkt, m.a. sagd
ur at hava sagt slíkt, sum eg
aldrin havi tikið uppá tungu
ella kundi funnið uppá. Eg
komi við hesari rættleiðing, í
vón um at onkur tekur hana
til sín, lærir av henni, og
verða meira varðin at koma
við pástandum, uttan fyrst
at hava tryggjað sær, at hesir
eru sannir.
Eg varð av Elsu sagdur
at siga, at homosexuell eru
sjúk. Hetta er skeivt! Eg havi
ongantíð sagt so, tvørtur
ímóti! Eg havi ferð eftir ferð
sagt tað mótsatta, at tey ikki
eru sjúk, og eg havi meira
enn einaferð rætta persón
ar, sum hava sagt, at hesi eru
sjúk og víst á, at so er ikki!
Tað er veruliga sárt at verða
lagdur undir slíkt, sum tú ert
ósekur í!
Harnæst vórðu svar míni
í greinini, sum stóð í danska
blaðnum
”Informatión”,
viðgjørd. Og her endurgav
Elsa meg fleiri ferðir fyri at
siga, at tey homosexuellu
draga
sjúkur,
sjálvmorð,
druk v.m eftir sær. Hatta
havi eg aldrin sagt. Orðarætt
svaraði eg einum spurningi
frá journalistinum, har hon
spyr, um: ..” homoseksualitet
bør være strafbart eller bør
man eksempelvis hjælpe dem
til at komme på "rette vej "? ”.
Svar mítt var fylgjandi:
….. ”hagtøl, ið siga frá lívs
dygd teirra, ið liva sum homo
sexuell, eru bæði ræðandi
og syrgilig. Lív teirra, ið av
Skaparanum var ætlað trygt
og friðfult saman við Hon
um, ber eftir sær eina slóð av
vónloysi, uppgevan og mis
brúki. Sammett við tey, ið liva
lív sítt sambært náttúruni,
er bæði misnýtslan av rús
drekka, rúsandi evnum og
sjálvmorðsroyndir í hesum
bólki
tvífaldað.
Vónloysi
sermerkir hesi tøl, og tað av
góðum grundum, tað kann
ikki vera øðrvísi, tá tú livir
eitt lív, ið tú ikki er skaptur
at liva“.....
og eg gjørdi greitt, sum tit
síggja í framhaldandi svar
inum niðanfyri, at vit eiga at
hjálpa teimum:
..... “eg havi áður sagt frá
manni, eg møtti í havnargøt
um eitt kvøldið. Hann kom
til mín og bað og bønaði um
at fáa møguleika at koma til
viðgerðar fyri homosexuellu
tráanir sínar- tí, sum hann
segði: eg orki ikki hetta lívið,
eg stríðist við! Hjá honum
var tað byrjað við ljótum
misbrúki, av homosexuellum
manni, í barnaárum.
Hjálpa vit hesum manni
við at straffa hann ella við at
normalisera tað ónormala,
klappa honum á herðarnar
og siga- hatta gongur nokk,
tú ert skaptur soleiðis, lat
okkum bara kalla tað norm
alt, hatta, tú stríðist við?
Nei, tvørturímóti. Tað vildi
verið at svikið hann, og slept
honum uppá fjall, at latið
hann
staðið
einsamallan
við trupulleika sínum. Eitt
viðgerðarstað,
merkt
av
kærleika Guds, har grøð
andi armar Frelsarans virka,
vildi sett hendan, og mong
við honum, í tað frælsi, sum
tey kanska bert hava hoyrt
onnur tosa um.
Hesi, sum eru komin út í
frælsið, finna vit í dag runt
alla heimin. Fylt av sam
kenslu og trúgv virka tey fyri
at veita hjálp sína, og vón
andi kunnu líðandi føroying
ar skjótt uppliva virki teirra.
Ein
teirra
hoyrdu
og
lósu vit jú um í fjølmiðlum
okkara fyri stuttum, ung
ur føroyingur, sum trúði, og
royndi at prógva, at hann var
skaptur homosexuellur. Men
so møttust Frelsarin og hann,
og alt broyttist“.....
Hasi vórðu orð míni! Orð
ingina í Informatión eigur
journalisturin fult og heilt,
hon bjóðaði mær at svara á
føroyskum, umskrivaði síð
an míni orð til danskt, og um
skriving hennara svarar ikki
til tað, eg skrivaði! Tað kann
ein og hvør, sum dugir danskt
og føroyskt, síggja. Tað skiltu
føroysku journalistarnir eis
ini, at ein onnur seinni lat seg
misbrúka av føroyska LGBT,
er hennara skomm.
Sum tit síggja, er svar mítt
als ikki eitt álop á homo
sexuell, men ein staðfesting
av at teimum tørvar hjálp,
og at vita eiga at veita teim
um hjálp. Onki í mær kundi
funnið uppá at lopið á onnur
menniskju, heldur ikki tey,
sum hava valt at liva sum
homosexuell.
Omaná hetta kemur so
veruleikin, at tey hagtøl og
tær kanningar, sum eg vísti
og vísi til, eru fult almenn og
verða brúkt av m.ø. LGBT runt
allan heim. Tey, politikarar
og vísindafólk í øðrum lond
um og eg í Føroyum, vísa
á somu tøl. Vit gera tað øll,
fyri at fáa tann ræðuliga
veruleikan fram, at tey, sum
liva sum homosexuell, hava
eitt framúr vánaligt lív og
framúr vánalig útlit, og tí
má okkurt gerast. Meðan eg
og mong, mong onnur meta,
at vit mugu fara aktivt inn
fyri at hjálpa teimum, so
brúka onnur, m.a. ein part
ur av LGBT, præcis somu
hagtøl og kanningar sum
grundarlag fyri at krevja lóg
arbroytingar.
Sum tit síggja, so svari eg
nøkrum spurningum, sum
eg fekk sendandi frá einum
journalisti. Talan er ikki
um, at eg óbiðin fari út at
viðgera homosexualitet, og
heldur ikki leggist eg á hesi,
men vísi tvørturímóti á, at
vit mugu hjálpa teimum. At
journalisturin eftir øllum at
døma ikki megnar at forða
fordómum sínum at snara
svarum mínum, er hennara
skomm, ikki mín. Og tað er
eisini ósatt, at eg góðkendi
grein hennara, áðrenn hon
sendi hana til “Informatión“.
Samanumtikið farið eg
enn einaferð at biðja um, at
ansað verður eftir, hvat sagt
verður um onnur og serliga,
at man tryggjar sær, at tað, ið
sagt verður, er satt. Tí tað er
ikki vist, at tann næsti, sum
kanska verður lagdur undir
at siga ella skriva slíkt, sum
hann ikki hevur sagt ella
skrivað, letur hetta um seg
ganga og er so lagaligur og
hjálpsamur, sum eg velji at
vera.
Øll góðynski annars til
tykkum trý,
Jenis