týsdagur 5. november 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frekur og betrivitandi censurur
Á fjesbókini gjørdi Ingrið H.
Dalsgaard herfyri vart við,
at ein útvarpsmaður hevði
loyvt sær at rætta ella for
betra málið hjá einum væl
orðaðum sørvingi, sum hevði
105 ára fø´lsdag.
Tað má sigast at vera
yvirformyndarligur
og
arrogantur
atburður
hjá
einum
mikro-fondrongi.
Tað natúrliga málið, sum
sørvingurin
tosar,
er
so
nógvar ferðir ramligari og
elegantari enn tann anæm
iska skapukrukku-dialektin,
sum turrgeldir puristar hava
lokkað naivar varpingar
dreingir til at brúka.
Eitt er, at journalistar
í sínum egnu frásagnum
brúka puristiskt orðatilfar,
men tá ið teir citera ein eldri
mann skal tað vera orða
raðið, sum sagt var. Sørving
urin segði fornøjaður, og so
var hann tað, og hann var als
ikki nøgdur, sum mikrofon-
robotturin helst vildi hava
hann at vera. Hvør gevur
teimum moralskan rætt til
at uppala og forbetra” sør
vingin.
Tann tunga og ófiksa ís
lendska glosan nøgdur er
heldur ikki fulkomuliga
synonym við tað, sum sør
vingurin meinti, tá ið hann
brúkti ta hevdvunnu glos
una fornøjaður.
Latið tí vera við at halda
um hondina ella munnin á
fólki. Sleppið teimum undan
betrivitandi censuri og máls
ligari endur-uppaling.
Vit høvdu eitt karikerað
sovjettiskt
system,
har
fólk vórðu rættaði í heil
um og uppdrigin til polit
iskt korrektan málburð og
kulturelt justeraðar mein
ingar. Tann skipanin fór
tíbetri fyri bakka – tað er
eingin grund til, at hon skal
faa eina føroyska reinkarn
atión í tí heimføðisliga Sortu
díki við fantasileysum mikro
fon-jassum sum gubbum.
WTO-sakarmál - hví og hvussu?
Landsstýrið hevur tikið eitt sera prinsipielt og stórt stig. Hví fáa fólk einki at vita um tað?
Sjúrður Skaale
Mánadagin boðaði lands
stýrið frá, at Føroyar høvdu
kært handilsstongsulin hjá
ES til World Trade Organ
ization, WTO.
Vit hava longu lagt málið
fyri altjóða gerðarrætt, og
føra sostatt nú ikki minni
enn tvey sakarmál móti ES á
altjóða pallinum.
Tá tað verður gjørt má
orsøkin verða, at ein neyv
kanning
á
løgmansskriv
stovuni vísir, at tað er rætt.
Men almenna grundgev
ingin úr Tinganesi er ógvuliga
stutt. Har verður bara sagt, at
"tá ið ES brýtur grundleggj
andi handilspolitiskar áset
ingar, er neyðugt hjá Føroyum
at brúka tey amboð, sum
kunnu loysa slíkar trætur.
WTO gerðarrætturin tryggjar
okkum eina sakliga og javn
bjóðis viðgerð."
Landsstýrið hevur eisini
ráðført seg við uttanlands
nevnd løgtingsins um hetta.
Har mugu so góðar grund
gevingar vera lagdar fram, at
nevndin hevur sagt ja.
Einki í føroyskum
miðlum
Stórur dentur verður lagd
ur á at hava fulla semju um
alt, sum hevur við silda- og
makrelstríðið at gera. Og tað
er rætt, at vit eiga at standa
saman úteftir.
Men harfrá og so til at
løgmaður als ikki grundgev
ur fyri einum so stórum stigi
og at miðlarnir ikki seta
ein einasta spurning, er í so
langt.
Tað kann ikki vera rætt,
at føroyingar mugu leita til
danskar fjølmiðlar fyri at
fáa eina meting av hesum.
Teir serfrøðingar, sum har
eru at hoyra, kenna jú ikki
málið serliga væl.
Tað er møguligt at okkurt
ikki verður lagt fram, tí tað
kann órógva málið. Men okk
urt áttu vanlig fólk at fingið
at vita. Millum tað mest upp
lagda er til dømis:
1) Hvussu nógv kosta
sakarmálini? Og ávirkar tað
kostnaðin, um Føroyar ikki
fáa viðhald?
2) Hvussu langa tíð tekur
hetta?
3) Hvør er munurin mill
um gerðarrættin sum longu
er settur, og WTO-sakarmálið
- og hví er tørvur á báðum í
senn?
4) Hví kæra vit bara ES og
ikki Norra?
5) Hvør verður "dómurin"
um Føroyar vinna? - Og hvør
er vandin, um Føroyar tapa?
Tá eitt so stórt og prins
ipielt stig sum hetta verður
tikið, átti Landsstýrið at
greitt frá hesum og øðrum
viðurskiftum.
Tá tað ikki verður gjørt,
átti onkur journalistur at
spurt um tað.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Virgar Dalsgaard