týsdagur 5. november 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartans takk til tykkum øll, sum sýndu samkenslu,
tá elskaði maður mín, góði pápi, verfaðir,
abbi og langabbi okkara
Ernst Reinert
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Sonju Klein, prest, fyri góð og troystarrík orð.
Takk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravara.
Takk fyri blómur og kransar og takk til tykkum øll,
sum bakaðu til ervið.
Og takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Jóhanna
Guðrun og Høgni
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra
mamma, vermamma, omma og langomma
Marita Joensen
Argir
andaðist og varð jarðað.
Ein serlig tøkk til tykkum á B-6 fyri góða umsorgan.
Tøkk til Berg Debes Joensen, prest, kirkjutænarar,
sangarar, gravarar og øll, ið á ymiskan hátt hjálptu
til við ervinum. Tøkk til Tórshavnar Manskór fyri
framførslu í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Kirkju- og Missiónshúsið á Argjum.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hans Pauli og Dan
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá elskaða
mamma, omma og langomma okkara
Mikkolina Danielsen
vanliga nevnd Mikka
Strendur
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Jógvan Fríðriksson, biskup, fyri góða andakt
á Landssjúkrahúsinum og fyri troystarrík orð til
jarðarferðina. Tøkk til Sverra Kass fyri góð orð í
Kapellinum. Tøkk til tykkum, sum vóru um hana,
meðan hon var sjúk. Tøkk til Sjóvar kommunu fyri
góða hjálp til ervið og øllum tykkum, sum hjálptu
til. Tøkk til sangarar og kirkjutænarar. Tøkk fyri
blómur, kransar og heilsanir.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Mikku til
hennara seinasta hvíldarstað her á fold.
Fyri tey avvarðandi
Ragnar, Súsanna og Sigga við familjum
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og stórt
hjálpsemi, tá ið okkara kæri pápi, verpápi og abbi
Niclas Gunnarsson Poulsen
andaðist og varð jarðaður.
Ein hjartans tøkk til øll tykkum á Hamragarði og
røktarstarvsfólk annars, ið vóru um Niclas
hansara síðstu tíð.
Tøkk til prest, Patrick de Neergaard, fyri vøkur og
troystarrík orð á Hamragarði og í kirkjuni. Eisini
tøkk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar
og Sumbiarkórið.
Familju, vinum og kenningum takka vit fyri alla
ta hjálp og umsorgan, tit hava sýnt okkum í
stóru sorg okkara, eisini takka vit fyri alla hjálp í
sambandi við jarðarferð og ervið.
Tøkk fyri kransar og peningagávur til kirkjuna.
Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdu Niclasi til
hansara seinasta hvíldarstað.
Marita, Jón, Dávid, Eli
Bergur og Rudi
Tøkk
Hjartaliga takk fyri ta stóru luttøku, tá
Oda Magnussen
varð jarðað frá Reininge kirkju Tåsinge 1. nov.
Takk fyri kransar og tær vøkru blómurnar.
Familjan
eblaðið
sos.fo