týsdagur 5. november 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hans Olaf Joensen, lærari,
sjeyti ár 9. novembur
Hans Olaf er ættaður úr Fuglafirði. Hann er sonur Rigmor
og Jóhan Joensen. Rigmor var ættað frá Gjógv, dóttir
Apolloniu og Fríðrik Klein. Jóhan var ættaður úr Fuglafirði,
sonur Hansinu og Hans Cederius Joensen. Hans Olaf tók
læraraprógv 1967. Vit vóru 4 úr Fuglafirði úr sama flokki,
sum fingu prógvið handað í juni 1967 – Hans Olaf, Jógvan
Ólason, Kristin Poulsen og Frits Johannesen. Hetta var ein
vakran dag í juni.
90 ára føðingardagur
18. nov. verður Esther
Zachariasen,
Villinga
dalsvegi 67, Tórshavn, 90
ár. Dagurin verður hildin
sunnudagin 17. november
frá kl. 17.00 í Oasuni,
Kirkjustræti 4, Hoyvík. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 6. november
verður Hans Jacob Andre
asen
Klaksvík
(vanliga
nevndur Hans Jacob hjá
Skopuninginum)
80
ár.
Dagurin verður hildin leyg
ardagin 9. november fra kl
17 í hølunum hja Klaksvíkar
Húsmøðrafelag, Bøgøtu 3.
Øll eru vælkomin.
75 ára føðingardagur
Tórsdagin 21. november
verður Kristina Magnussen
í Vági 75 ár. Tey, ið vilja
heilsa upp á hana, eru
vælkomin á Hotel Bakkan
fríggjadagin 22. november
kl. 19.00. Vinarliga sigið frá
á tlf. 373209, 270502 ella
266973 innan 15. novemb
er.
70 ára føðingardagur
Týsdagin
5.
novembur
verður Magnus Jensen,
Sunnbøur, 70 ár. Dagurin
verður hildin leygardagin
16. novembur í Samkomu
húsinum frá kl. 13.00 til
18.00.
70 ára føðingardagur
Týsdagin
5.
novembur
verður Magnus Jensen,
Sunnbøur 70 ár. Dagurin
verður hildin leygardagin
16. novembur í Samkomu
húsinum frá kl. 13.00 til
18.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
70 ár føðingardagur
Mikudagin 13 novembur
verður Danial Petur Lam
hauge (Piddi) Søldarfirði
70 ár Dagurin verður hildin
í Skótahúsinum við Løkin
í Runavík frá kl. 18 Øll er
vælkomin.
Gullbrúdleyp
Mánadagin 25. november
hava hjúnini Elseba og
Asbjørn Dahl á Oyri gull
brúdleyp. Dagurin verður
hildin í Eydnuni frá kl.
19.00, har øll eru hjartaliga
vælkomin
Gullbrúdleyp
Leygardagin 26. oktober
hava Anny og Jens Pauli
Midjord, Tvøroyri, gull
brúdleyp. Vælkomst verður
í heiminum á Sjógøtu 84
millum kl. 12:00 og 17:00.
Silvurbrúdleyp
3: desembEr hava Rannvá
og Frits Poulsen Sumba,
verið gift í 25 ár. Vit halda
dagin 7: desember frá kl.
13.00 til 18.00 í Samkomu
húsinum í Sumba. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Ein heilsan til ein góðan vin og skyldmann.
Stendur tú á Mjóstýggj
og lítur yvir tíni sjeyti ár.
Ja, var tað eins og í gjár,
vit stóðu á trappusteininum
Í Gamla Kommunuskúlanum
og litu yvir Áarveg og landið alt
við høvuðgráum, fóthvítum brævbjálva
við próvnum í
og góðum vónum
um eitt gott lív og sælar dagar
í Føroya skúla.
At líta yvir landið ovast uppi frá
er ein Guðs gáva í sjúti ár.
Kallurin stendur so stinnur,
Borgarin so svinnur,
Djúpini sum ein sveiti
og hvílir ond
um hvørt eitt leiti
hesa løtu um hesi lond.
Ein spegilsmynd um farnar dagar
har mangt og mikið í bylgjum
ráddi í løtum -
um flúr og sker
í hvørji afturundirgerð,
men stundir flestu vóru sælar
sum seiðalygnir
í blankum íðukálvum,
har friðarløtan
kvað ein heystardag
á Mjóstýggj,
eitt dýrdarlag,
oman fyri lívsins Góðadal.
Eitt kvæði í okkurgulum jørðildi,
í dimmbláum sjógvi,
í løttum támi um Borgarin og Kall,
um lívsins havsbrúgv
millum Kall og Nasa
um ein mann í sjúti ár
í vinabondum í trú og trúgv
frá farnum døgum
setti búgv í hugans heimi
frá góðu m løtum.
Takk fyri vinabond
á heimsin gøtum
í sælari, lagligari ond.
Frits
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi, sonur,
og bróðir
Herluf Kartin Olsen
Sørvágur
so brádliga og alt ov tíðliga varð tikin frá okkum
Takk til starvsfólkið á B6 og G3. Tøkk til Derhard
Jógvanson prest fyri signing við sjúkraleguna. Tøkk
til Sverra Steinhólm fyri góða talu í kapellinum.
Tøkk til Ingu Poulsen Dam fyri vitjan og góða
talu við jarðarferðina. Tøkk til vin okkara Jákup
Henriksen fyri vakran sang í kirkjuni. Tøkk til kirkju
tænarar, sangarar og gravarar. Tøkk til tykkum,
sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri
heilsanir og takk til tykkum, sum komu inn á gólvið.
Takk fyri peninga gávu til krabbameins felagið. Tøkk
til tykkum, sum møttu í kapellinum og tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk
Lis, Heri, William, Jógvan Elias og Herdis
Gullbrúdleyp
Leygardagin 9. november
hava hjúnini Iris og Henn
ing Petersen gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin í høl
unum hjá Starvsmanna
felagnum leygarkvøldið 16.
november kl. 19 fyri inn
bodnum.w
Gullbrúdleyp
Leygardagin 16. novembur hava hjúnini Marjun og Hans
Jákup Í Kollsbyrgi verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin
á degnum. Tey ið ynskja at heilsa uppá gullbrúðarparið eru
hjartaliga vælkomin í EB-húsið ímillum 12.00-17.00.