týsdagur 5. november 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
HB:
Í HB kom tað sum
eitt sjokk, at lið
skiparin í felagnum
seinastu seks árini, Fróði
Benjaminsen, ikki heldur
fram í felagnum.
Finnbogi Arge, formaður
í HB, sigur við in.fo, at tað
var hansara avgerð at steðga
samráðingunum við Fróða
Benjaminsen.
– Partarnir vóru ov langt
frá hvørjum øðrum. Tí valdi
eg at steðga samráðingunum
og kunngera, at Fróði ikki
heldur fram í felagnum, sigur
formaðurin í HB, Finnbogi
Arge.
Formaðurin er keddur um
støðuna og hevur bara gott
at bera Fróða Benjaminsen.
– Vit vildu fegin havt hann
at hildið fram í felagnum,
men tað má vera innanfyri
teir fíggjarligu karmarnar, ið
felagið hevur at arbeiða við.
Góðtekur Fróði tær treytir
nar, so er hann so hjartaliga
vælkomin
aftur,
sigur
Finnbogi Arge.
Fyri uttan Bárð Olsen, so
hava allir spælararnir longt
sáttmálan til komandi ár.
Eina løtu var ivi um Jóhan
Troest Davidsen fór at halda
fram, men hann skrivaði
undir ein tvey ára sáttmála.
Spurningurin
er
nú
hvør skal avloysa Fróða
Benjaminsen á miðvøllinum.
Levi Hanssen hevur verið
nevndur sum, ið er upp á tal
í HB.
HB leitar eisini eftir
einum framherja. Her er
Jóan Símun Edmundsson
ovast á ynskilistanum, men
hann leitar fyrst og fremt
uttanfyri landoddarnar.
Út: Fróði Benjaminsen
Ikki longt: Bárður Olsen
Upp á tal: Levi Hanssen
(EB/Streymur), Jóan Símun
Edmundsson (Viking, Nor)
og Jónas Tór Næs (Valur, ÍS)
ÍF:
ÍF verður komandi
ár
uttan
Høgna
Madsen,
Jan
Ó.
Ellingsgaard
og
Øssur
Dalbúð, sum allir flyta av
landinum. Flestu av hinum
á
silvurvinnandi
liðnum
halda fram. Albert Ellefsen
verður venjari, meðan menn
sum Ari Ó. Ellingsgaard,
Leivur Joensen, Poul N.
Mikkelsen, Clayton Soares,
Høgni Zachariasen og Nenad
Saric halda allir fram. Høgni
Zachariasen
hevur
ikki
skrivað undir enn, men sátt
málin er upp á pláss.
Tað hevur ikki verið so
nógv at hoyrt til ÍF í samband
við spælaraflytingum. Karl
Løkin skifti undan hesum
kappingarárinum til NSÍ frá
júst ÍF. Hann er upp á tal í ÍF
til komandi ár.
Annars hevur formðaurin
í felagnum meldað út, at
ÍF fyrst og fremst hyggur
eftir sínum egnu spælarum,
áðrenn farið verður út at
hyggja eftir øðrum.
Út: Høgni Madsen (Dk),
Jan Ó. Ellingsgaard (Dk)
og Øssur Dalbúð (Dk)
Ikki longt: Bartal Eliasen
Upp á tal: Karl Løkin (NSÍ)
B36:
Árstalsfelagið
í
Gundadali
hevur
skift venjara. Mikkjal
Thomassen er givin, meðan
Sámal Erik Hentze er nýggj
ur venjari. B36 verður eisini
uttan Gilla Sørensen og Súna
Olsen komandi ár. Súni Olsen
er farin til Víking, meðan Gilli
Sørensen skiftir til danska
Superliga liðið, AaB. Eisini
Evrard Ble hevur spælt sínar
seinastu minuttir í B36.
Tað
hevur
eydnast
B36 at hildið fast í Lukasz
Cieslewicz, sum hevur verið
ein lyklaspælari síðani hann
kom til felagið í 2011. Eisini
Adeshina Lawal heldur fram
í felagnum, eftir eitt ár í før
oyskum fótbólti.
Menn sum Jákup á Borg,
Rasmus Dan Sørensen, Høgni
Eysturoy, Tóður Thomsen og
Hørður Askham hava allir
longt fyri komandi ár.
Spælarar, sum hava verið
upp á tal í B36 til komandi
kappingarár,
eru
Rógvi
Joensen, liðskiparin hjá TB,
og Rógvi Egilstoft Nielsen,
sum í ár hevur spælt við EB/
Streymi.
Út: Súni Olsen (Víkingur),
Gilli Sørensen (AaB)
og Evrard Blé
Upp á tal: Rógvi Joensen
(TB) og Rógvi Egilstoft
Nielsen (EB/Streymur)
NSÍ:
Leitar í løtuni eftir
nýggjum
venjara.
Heðin Askham er
farin til HB, so nú er felagið
við at finna sær ein avloysara.
Enn er ongin favorittur, men
nøvn sum Trygvi Mortensen,
Jens Martin Kundsen, Jógvan
Martin Olsen, Milan Kuljic og
John Petersen er nøkur av
teimum nøvnunum, sum eru
upp á tal.
Mánadagin bleiv staðfest,
at Pól Jóhannus Justinussen
skiftir til EB/Streym. Tað
merkir, at NSÍ missir ein
landsliðsspælara,
sum
kann spæla á vinstru síðu, í
miðverjuni og á miðvøllinum.
NSÍ stríðist eisini við at
halda fast í Karl Løkin, sum
møguliga er á veg til ÍF. Eisini
Jónhard Frederiksberg er
settur í samband við Skála,
sum aftur er í bestu deildini.
Í Runavík spæla teir við
kortunum tætt at kroppinum,
tí lítið og einki hevur verið
at hoyrt spælarar, sum eru á
veg til felagið.
Út: Pól Jóhanuus
Justinussen (EB/Streymur)
Ikki longt: Karl Løkin
og Jónhard Frederiksberg
EB/Str.:
Stendur til at missa
enn fleiri týðandi
spælarar á miðvøll
inum. Í fjør fór Sorin Anghel
til AB og Pauli G. Hansen
gavst. Nú ljóðar, at Pætur
Dam Jacobsen, Levi Hanssen
og møguliga Arnar Dam eru á
veg úr felagnum. Pætur Dam
Jacobsen og Arnar Dam eru
settir í samband við Skála,
meðan Levi Hanssen er sett
ur í samband við millum ann
að Víking og HB.
Hetta merkir so, at EB/
Streymur má til at styrkja
miðvøllin. Fyrsti styrkurin
kom mánadagin, tá felagið
gjørdi tvey ára sáttmála við
Pól Jóhannus Justinussen.
Felagið hevur longt sáttmálan
við Niels Paula Danielsen.
Eisini Gert Hansen heldur
fram í felagnum, sjálvt um
hann í longri tíð hevur verið
settur í samband við Víking.
Ein leysasøga vildi eisini vera
fótbóltur Effo-deildin 2014
Her taka vit samanum støðuna hjá feløgunum, sum skulu mannað Effo-deildina komandi kappingarár.
Summi feløg hava longu gjørt flestu sáttmálarnar, meðan onnur feløg einki hava gjørt
í gongd
Tróndur Arge
Í løtuni fyrireika feløgini
í Effo-deildini seg til kom
andi kappingarár. Fleiri
feløg hava skift venjara,
meðan onnur skifta nógv
út í hopinum.
Leysasøgurnar eru eis
ini nógvar og tað kann
verða ringt at finna runt í
øllum prátinum. Her er so
tín guide til nakað av tí,
sum fyrigongur handan
leiktjøldini í føroyskum
fótbólti í løtuni.
Fyrireik
ingarnar