Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 6. november 2013 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur við, at 35 ára gamli Nenad Stankovic hevur verið ein møgu­leiki. Í verjuni tykist leikluturin hjá Egili á Bø at blíva minni og minni, meðan Rógvi Egilstoft Nielsen er upp á tal í bæði Skála og B36. Gunnar Zachariasen hev­ ur eisini bjóðað seg fram í millum annað HB, men sum skilst er ongin áhugi har fyri U21 landsliðsframherjanum. Onnur feløg, sum hava verið inni í myndini eftir honum er eitt nú AB. Inn: Pól Jóhannus Justinussen Ikki longt: Pætur Dam Jacobsen (Skála), Arnar Dam (Skála), Levi Hanssen (HB og Víkingur), Rógvi Egilstoft Nielsen (B36), Gunnar Zachariasen Upp á tal: Evrard Blé (B36) Nenad Stankovic Víkingur: Felagið úr Gøtu og Leirvík hevur sett kós móti toppinum av føroyskum fótbólti. Súni Olsen er aftur í Sarpugerði og hann er avgjørt ein styrkur fyri víkingarnar. Víkingur hevur eisini verið eftir Lukasz Cieslewicz, men tapti kapp­renningina við B36. Leingi var Gert Hansen settur í samband við felagið, men leygarkvøldið kunngjørdi EB/Streymur, at teir hava longt sáttmálan við høgra bakkin við longu inn­ køst­unum. Víkingur hevur meld­að út, at felagið ynskir ein fram­ rættaðan spælara afturat. Kaj Leo Í Bartals­stovu fer aftur av landinum at royna eydn­ una, so tað er óvist um hann verður í Víkingi komandi ár. Tí hevur ljóðað, at Víking­ ur kundi hugsað sær ein spælara sum Levi Hanssen, sum kann røkja fleiri av fram­rættaðu plássunum á mið­vøllinum. Tá Víkingur ikki fekk Lukasz Cieslewicz, so er spurning­urin hvat Víkingur kundi hugsað sær í staðin. Pengarnir tykjast vera til staðar, men helst mugu teir av landinum at finna ein makkara til Finn Justinussen í álopinum. Inn: Súni Olsen Út: Kaj Leo Í Bartalsstovu Upp á tal: Levi Hanssen AB: Argjamenn hava fingið nýggjan venjara í Bill M. Jacobsen. Felagið arbeiðir nú við at fylla holini eftir Símun Rógva Hansen, Róa Danielsen og Rógva Poulsen, sum allir eru farnir til Danmarkar. Hans Jørgensen er komin til frá HB, har hann fyri tað mesta sat á bonkinum. Hann avloysur Símun Rógva Hansen. Hinvegin, so hevur felagið ikki funnið avloysaran fyri Róa Danielsen í verjuni. Her hevur Jógvan Isaksen úr KÍ verið upp á tal. Ein annar møgu­leiki er, at flyta Sorin Anghel aftur í miðverjuna saman við Morten Over­ gaard. Á miðjuni ljóðar, at Bárður Olsen kemur út á Argir. Hann hevur í ár spælt við HB, men teir eru ikki sinnaðir at geva FM vinnaranum betri sømdir, men tað eru argjamenn. AB varð í fjør sett í sam­ band við Fróða Benjamin­ sen, so tað er ikki óhugsandi, at AB hevur stóran áhuga í at fáa Fróða Benjaminsen út aftur í ár. Argjamenn skulu eisini hava styrk longur frammi á vøllinum. Ahmed Keita skor­ aði bara fýra mál í lands­kapp­ ingini í fjør, og tað er ov lítið fyri ein mann, sum kostar so nógv sum hann. AB hevur leitað eftir einum avloysara fyri senegalesanum, men nú ljóðar, at tað er ikki púra vist, at Ahmed Keita ikki heldur fram. Inn: Hans Jørgensen (HB) Út: Símun Rógvi Hansen (Dk), Rói Danielsen (Dk) og Rógvi Poulsen (Dk) Upp á tal: Jógvan Isaksen (KÍ) og Bárður Olsen (HB) KÍ: KÍ hevur longu tryggjað sær sín fyrsta spælara til komandi ár. Ndende skiftir frá TB til KÍ til komandi ár. Ndende hev­ur verið ein umbiðin harri eftir kappingarlok. Fleiri fel­øg vildu hava hann, men tað endaði við at KÍ kom við ein­ um út­spæli, sum Ndende var glað­ur fyri. Kí hevur havt stórar trupul­leikar í verjupartinum. KÍ hevur millum annað verið eftir Hans Jørgensen og Jóhan Troest Davidsen, báðir úr HB. Serliga var áhugin stórur fyri at fáa lands­liðs­ mið­verjan, Jóhan Troest Davidsen, í bláu troyggjuna. Sum skilst, so var talan um eitt risa tilboð fyri ein før­ oyska miðverja. Í summar var KÍ í sam­ráð­ ingum við fleiri spælarar úr Danmark, men tað bar ikki á mál. Tí er ikki óhugsandi, at støðan er áleið tann saman í Klaksvík í dag. Liðskiparin frá í fjør, Hjalgrím Elttør, hevur held­ ur ikki longt sáttmálan. Fleiri feløg hava víst honum áhuga. Har millum er B68, sum Hjalgrím hevur verið í sam­ráðingum við. Á ársveitsluni kunngjørdi felagið, at Atli Danielsen og Meinhard Joensen halda fram í felagnum. Inn: Ndende (TB) Út: Jógvan Isaksen Ikki longt: Hjalgrím Elttør B68: Lítið og einki hevur verið at hoyrt til B68. Tað er stórur áhugi fyri Jann Inga Petersen, sum annars hevur sáttmála í Víkingi fyri komandi kapp­ ingarár. Sum skilst, so verður arbeitt við at fáa hann leysgivnan úr sáttmálanum, so hann kann venda aftur til barndómsfelagið. Á Toftum vilja tey eisini gjarna síggja Hjalgrím Elttør í reyðum. Hann hevur unnustu av Toftum og hesum hevur leiðslan í felagnum sjálvandi fingið við. Hjalgrím skal eftir øllum at døma hava verið til samráðingar við B68 í farnu viku. Tað tykist tó sannlíkt, at fleiri onnur feløg hava áhuga í honum. Eitt er KÍ sjálvt, har hann er liðskipari, onnur feløg knudi verið Víkingur og ÍF, sum bæði skulu spæla í Evropa komandi kappingarár, EB/Streymur og møguliga eitt ella tvey feløg í høvðusstaðnum. Tað er framvegis ógreitt hvat sker á Toftum viðvíkjandi venjaraspurninginum. Øssur Hansen hevur framvegis ikki fingið nýggjan sáttmála og Jógvan Martin Olsen er blivin nevndur sum ein møguligur avloysari. Upp á tal: Hjalgrím Elttør(KÍ), Jann Ingi Petersen(Víkingur) og Henry Heinesen(KÍ) Skála: Uppflytarnir hava eins og B68 heldur ikki fingið nakran nýggjan spælara og eru uttan venjara. Her tykist tó púra vist, at Eliesar Olsen verður venjari hjá felagnum kom­ andi kappingarár. Tað gongur hinvegin strilti við at fáa spælarar til felagið. Menn sum Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Jónhard Frederiksberg og Rógvi Egilstoft Nielsen eru allir settir í samband við Skála. Skála hevur eitt ungt og óroynt lið, men tað tykist ikki nerva unga venjaran hjá felagnum, sum ikki ræð­ist at geva teimum ungu møgu­ leikan. Skála hevur eisini verið sett í samband við Tehe Aristide, sum hevur spælt við 07 Vestur. Tann søgan er avsannað, tí á Skála verður ikki farið útum landoddarnar eftir spælara. Hetta er ov kostnarmikið fyri felagið, verður sagt av Skála. Petur Pauli Mikkelsen og Andreas Frederiksberg koma heim niðri frá til komandi kappingrár. Inn: Petur Pauli Mikkelsen (Dk) og Andreas Frederiksberg (Dk) Uppá tal: Pætur Dam Jacobsen (EB/Streymur), Arnar Dam (EB/Streymur), Jónhard Frederiksberg og Rógvi E. Nielsen (EB/Str.) trondur@sosialurin.fo fótbóltur Effo-deildin 2014 Myndir: Álvur Haraldsen