hósdagur 7. november 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Toskastovnurin og hýsu
stovnurin eru illa fyri. Tað
staðfestir Eilif Gaard, fiski
frøðingur og stjóri á Hav
stovuni. Eilif Gaard vísir á,
at lívfrøðiliga ráðgevingin
byggir serliga á tvey tilvís
ingarvirði. Gýtingarstovn
og veiðitrýst.
Sambært fiskifrøðingi
num skal toskastovnurin
ikki fara niður um 40.000
tons, hýsustovnurin skal
ikki fara niður um 35.000
tons
og
upsastovnurin
skal ikki fara niður um
55.000 tons. Og ikki minni
umráðandi er at stovnarnir
verða røktir. Fiskifrøðingar
hava roknað seg fram til,
at í mesta lagi er ráðiligt
at fiska 25 prosent av
toskastovninum. Av hýsu
ni skal veiðitrýstið ikki
vera størri enn 20 prosent
av
stovninum,
meðan
upsastovnurin
sambært
fiskifrøðingunum tolir eitt
veiðitrýst á 22 prosent av
stovninum.
Men síðstu árini hava
gýtingarstovnarnir, bæði
av toski og hýsu, verið væl
minni enn minstamarkið.
Í
báðum
føri
eru
gýtingarstovnarnir minni
enn helvtin av tí, sum teir
eiga at vera. Orsøkin er
heilt einfalt eitt ov høgt
veiðitrýst.
Øðrvísi er við upsa
stovninum.
Hóast
veiðitrýstið hevur verið
størri enn tilmælini frá
fiskifrøðini,
so
heldur
upsastovnurin stand.
Stýringin
Á
Fiskivinnutinginum
mikudagin
nýtti
Eilif
Gaard høvið at eftirlýsa
einari betri stýring av
fiskiskapinum.
- Vit hava tørv á eini
umsitingarætlan,
sigur
Eilif Gaard, sum í sama
viðfangi
staðfestir,
at
umsitingarætlanin
frá
oktober
2011
framvegis
samlar støv í eini skuffu í
Fiskimálaráðnum.
- Nei, umsitingarætlanin
er ikki sett í gildi, sigur
Eilif Gaard, sum var við í
arbeiðsbólkinum, ið gjørdi
ætlanina.
Stjórin á Havstovuni
skjýtir upp, at løgtingið ger
eina rammulóg, sum tekur
støði í lívfrøðiligari, fíggj
arligari og samfelagsliga
burðardyggari nýtslu av
tilfeinginum í havinum.
Síðani
skal
ein
breitt
samansett nevnd gera eitt
tilmæli
til
landsstýris
mannin um, hvussu nógv
eigur at verða fiskað.
- Við støði í hesum
eina
tilmælinum
eigur
tað
at
vera
upp
til
landsstýrismannin,
ikki
løgtingið, at áseta við
kunngerð, hvussu fiski
skapurin skal regulerast
næsta fiskiárið, sigur Eilif
Gaard.
Lýsingin av einum heima
flota í tungum sjógvi hevur
í eftirhondini nógv ár breitt
seg sum ringar í sjónum. Vit
síggja eina mynd av einum
fiskiflota, ið er ov stórur til
ta nøgd av fiski, ið er at fis
ka. Vit síggja fiskiskip, sum
ikki tjena pengar. Og hartil
kemur áhaldandi diskusjón
in um, hvussu fiskiskapurin
skal stýrast, soleiðis at veið-
an er burðardygg.
Málsetningurin við ár
liga Fiskivinnutinginum í
Norðurlandahúsinum mik
udagin var at lýsa avbjóð
ingar og møguleikar fyri
eini lønandi og burðardyg
gari botnfiskaveiðu.
Fiskifrøðingar, búskap
arfrøðingar og umboð fyri
vinnuna góvu síni íkast til
henda problematikkin, ið
tyngir okkara traditionellu
høvuðsvinnu.
Tað var samanumtikið ein døpur mynd, sum árliga
Fiskivinnutingið teknaði av tí partinum av flota
num, sum í høvuðsheitum fiskar tosk, hýsu og upsa.
Heimaflotin er ov stórur, tjenar ikki pengar og má
í stóran mun dúva upp á niðurfiskaðar stovnar
Eitt neyðarróp
um lønsemi
Toskur og
hýsa illa fyri
Gýtingarstovnarnir av bæði toski og hýsu eru nógv
minni enn ráðiligt er, staðfesta fiskifrøðingar
Smái upsin er ofta ein tru
pulleiki
í
fiskiskapinum,
og javnan verða upsaleiðir
stongdar, tí upsin er ov
smáttfallandi. Vørn, Havstov
an, reiðaríið Faroe Origen og
trolvirkið Vónin hava í felag
gjørt eina roynd at skilja
smáa upsan frá við at brúka
skiljirist.
Royndirnar vórðu gjørdar
við Heyki og Falki í apríl og
mai, og úrslitini løgd fram á
Fiskivinnutinginum. Roynd
irnar vísa, at við ristini ber til
at skilja heili 60 prosent av
smáa upsanum frá. Smái up
sin fer tí útaftur, meðan bara
stóri upsin fer í trolið.
Úrslitini lata dyrnar upp
fyri nýggjum møguleikum.
Í dag eru nógvar fiskileiðir
stongdar, tí ov nógvur ung
fiskur er at fáa. Men við at
brúka skiljirist ber til at fiska
tann stóra upsan, meðan
smái upsin fer útaftur og tí
fær frið at veksa seg stóran
og feitan.
Talan var um tveir túrar,
har annað skipið fiskaði við
rist, og hitt uttan rist. Roynt
var inni á stongdum leiðum
norðanfyri og vestanfyri.
Avreiðingarnar staðfestu,
at miðalvektin á veiðuni hjá
tí skipinum, sum fiskaði við
rist, er 215 gram hægri, sam
mett við fiskiskap uttan rist.
Tá meira fæst fyri stóran
upsa enn smáan, so ávirkar
skiljiristin eisini miðalprísin.
Tað skipið, ið fiskaði við rist,
fekk í meðal 53 oyru meira
fyri kilo, samanborið við
skipið, sum ikki fiskaði við
rist.
Kristian
Zachariassen,
leiðari á menningardeildini
hjá Vónini, legði úrslitið av
royndini fram á Fiskivinnu
tinginum í Norðurlandahúsi
num.
- Man klárar ongantíð at
fiska alt reint, men skilji
ristin ger sera góðan mun,
staðfestir Kristian Zachari
assen.
Við at brúka skiljirist í upsafiskiskapi ber
til at fiska, eisini á leiðum, sum í dag eru
stongdar vegna ov nógvan smáan upsa
Skiljiristin opnar stongdar leiðir
Lagt til rættis: Jón Brian Hvidtfeldt