Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Fiskastovnarnir eru illa fyri. Sveiggini í nøgdunum av rá­ vøru eru stór. Fiskivinnan hev­ur torført við at liva upp til altjóða krøv um burð­ar­ dygg­an fiskiskap. Góðskan er ikki nóg góð. Og føroyska um­dømið er ikki nóg gott. Egil Olsen, fiski­vinnu­frøð­ ing­ur, legði ikki fingrarnar ímill­um í síni framløgu á Fiskivinnutinginum. Sam­ bært Egili Olsen eigur mangl­andi stýringin av fiski­vinnuni sín stóra part av orsøkini. Fiski­vinnu­ frøð­ing­urin undirbygdi sítt argument við at vísa á, hvussu nógv er kom­ið upp á land av høvuðs­fiska­sløg­ unum síðstu árini. Land­ing­ ar­nar av toski og hýsu ganga beint niðureftir, konga­fisk­ ur­in fer sama veg, meðan upsin roynir at muta ímóti. - Avleiðingin kann lætt­ liga gerast, føroyska fiski­ vinn­an missir fótafesti á sín­um marknaðum. Og tað er ein sera álvarsom støða, sig­ur Egil Olsen. Møguleikar Sambært fiski­vinnu­frøð­ing­ in­um noyðist vinnan og sam­ felag­ið sum heild at legg­ja seg eftir at virðisøkja fisk­in. - Tað er neyðugt at gera og fáa meira burtur úr tí veiðu, sum kemur upp á land. Vit mugu leggja størri dent á fesk­ar vørur, og so skulu vit eisini duga betur at gagnnýta alla rávøruna, sigur Egil Ol­ sen. Fiskivinnufrøðingurin held­ur somuleiðis, at nógv meira kann gerast burtur úr at framleiða og útflyta salt­ fisk burtur úr frystum fiski, ei­si­ni útlendskum fiski, ið verð­ur virkaður í Føroyum. Tann alsamt veikari støð­ an á marknaðunum noyðir vinnu­na og samfelagið ann­ ars til at gera nakað aktivt fyri at síggjast aftur millum kapp­ing­ar­neytarnar. - Vit noyðast aktivt at mark­nað­ar­føra ”Faroe Fish” og menna sølusamstarv, sig­ ur Egil Olsen. Missa fótafesti á marknaðunum Føroyska fiskivinnan er um at missa sínar marknaðir, ávarar fiskivinnufrøðingurin Egil Olsen Síðani føroyska makrel­ ævin­týrið byrjaði fyri nøkr­ um árum síðani, hevur stóri spurningurin verið, hvussu makrelurin ávirkar vist­ skipan­ina kring Føroyar. Spurt og gitt hevur verið, hvus­su og í hvønn mun makr­el­ur­in ávirkar annan fisk, ið svimur í føroyskum øki. Á Fiskivinnutinginum kom Jan Arge Jacobsen við svari­num. Fiskifrøðingurin við sergrein í uppsjóvarfiski hev­u­r staðið fyri umfatandi kann­ing­um av makreli á før­oyska landgrunninum. Tal­an er um kanningar, ið eru gjørdar bæði í 2011 og í fjør. Kanningarnar geva onga ábend­ing um, at makrelurin, ið sum kunnugt svimur og livir uppi í sjónum, ávirkar botn­fiskin. - Tað er einki, sum bendir á, at makrelur tekur yngul av toski, hýsu, upsa og nebba­sild, staðfestir Jan Ar­ge Jacobsen. Fiskifrøðingurin vísir á, at makrelurin er ikki inni á landgrunninum í tíðar­ skeið­num frá apríl til juni, tá egg og yngul av botnfiski reka uppi í sjónum. - Tí er einki samanfall mil­lum makrel og yngul av botn­fiski, sigur Jan Arge Jacob­sen. Makrelurin ávirkar ikki botnfiskin Tað ber ikki til at geva makrelinum skyldina fyri støðuna hjá botnfiskinum, staðfestir fiskifrøðingur Sæð úr einum bú­skap­ar­ li­g­um sjónarhorni, so er neyðugt at taka ógvus­ lig stig fyri at gera tað liviligt hjá teimum, sum vera eftir í vinnuni. Tað held­ur Kári Petersen, bú­ skaparfrøðingur, sum skír­ ir politikararnar at hava ført ein sonevndan ”albyl­ politikk” seinastu 10-15 árini. - Tiltøkini hjá lands­stýri­ num hava verið eins virkin og albyl uppá krabbamein. Tey hava minkað nakað um symptomini, men einki gjørt við sjúkuna, sigur Kári Peter­sen. Búskaparfrøðingurin sigur seg snøgt sagt ikki trúg­va uppá, at politikarar klára at skapa vinnuni góð­ ar karmar við teimum am­ boðum, sum vanliga vera brúkt. - Verður fiskidagatalið mink­að so nógv sum tilráðingarnar siga, so fer allur feskfiskaflotin á húsa­ gang. Gongur tað betri og stovn­urin veksur, so eru nógv­ir bátar og skip sum skjótt kunnu fiska stovnin nið­ur aftur, argumenterar Kári Petersen og heldur fram: - Tí er neyðugt at gera eitt annað slag av inntrivi. Tað er neyðugt at keypa nøk­ur skip burtur úr skipan­ini fyri á tann hátt at gera tað liviligt hjá teimum, ið eftir eru, sigur Kári Peter­ sen, sum tí mælir til upp­ høgg­ing­ar­stuðul. Búskaparfrøðingurin skjýt­ur upp at brúka part av tilfeingisgjaldinum á upp­sjóv­ar­fiskiskapin til at keypa nøkur skip burtur úr fiskiskapinum eftir botn­ fiski. Upphøggingarstuðul Einasta gongda leið er at keypa skip burtur úr flotanum fyri at fáa restina at bera seg, sigur búskaparfrøðingurin Kári Petersen Fiskiflotin er alt ov stór­ ur. Tað staðfestir Hans Ell­e­f­sen, PhD í fiski­vinnu­ búskaparfrøði, sum tí hevur gjørt eitt øvilsi at finna fram til tað, ið hann nevnir opti­ ma­la botnfiskaflotan. Øvilsi er at finna útav, hvussu flot­ in kann tjena flestar pengar. Hans Ellefsen tekur støði í tølum fyri 2010, tá trolar­arnir vóru 30 og línu­ skip­ini 16 í tali. Hetta árið høvdu hesir skipabólkar saman­lagt 61 milliónir í undir­skoti. Men við einum opti­mal­um flota áttu hesir skipa­bólkar, sambært bú­ skap­ar­frøðinginum, at havt eitt yvirskot á 376 milliónir krón­ur. - Men at koma hertil krev­ ur handling, staðfestir Hans Ellef­sen. Í orðinum handling ligg­ur at skerja talið á skipum munandi. Sam­bært útrokningum hjá bú­skap­ar­ frøðinginum áttu trolararnir ikki at verið fleiri enn 11 í tali, með­an línuskipini bara áttu at verið fimm. Tað hevði minkað mun­ andi um rakstr­ar­út­reiðsl­ur­ nar, samstundis sum inn­tøk­ an hevði verið nærum tann sama. Modellið hevði tó kostað nógv arbeiðspláss. Í 2010 vóru 211 størv umborð á trolar­unum og 221 umborð á línu­skipunum. Við at fylgja modelli­num høvdu hHsi 432 størv minkað niður í 104. - Ja, her høvdu verið 328 størv færri. Men yvirskotið í vinnu­ni hevði vaksið við 438 milliónum krónum um árið. Og tað eru also 1,3 millión krónur fyri hvønn fiski­ mann, sum gevst, sigur Hans Ellefsen. - Tað optimala hevði verið, um trolararnir vóru 11 og línuskipini fimm í tali, sigur Hans Ellefsen, PhD í búskapi Flotin niður í ein triðing