hósdagur 7. november 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Bjarni Djurholm, formaður í
Løgtingsins mentanarnevnd,
var varin at koma við nøkrum
lyftum um miðlastuðul á
NORA-ráðstevnuni í gjár,
men vil hava eina óhefta
útgreining av virkseminum
hjá Kringvarpinum og bet
ra
kappingarstøðuna
hjá
privatu miðlunum.
- Eg havi heitt á lands
stýrismannin í mentamál
um at seta ein arbeiðsbólk at
gera eina útgreining av, hvat
vit fáa fyri tær 46 milliónir
krónurnar í hyggjara- og lurt
aragjaldi og tær 10-12 milli
ónir krónurnar í spæli og
lýsingum, sum Kringvarpið
hevur at arbeiða við nú.
Arbeiðsbólkurin
eigur
at
mannast við fólki, sum ikki
eru knýtt at stovninum. Tá
vit so hava funnið út av, hvat
vit fáa nú, skulu vit finna út
av, hvat vit vilja hava, sigur
Bjarni Djurholm.
Ongan almennan
stuðul
“Vit” er politiska skipanin,
men persónliga gloppar hann
dyrnar fyri, at Kringvarpið,
sum er einasti public service-
miðil í Føroyum, skal hava
meira pening – tað skal bara
ikki verða landskassin, ið
rindar.
- Eg eri ímóti at seta Kring
varpsraksturin beinleiðis á
fíggjarlógina, men vit mugu
staðfesta, at lisensgjaldið
hevur staðið í stað í nógv ár.
Tá eitt útgreiningararbeiði er
gjørt, og vit kenna støðuna,
og vita, hvat vit vilja hava,
mugu vit taka støðu til, um
hyggjara- og lurtaragjaldið
møguliga skal hækkast.
Men
við
útgangsstøði
í verandi fíggjarstøðu hjá
Kringvarpinum, kemur nógv
at mangla í, um Bjarni Djur
holm eisini fær framt eina
aðra týðandi ætlan, nevniliga
at steðga sponsoreraðum
Ingolf S. Olsen
Formaðurin í Løgtingsins
mentanarnevnd
heldur
tað bæði hava fyrimunir
og vansar við sær, at jour
nalistar og keldur kenna
hvønn annan so væl í
Føroyum. Men útbúgvin
tíðindafólk
duga
at
skilja ímillum vinalag og
professionelt arbeiði, held
ur hann. Hann er varin
við at lova meira pening til
Kringvarpið, men gloppa
tó dyrnar fyri hesum.
Ein teirra, ið ongantíð
hevur hildið seg aftur at
harta føroysku pressuna,
tá hann heldur, at hon
ikki ger sítt arbeiði til lítar
ella fer um mørk, er Bjarni
Djurholm, løgtingslimur
og fyrrverandi landsstýris
maður í Vinnumálum.
Hann er formaður í
Løgtingsins
mentanar
nevnd og var boðin við
á NORA-ráðstevnuna í
Keypmannahavn í gjár.
Hann var eisini við í einum
kjakpaneli, har kjakast
varð um miðlapolitisku
avbjóðingarnar í NORA-
økinum.
Drúgvasta
evnið
á
ráðstevnuni var arbeiðs
viðurskiftini hjá miðlum
og journalistum í smáum
samfeløgum,
har
jour
nalistar og keldur mala
um beinini á hvør øðrum
í gerandisdegnum, bæði
í arbeiðstíð og í frítíðini.
NORA-økini,
Føroyar,
Grønland, Ísland og norska
strondin, nevnd Stranda
noreg, eru slík øki.
Bæði gott og ilt
Bjarni Djurholm heldur
tøttu sambondini millum
journalistar og politisku
keldurnar vera bæði av tí
góða og tí illa.
- Tað er lættari at sam
skifta, og um tú kennir
ein journalist væl, torir tú
kanska betri at avdúka teg
sjálvan og líta á, at tað ikki
verður misnýtt. Vansin er
kanska, at journalistarnir
kenna seg ov nær og tískil
leggja bond á seg sjálvar,
sigur hann.
Formaðurin í mentan
arnevndini heldur ikki,
at trupulleikin við tøtt
um sambondum millum
journalistar og valdshav
arar er so stórur, sum
hann varð gjørdur til á
ráðstevnuni.
- Í øllum førum ikki í
Føroyum. Sjálvandi er alt
íð okkurt at finast at í so
máta, men tað er tað eisini
í stórum londum. Vit hava
nógv væl útbúgvið tíð
indafólk, sum duga væl at
skilja ímillum, hvat er hvat,
og kenna markið millum
vinalag og professionelt
arbeiði. Tí eiga miðlarnir
eisini at leggja seg eftir at
brúka útbúgvin miðlafólk,
sigur Bjarni Djurholm.
Sakligt og kritiskt
Útbúgving
er
vegurin
fram fyri at fáa eina væl
virkandi, óhefta pressu, og
her er enn nógv at heinta,
heldur hann.
- Tíðindafólk definera
ein veruleika, og tá er tað
umráðandi, at tey bera røtt
tíðindi, um tey – og pressan
– skulu missa trúvirði. Holl
útbúgving vil tryggja, at
jounalistarnir hava neyð
uga førningin at tryggja so
væl undirbygdar sending
ar og greinar, sum til ber,
staðfestir Bjarni Djurholm
og kann ikki bara sær at
koma við einum priki:
- Tíðindafólk spjaldra
seg sum fólksins vakt
hundur, men fleiri jour
nalistar eru eftir øllum at
døma ikki nøgdir við bara
at vera á varðhaldi, men
vilja eisini stýra, hvørjum
veruleika teir skulu vera
á varðhaldi fyri. Teir vilja
definera, hvat er rætt og
rímiligt, og tá haldi eg, at
farið er um mark.
- Í miðlaverðini verður
júkað so nógv, um at jour
nalistarnir
skulu
gera
kritiskan
journalistikk,
men eg sóknist eftir, at teir
í eins stóran mun seta sær
sum mál at gera sakligan
journalistikk, sigur Bjarni
Djurholm.
Tekstur & myndir:
Ingolf S. Olsen
Støðan
hjá
miðlunum
í
Føroyum,
Grønlandi,
Ís
landi og fram við norsku
strondini og journalistisku
arbeiðsumstøðurnar
har
vóru í brennideplinum á
Ráðstevnuni
“Miðlarnir
í
Norðuratlantshavi – Norð
uratlantshavið í miðlunum”,
á Nordatlantens Brygge í
Keypmannahavn í gjár.
Eitt stórt evni á ráð
stevnuni var trupulleikin
ella kynstrið at gera gravandi
og kritiskan journalistikk í
lítlum samfeløgum, har tey
flestu kenna hvønn annan.
Meiningarnar vóru ym
iskar á ráðstevnuni um,
hvussu miðlarnir og journal
istarnir best megna avbjóð
ingina og kysnstrið at gera
óheftan
og
dygdargóðan
journalistikk, tó at keldurnar
ofta eru grannar, skyldfólk
ella vinir hjá journalistunum,
ella hesir ofta eisini arbeiða
ella hava arbeitt fyri teir per
sónar, politiskar flokkar ella
fyritøkur, teir skulu viðgera.
Onkur helt, at strangar
avmarkingar fyri, hvat ein
journalistur kann gera við
síðuna av sínum arbeiði
er rætta amboðið, meðan
onnur halda, at ein opin
og erlig vørumerking – ein
almenn upplisting av veru
ligum, møguligum og hugs
andi áhugamálum hjá jour
nalistunum – er best gongda
leiðin.
Evnið var tvíbýtt – “Mið
larnir í Norðuratlantshavi –
Norðuratlantshavið í miðlun
um” – og hin parturin varð
serliga viðgjørdur í byrjanini
Útbúgving
er loysnin
Bjarni Djurholm:
- Holl útbúgving skal
tryggja so væl undirbygd
ar sendingar og greinar,
sum til ber, heldur Bjarni
Djurholm, formaður í ment
anarnevnd Løgtingsins
KvF-virksemið
Bjarni Djurholm vil vita, hvat fólkið
fær fyri teir pengarnar, Kringvarpið
hevur at arbeiða við í dag, og hev
ur biðið mentamálaráðharran seta
ein óheftan bólk at greina virk
semið. Síðani skal støða taka til,
hvat vit vilja hava. Sponsorerað
tilfar skal út, og útvarpið skal
ikki sleppa at lýsa, heldur hann
Miðlarnir í norðurlendska
Okkurt um 100 miðlafólk – journalistar, redaktørar, tíðinda
leiðarar og stjórar – miðlaáhugað og politikarar tóku lut í
ráðstevnu á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn í gjár.
Evnið var miðlarnir í Norðuratlantshavi – og øvugt
Okkurt um 100 norðurlendsk miðlafólk, miðla
áhugað, embætisfólk og politikarar tóku lut
í ráðstevnuni á Nordatlantens Brygge.