Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 skilj­ast í einum óendaligum stríði, fyri at vinna meira ella varð­veita núverandi vald og ríki­dømi. Hinvegin gekk tað mun­andi meira friðaligt fyri seg millum vanliga fólkið. Tað var ikki vanligt, at lógvaldið blandaði seg upp í hjúnabondini hjá miðal og lágstættunum, uttan so, at viðkomandi átti onkra týð­ andi ogn. Annars var hjúna­ bandið eitt privatmál, sum familjan sjálv tók sær av. Lóg­ gávu­valdið tók sær hvørki av at góðkenna hjúnabond ella hjúnaskilnað. (Elizabeth Abbott, A History of Marriage, 2010). Í Eyptalandi varð eitt hjúnaband góðkent, ”tá ein maður hevði stovnað eitt heim saman við eini kvin­nu”. Henda rættiliga óneyva al­lýs­ ingin av hjúnabandinum var eisini galdandi í Rómverska ríki­num. Sera fáar lógir vóru galdandi i Rómverska ríki­ num viðvíkjandi hjúna­bandi­ num fram til Jesu føðing. Tað varð einans álagt, at ein skuldi hava eyka loyvi, fyri at gifta seg við einum út­lend­ingi, og tað var ikki loyvt at gifta seg við trælum ella skøkjum. (Annie Forgeau, The Survival of the Family Name and The Pharaonic Ord­er, 1996) Fyrsta átakið fyri betri ”familjuvirðum” Octavian (63 f. k. - 14 e. k.), sum seinni gjørdist Agustus keisari í Rómverska ríkinum, var tann fyrsti heimsleiðarin, sum byrjaði eitt veruligt politiskt átak fyri at verja um hjúnabandið og at betra um “familjuvirðini”. Hetta var gjørt í eini roynd at økja um barnsburðatalið í ríkinum. Keisarin ásetti lógir, sum m.a. søgdu, at allir borgarar skuldi gifta seg áðrenn ein ávísan aldur. Ein ógiftur persónur kundi ikki arva nakran undantikið næstringum. Fólk, ið ikki áttu børn, máttu siga helvtina av møguligum arvi frá sær. Menn, ið vóru politiskt áhugaðir, høvdu størri møguleika at sleppa framat valdinum, um teir vóru giftir, og møguleikarnir vuksu fyri hvørt barn teir fingu. Hjúnaskilnaður var tvungin, um ein kvinna var mett at vera ótrúgv, og um maðurin ikki skilti seg frá konuni, var eisini hann revs­ að­ur. Ein ótrúgv kvinna varð dømd at missa sína heim­ fylgju, ein triðing av síni ogn, hon mátti flyta út á eina oyggj at búgva og henni varð bann­að nakrantíð at gifta seg aftur. (Stephanie Coontz, Marr­i­age, a History, 2005) Men á sama hátt sum ávísir politikarar í dag, hevði Agus­tus keisari als ongan trupul­leika við at tvinga onn­ur at fylgja nýásettum moralsk­um reglum, hóast hann sjálvur ikki fylgdi teim­ um. Áðrenn hann setti hol á stóra átakið fyri at økja um moralin hjá fólkinum, valdi hann t.d. at skilja seg frá síni fyrstu konu, tí hon ikki hevði megnað at føtt honum ein son, men bara eina dóttir, Juliu. Síðan gifti hann seg við Liviu, sum longu var gift við Claudius Nero, men Nero, ið var tvíkyndur og sein­ni gjørdist keisari, hevði einki í móti at lata Agustus konu sína í umbýti fyri størri polit­ iskt vald. Hann var enntá við til brúdleypið. Agustus og Livia fingu tó eingin børn. Keisarin valdi tí at útnevna Ti­beri­us, sonin, sum Livia longu átti saman við Nero, til kom­andi keisara. Síðan gav Agust­us Tiberius boð um at skilja seg frá síni núverandi konu, ið samstundis var við barn. Tiberius var tí - móti sín­um vilja - tvungin at gifta seg við Juliu, sum Agustus hevði fingið í sínum fyrsta hjúna­bandi. Tær ríkastu familjurnar vildu helst sleppa undan at deila sítt vald og ognir við onnur, og tí giftu tey seg heldur við egnum familjulimum Javnstøðan í hjúnabandinum millum menn og kvinnur minkaði nógv eftir at plógvin var uppfunnin Í næsta parti av greinarøðini ”Hjúnabandið í søguligum høpi” fara vit at hyggja nærri at hjúnabandinum og blóðskemd, polygami, sølibat - umframt hjúnabandið og tey fyrstu kristnu. Eisini hyggja vit nærri at søguni hjá hjúnabandinum í Føroyum. Á sama hátt sum ávísir politikarar í dag, hevði Agustus keisari als ongan trupulleika við at tvinga onnur at fylgja sínum nýásettum moralskum reglum, hóast hann sjálvur ikki royndi at fylgja teimum