hósdagur 7. november 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Greinarøð: Hjúnabandið í søguligum høpi
Er hjúnabandið søguliga
støðugt og óbroytiligt?
Partur 1
Eiler Fagraklett
Er hjúnabandið æviga støð
ugt? Hevur tað altíð verið
soleiðis sum vit kenna tað
í dag? Eru samkynd hjúna
bond eitt nýtt fyribrigdi?
Søgan sigur øðrvísi frá. Í hes
ari greinarøðini verður hugt
nærri í søgubøkurnar eftir
hjúnabandinum
gjøgnum
tíðirnar.
Vit kenna bara eitt sam
felag í allari mannsøgu
ni, sum ikki hevur nýtt
hjúnabandið sum høvuðs
hátt til at samskipa tað
sosiala og persónliga lív
ið hjá menniskjanum. Tað
er Na fólkið í Kina. Annars
hevur hjúnabandið søgu
liga altíð verið ein univer
sal sosialskipan. Í djóra
heiminum hava vit tó einki,
sum líkist hjúnabondum.
Søguliga
hevur
familjan
og grannalagið havt stóra
ávirkan
á,
hvørjum
vit
menniskju giftast við og
hví. Hjúnabond, ið eru bygd
á kærleika, eru hinvegin eitt
nýtt vesturlendskt fyribrigdi.
Í djóraheiminum liva flest
djór ikki saman í giftum ella
monogamum sambondum og
hittast bara fyri at gita egg
o.t. Tey djór, ið halda saman
í longri tíð ella alt lívið, gera
hetta, fyri at uppala ungarnar
trygt og ikki fyri at økja um
sítt fíggjarliga- ella politiska
vald, sum søguliga hevur
verið mest vanliga orsøkin
hjá menniskjum at gifta seg.
(Stephanie Coontz, Marriage,
a History, 2005)
Tey fyrstu
hjúnabondini
Hóast menniskju altíð hava
samstarvað og livað saman í
ymiskum sløgum av bólkum
ella stammum, verður mett,
at menniskjan veruliga byrjar
at nýta hjúnabandið sum eitt
amboð at skapa ella styrkja
vinarbond millum ymiskar
grannar ella stammur í eldri
steinøldini. Hetta gjørdi tað
munandi lættari og friðalig
ari og minkaði um kapping
ina, tá ferðast skuldi millum
vatnhol, fylgjast skuldi við
plantuvøkstrinum og við
djóraflytingini. Hjúnabond
tvørtur um ymiskar stamm
ur, høvdu eisini við sær, at
børnini, sum á hendan hátt
høvdu eitt bein í hvørjari
stammu, ikki longur kendu
seg noydd at berjast hvør
móti øðrum. Hjúnabandið
kundi á henda hátt gera fígg
indar til vinir og ókend til
familjulimir. (Brian Hayden,
Archaeolgy: The Science of
Once and Future Things,
1993). Í steinøldini vóru øll
tætt knýtt hvør at øðrum og
treytaði av tí avmarkaða til
feinginum, ið var til staðar og
til taks. Hetta broyttist, tá tey
fyrstu samfeløgini byrjaðu
at framleiða avlop, fólkatalið
fór at vaksa munandi og
samfelagið gjørdist meira
fjølbroytt.
Yvirstættin verður
kræsnari
Við tíðini góvust familjubólk
ar við at flyta seg við føðini.
Tey búsettu seg heldur eitt
fast stað og byrjaðu at dyrka
jørðina.
Soleiðis
byrjaðu
summir familjubólkar at eiga
fasta jørð, ogn og annað til
feingi. Skjótt fingu summar
familjur, meira enn aðrar, og
um hetta mundið byrjaðu
tær ríku og valdmiklu familj
urnar at missa áhugan fyri
at deila sítt tilfeingi, arbeiðs
byrðuna og annars at sam
starva við aðrar familjur við
minni tilfeingi ella ogn. So
leiðis gjørdist hjúnabandið
ein nýggjur máti til tess at
økja um valdið og at leggja
enn meira inn undir seg.
(Lawrence Strauss et al., Hu
mans at the End of the Ice
Age, 1996). Tann nýggja yvir
stættin gjørdist meira og
meira kræsin í mun til hvønn
tey vildu gifast við. Tær rík
astu familjurnar vildu helst
sleppa undan at býta sítt
vald og ognir við nakran
annan, og tí fóru summar
ríkar og valdmiklar familjur
heldur at gifta seg við egnum
familjulimum, so arvurin ikki
skuldi hvørva úr familjuni.
Hetta var eitt nú vanligt hjá
yvirstættunum í Eyptalandi.
Egyptar fóru enntá so langt
fyri at sleppa undan at býta
vald sítt við onnur, at summ
ir faraoar ”giftu seg” við
lokalum gudum. Bæði í In
dia og hjá jødum var somu
leiðis siðvenja at einkja, ið
ikki hevði fingið ein son, tá
maðurin doyði, var tvungin
at gifta seg við bróðrinum
hjá manninum.
Kvinnan og
hjúnabandið
Javnstøðan í hjúnabandinum
millum menn og kvinnur
minkaði í grundini heilt nógv,
eftir at plógvin var uppfunn
in. Áðrenn hetta vóru maður
og kona tætt knýtt hvør at
øðrum og tørvaðu hvønn
annan fyri at yvirliva. Men
nú var ikki longur sami tørv
ur á kvinnuni til at dyrka
jørðina, tí hon var ikki hildin
at megna hetta tunga arbeið
ið. Í staðin skuldi hon taka
sær av heiminum og uppala
børnini.
Við stovnanini av londum
og býum fyri umleið 5.000 ár
um síðani, gjørdust verulig
kríggj eisini partur av ger
andisdegnum. Hetta førkaði
kvinnuna, sum ikki var mett
at vera før fyri at fara í kríggj
eins og maðurin, enn longri
niður eftir stigveldisskipanini
í
samfelagnum.
(Brian
Hayden,
Archaeolgy:
The Science of Once and
Future Things, 1993). Henda
samfelagsbroytingin
førdi
eisini við sær, at menn fóru
at krevja heimafylgju fyri at
noyðast at giftast kvinnu í
staðin fyri at lata eina gávu
til
hennara
familju
fyri
at sleppa at giftast henni.
Kvinnan var vorðin ein byrða
fyri mannin.
Kvinnan
gjørdist
somuleiðis
ogn
hjá
pápanum, og tá hon var
gift, ogn hjá manninum.
Moydómur gjørdist nú eisini
týdningarmikil og fekk eitt
stórt sosialt virði. Hetta
síggja vit m.a. í lógum hjá
assyrarum frá 12. og 11. øld f.k.,
sum sigur, at kvinnur, ið vóru
manninum ótrúgvar, skuldu
drepast. Í Gamla testamenti
stendur eisini skrivað, at
brúður, ið ikki er moyggj,
kann vera steinað til deyðis.
Í Kina visti Confucius at siga,
at orðið hústrú merkir “ein, ið
gevur seg undir ein annan”.
(Patricia B. Ebrey, The Inner
Quarters, 1993). Í Grikklandi
vóru ríkmannakvinnur væl
goymdar burtur innandura
ella í læstum økjum, har
restin
av
húsarhaldinum
og
almenningur
ikki
sá
tær.
Gomlu
grikkarnir
sóu hjúnabandið sum eitt
politiskt amboð, og sum ein
máta at føra ættina víðari
meðan hin sanni kærleikin
varð hildin at kunna kykna
millum ein eldri og ein yngri
mann.
Í mun til onnur samfeløg í
Evropa, so var munandi størri
javnstøða í hjúnabondunum
hjá víkingunum. Øll ogn,
sum kvinnan hevði við sær
í hjúnabandið, var serogn,
og hon kundi lata seg skilja
og taka egnu ognina við
sær aftur. Hetta var næstan
óhoyrt um hetta mundið
í restini av Evropa. Eitt
hjúnaband hjá víkingunum
var í grundini ein
sølusáttmáli
millum
familjur
ella
ættir,
sum
lovaðu at hjálpa hvør øðrum.
(Stephanie Coontz, Marriage,
a History, 2005)
Vanlig fólk og
hjúnabandið
Tey
fyrstu
mongu
tús
undatals árini av okkara
siðmentan, var fíggjarligi
fyrimunurin
við
hjúna
bandinum nógv meira týð
andi fyri einstaklingin í
miðal- og lágstættini, enn
tann persónliga nøktanin,
sum er í hásæti í dag. Har
afturímóti var tann polit
iski fyrimunurin við hjúna
bandinum altavgerandi fyri
yvirstættina og valdshavar
arnar.
Gjøgnum
øldirnar
hava flestu yvirstættir brúkt
meginpartin av lívinum til
at berjast, giftast, drepa og
Í eldri steinøldini brúktu menniskju hjúnabandið sum eitt amboð at skapa ella styrkja vinarbond tvørtur umymiskar stammur