hósdagur 7. november 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
"Ongin skipan er betri en fólkini, ið
umsita hana, gera hana til".
Hetta orðatak rakar aloftast
beint.
Skipanir ella "system", sum vit
eisini nevna tey, eru mennsikja
skapt. Menniskju umsita og brúka
tey.
Tí er tað í stóran mun undan
førsla, tá sagt verður, at "trupul
leikin er í skipanini".
Hitt rætta man í flestum førum
vera, at trupulleikin liggur hjá teim
um, ið umsita ella virka í skipanini.
Soleiðis er eisini við teirri lutfalls
liga nýggju føroysku valskipanini,
sum síðani 2007 hevur skipað land
ið alt í eitt felags valdømi.
Skipanin fær nógv oman yvir
seg, men meginparturin av atfinn
ingunum átti at verið vendur til
teirra, sum virka í skipanini og um
sita hana.
Rótin til alt ilt
Henda
tíðargrein
nemur
við
føroysku valskipanina, nú orðaskifti
og tilhoyrandi kritikkur av skipan
ini hevur tikið seg uppaftur. Tað
hendir við millumbilum, hóast
skipanin bert hevur virkað í hálvt
annað valskeið.
Hesaferð er orðaskiftið risið
m.a. í sambandi við tað, sum eftir
øllum at døma fór fram, tá ið nógv
umrøddi Skálafjarðartunnilin var á
dagsskrá.
Fjølmiðlar, politikarar o.o. halda
seg síggja, at tá ið samgongan fyrr
í ár vildi vinna sær meiriluta fyri
privatu
tunnilsloysnini,
royndi
onkur - við pengum úr gamla lands
bankanum í bakhond - at "keypa"
sær atkvøður frá ávísum politik
arum.
Hvørt hetta er rætt ella ikki, er
upp til onnur at meta um. Lands
stýrismálanevndin mælir til, at
handfaringin skal kannast nærri,
og tað arbeiðið fer í gongd í næstum,
skilst.
Hinvegin
eru
eisini
røddir
frammi, ið siga, at átaluverd politisk
atferð, vaksandi lokalpolitikkur,
rossahandlar, lusk og alliansur
tvørtur um floksmørk spretta úr
valskipanini.
Hetta er sjálvandi burturvið.
Her eru nakrir av pástandun
um:
• Valskipanin ger, at gomlu val
dømini smokka niðurímillum
• Skipanin ber í sær, at politikarar
og valevni mugu markera seg
í øllum málum, tí tey nú skulu
veljast av veljarum í øllum
landinum - ikki bert í sínum
egna valdømi
• Sjálvprofilering millum politik
arar hevur sjáldan verið størri
enn nú
• Politikarar eru blivnir opportun
istar, ið renna aftan á einstøkum
málum heldur enn at fylgja
flokspolitikki og ideologi
• Floksdisciplin
er
ongastaðni
at síggja, eftir at Føroyar eru
vorðnar eitt felags valdømi
• Illoyalitetur
florerar
millum
flokkar og inni í flokkum
• Politikarar gera alliansur tvørtur
um floksmørk fyri at fremja
lokal og egin áhugamál heldur
enn at hugsa um allar Føroyar
• Valstríð verða støðugt dýrari at
reka, tí nú skal rekast allastaðni
í landinum, og tí eru tað bert tey
múgvandi, ið verða vald
• Flokkar verða toppstýrdir, og
veljarafeløg úti um landið eru
deyð ella doyggjandi, tí tey 7
gomlu valdømini eru burtur
Mótstríðandi pástandir
Sumt av tí, ið pástandirnir omanfyri
peika á, er rætt. Tíverri.
Tað er ein sannroynd, at floks
disciplinin er og hevur verið
víkjandi, og at politikarar í ávísan
mun renna aftan á málum, ið geva
umrøðu og sjónligheit.
Tó er tað burturvið at geva
einari valskipan skyldina fyri, at
politiska umhvørvið og atferð hjá
politikarum eru farin út á skrá
planið.
Tað, at ein politikari er valdur í
Vágum, Tórshavn ella í Sandoy, ger
ikki, at hann ella hon er sjálvsøkin
ella vil gera rossahandlar ella iva
samar avtalur, ið ikki tola dagsins
ljós.
Aðrir pástandir hava onki hald í
veruleikanum.
Eitt nú smokka tey gomlu val
dømini ikki niðurímillum. Ikki færri
enn 21 av teimum 33 fólkavaldu,
sum í hesum døgum hava sæti í
Løgtinginum, eru vald uttan fyri
høvuðsstaðin.
Upp aftur aðrir pástandir stríða
eisini ímóti sær sjálvum.
T.d. hongur tað ikki saman,
at floksdisciplinin er fokin, og at
illoyalitetur florerar innanflokka,
samstundis, sum sagt verður, at
flokkarnir eru toppstýrdir.
Man kann eisini spyrja: er tað
nakað nýtt, at politikarar gera
alliansur, profilera seg sjálvar ella
leggja seg eftir einstøkum málum?
Eg hugsi, at soleiðis man hava
verið, líka síðani fyrstu politik
ararnir agiteraðu á torgum í Athen
í forna Grikkalandi.
Nýggjheitsvirðið er so sum so.
Við øðrum orðum: tað er ikki
skipanin, tað er galið við.
Her ræður fólkið
Fleiri av kritikarunum síggja einans
tað negativa.
Hvat við at nevna positiv og
týðandi úrslit, ið longu nú síggj
ast?
Veruleikin er, at skipanin við tí
eina valdøminum sum heild hevur
hepnast stak væl, og flestu veljarar
munnu taka væl ímóti henni.
• Føroyski veljarin er settur fríur
til at velja flokkar ella persónar,
líka mikið hvar í landinum tey
stilla upp
• Spennitroyggjan, har ið veljarin
ikki slapp út um sítt egna val
dømi við atkvøðu síni, og enntá
ikki slapp at velja frítt í sínum
egna valdømi, er burtur
• Ein atkvøða er nú ein atkvøða
- í mun til fyrr, tá ið summar
atkvøður fingu størri ávirkan
enn aðrar
• Flokkar, ið stilla upp, uppliva ikki
longur ta margháttligu støðuna,
sum
onkuntíð
hevur
verið,
nevniliga at ein flokkur kann
gerast størstur í tingmannatali,
hóast hann ikki er størstur í
atkvøðutali
• Fleiri kvinnur eru komnar á ting,
og vónandi eru fleiri á veg
Hetta eru í grundini demokratiskar
landvinningar, ið vit sum luttakarar
í føroyska demokratiinum kunnu
fegnast um.
Nógv restar í hjá politisku flokk
unum
Hvat er so at gera við tað, sum
kritikarar vísa á ikki virkar?
Hundurin liggur ivaleyst grivin
hjá teimum einstøku flokkunum
og floksleiðslunum. Tey hava ikki
enn lagað seg til eina nýggja tíð við
nýggjum spælireglum.
Kanska kann man siga, at flokk
arnir ikki enn eru farnir at arbeiða
sum flokkar.
Í so máta kunnu vit í Føroy
um læra okkurt av ting- og floks
arbeiðinum í øðrum londum. Í
Fólkatinginum, har ið eg havi
heiðurin av at umboða Føroyar,
er floksarbeiðið í flestu flokkum
ómetaliga væl skipað.
Væl arbeiðandi tingbólkar
Øll lógaruppskot ella uppskot til
samtyktar verða endavend í ting
bólkunum. Er flokkurin í stjórn, er
ráðharrin við. Leggur ein ráðharri
ikki uppskot fyri tingbólkin, áðrenn
tey fara í tingið, kann hann ella hon
vera vís í at koma í trupulleikar
innanhýsis í flokkinum.
Ósemjur
verða
avgreiddar
innanhýsis á tingbólkafundum,
og orsøkin til, at hetta virkar, er,
at floksleiðsla og ráðharrar lurta
eftir kritikki, samskifta sum vaksin
fólk og taka uppskot til møguligar
broytingar til sín. Innanhýsis ar
beiðið verður gjørt til lýtar.
Afturfyri kunnu flokkar fara út
og tala við einari rødd. Atkvøðuneyt,
sigur onkur. Floksdisciplin, halda
onnur.
Í Løgtinginum er vanligt, at
flestir tinglimir vilja taka lut í
orðaskiftum um nógv mál. Hetta
er ikki so vanligt í Fólkatinginum.
Skipanin við framsøgufólkum av
markar tørvin av viðmerkingum
og trongdina til at kjakast um
alt. Á tann hátt avmarkast eis
ini sjálvprofileringin og sjálvsen
treringin í tingsalinum og úti í
fjølmiðlunum, tí tað er avstemmað
frammanundan, hvør ið úttalar seg
um málini.
Alliansur tvørtur um floksmørk,
sum ikki eru avtalaðar framm
anundan, koma at kalla ikki fyri, tí
politiska stýringin er munadygg.
Gott samanhald
Annað er, at flokkarnir eru væl
skipaðir við egnum embætisfólkum,
sum styrkja fakliga støðið í politiska
arbeiðinum. Hetta haltar í Føroyum,
har ið tingfólk fyri stóran part
mugu klára alt sjálvi.
Enn hevur Løgtingið ikki havt
rygg til at játta neyðugar upphæddir
til sekretariat hjá flokkunum, ið
kunnu hækka støðið.
Sera týðandi fyri tingarbeiðið og
politiska virksemið sum heild, er, at
samanhaldið millum politikarar og
floksfelagar er gott. Kenslan av, at
tingfólk eru góðir starvsfelagar og
skulu samstarva, hevur týdning.
Tá er vandin fyri illoyalitetið og
opportunismu eisini tálmaður.
Dýrari valstríð
Kritikkurin, sum koyrir uppá, at
valstríð eru vorðin dýrari fyri hitt
einstaka valevnið, nú alt landið er
eitt valdømi, skal takast í álvara.
Tann, ið vil gera nógv burturúr,
kann fáa stórar umkostningar, tí
fjølmiðlar, prent- og reklamustovur
o.o. taka seg væl betalt.
Hinvegin er eisini møguleiki fyri
at reka valstríð bíligari á ókeypis
sosialum miðlum og uppá tann
góða gamlan mátan við at tala við
veljarar.
Mest týðandi fyri valstríðið -
eisini hjá einstaka valevninum - er,
at talutíð fæst í valsendingum í
almennu miðlunum. Hon er fram
vegis ókeypis.
Við hugflogi, kreativiteti og
góðari hjálp ber til at koma ígjøg
num eitt valstríði, uttan at valevni
neyðturviliga verða knokkroytt
fíggjarliga.
Seta borgaran í miðdepilin
Orðaskiftið um valskipanina kontra
vána politiska standin í landinum
er, sum nevnt, áhugavert.
Týðandi er at hava í huga, at tað
ber ikki til at hongja alt um hálsin
á einari skipan og at flyta fokus frá
teimum, sum virka í skipanini.
Flestu munnu taka undir við,
at ongin skipan - serliga ikki ein
valskipan - forðar fyri ivasamari
politiskari atferð ella gerðum. Tann
uppgávan liggur á øðrum stað: hjá
flokkunum.
Av allar størsta týdningi er at
halda sær fyri eyga, at borgarin
sum veljari í einum demokratiskum
samfelag skal setast í miðdepilin.
Kvinnur og menn við rætti
til at velja, hvørji skulu stjórna
landinum, skulu standa frí til at
velja millum allar flokkar og øll
valevni allastaðni í landinum.
Ta skipanina hava vit fingið.
Valskipanin er til fyri fólkið - ikki
fyri politikarar!
Alt hitt er í stóran mun uttan
umtos.
tíðargrein
Edmund Joensen
Fólkatinigsmaður fyri Sambandsflokkin
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Valskipan, lokalpolitikarar og skitnar alliansur
Føroyar eru eitt felags valdømi, og tað setur føroyingin frían til at
velja tann flokk ella persón, ið veljarin metir vera best skikkaðan
til at stjórna landinum. Hetta er fólkaræði. Avbjóðingin er nú,
at politisku flokkarnir mugu stríðast ímóti rossahandlum,
politiskum luski og privatum markeringum. Floksleiðslur
mugu venja seg við eina nýggja tíð við nýggjum spælireglum