hósdagur 7. november 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sigert Patursson
Formaður Bóndafelag
Føroya - bondi.fo
Herfyri frættist um uppsagnir
á Allmennum royndum og
ráðgeving
(Royndarstøðini
í Kollafirði), tað vísti seg at
vera
Fiskimálaráðið
sum
hevur ordrað sparingar fyri
yvir eina millión krónur á
royndarstøðini, ella næstan
40% av samlaðu játtanini til
hendan stovn undir landin
um, hetta má vera eindømi at
ein stovnur missir so stóran
part av síni játtan eftir ein
um ári, tá ikki talan er um
beinleiðis
niðurleggjan
av
virkseminnum.
Allmennar royndir og ráð
geving, tað sum vit vanlig rópa
royndarstøðin, hevur umfatað
royndar og granskingarvirk
semi í landbúnaðarhøpi í
Føroyum nú í skjótt 100 ár,
upprunaliga vóru fleiri støðir
í Føroyum, men í 1980´unum
var
farið
undir
at
gera
royndarstøðina í Kollafirði,
ambisjónin var høg, men
royndarstøðin fekk ongantíð
møguleikan at prógva sítt virði,
í 80´unum var játtanin uml 5
mio. Kr møguliga svarandi til
9-10 mio í dagsins virði, og var
eisini nakað virksemi tá, men
áðrenn veruligt úrslit kom
burturúr royndarstøðini, rakti
kreppan landið , og at kalla alt
virksemi helt uppat, játtanin
hevur síðan verið á so lág,
at ikki hevur verið rúm fyri
nøkrum verðuligum virksemi,
ið hoyrir slíkum stovni til.
Tó skal sigast, at kjarnu
virksemi hjá royndarstøðini
øll árini líka til nú, hevur ver
ið mjólkaeftirlit, ísáðing og
beinleiðis ráðgeving. Hetta eru
alt grundleggjandi tænastur,
sum mjólkarframleiðslan illa/
ikki kann vera fyri uttan.
Mjólkaeftirlitið
byrjaði
í 30´unum, við at viga og
skráseta mjólkarfram-leiðsl
una í Føroyum, í 50´unum var
eisini fari at ísáða neytini, fyri
at betra um kynbótaarbeiði,
og við tí fáa betri neyt,
samstundis sum ráðgeving í
samband við fóðing v.m. var
uppbygd.
Hesar tænastur eru stýr
ingsamboð hjá mjólkarfram
leiðsluni, bæði tá hugsa verður
beinleiðis um góðskuna á
mjólkini, fóðring av neytum og
ikki minst um kynsbótaarbeiði
sum gjørt verður hvønn dag
fyri at fáa sum mest burturúr,
bónda og brúkara at gagni.
Eisini ber í ávísan mun til at
meta um heilsustøðuna hjá
hvørjari kúgv sær, við tí vitan
hetta eftirlit gevur.
Við eini slíkari eftirlitsskipan
sum omanfyri nevnt, fæst eisini
ein rúgva av hagtølum, so at
vinnan og onnur allatíð kunnu
síggja hvørjum støði vit eru á og
samanbera við okkara grannar.
Sum støðan er nú, eru, ella
vera hesar skipanir niður
lagdar heilt skjótt, og fólk við
hollari vitan á økinum eru
søgd úr starvi.
Tað løgna við øllum er, at
í vár samtykti løgtingið eina
lógarbroyting, hvar nakað av
eyka peningi verður játtaður
neytahaldunum í Føroyum, so
at vinnan ikki heldur uppat, og
i heyst niðurleggur landstýrið
tey mest grundleggjandi stýri
amboðini, vinnan hevur fyri at
tryggja eina framgongd og at
framleiðslan er á einum støði,
sum kann góðtakast.
Tosa um at “geva við vinstru
og taka við høgru”
Bóndafelag Føroya vil við
hesum heita á myndugleik
arnar, um at bera so í bandi at
hesar tænastur vera varðveitar
vinnuni og samfelagnum at
gagni.
Vit eru nú komin inn í november mánaða og meira
enn tríggir mánaðir farnir síðani Ólavsøkuna, tá
stór fjøld av fólki leitaði sær til høvuðsstaðin at
halda tjóðarhátíð føroyinga. Her var, sum altíð,
stórur blíðskapur, dyrnar stóðu opnar og boðið varð
inn til búgvið borð við øllum góðum frá føroyska
spískamarinum. Har var turrur fiskur, turt tvøst og
spik við eplum, skerpikjøt, skinsakjøt, rullupulsa
og kjøtpylsa. Onkur hevði goymt ein ræstan bita at
hava til viðskera. Onnur, serliga við ættarbondum úr
Suðuroy, borðreiddu eisini við turrari gás ella dunnu.
Jú hetta var ikki at forsmáa, afturat so mongum øðrum
góðum mati, sum eisini varð settur á borði.
Og hesir seinastu tríggjar mánaðirnar síðani, hava
føroyingar av álvará tikist við at fylla upp aftur í
kaggar, í hjall og í frystiboksir. Fyrst var tað tíðin til
havhestaungarnar, epli, røtur og annað grønt, sum
skuldi takast upp. Fari varð eftir laksinum, sum var
komin í áirnar. Og so var komið til veðragjólingarnar,
sum eisini skuldu takast, áðrenn fjøllini annars skuldi
gangast og allur tann góði maturin úr hesum, fáast til
hølvdar. Umframt hetta hevur fleiri ferðir verið boðað
til grindadráp og beint nú er tíð til haruveiðu.
Men í oktober mánaða vóru vit brádliga eisini savnaði
frammanfyri sjónvarpsskýggjan, tí lýst varð við,
at danskarar høvdu vitjað klettarnar og tikið upp
sjónvarpssending. Hendan skuldi lýsa støðuna her á
landi, har kvinnurnar rýma við posa og sekk, tí her er
ikki verandi stað fyri tær.
Sendingin skapti eina øguliga øsing millum fólkið.
Kjakið varð harðligt og mong vóru tey, sum ikki funnu
seg í, at vit, fólkið og tjóðin, vórðu lýst sum afturpartað,
avoldað fólki í norðurhøvum, sum fekst við at ganga
á fjall, fletta og taka upp, fara á flot og stinga fliðu í
fjøru og savna urtir í haga. Nei hetta vildi mong ikki
kennast við, tí dagligdagur føroyinga í dag verður
fyltur av øðrum og meira modernaðum og spennandi
avbjóðingum. Stutt sagt eru vit so nógv meira global
enn hendan myndin av okkum. Nei nútíðar føringurin
gongur upp í onnur ting og er komin mist líka langt,
sum hini í stóru altjóða gjørdu verðini.
Tá var tað, at eg aftur fór at hugsa um alt tað
vælsmakkandi av matarborðinum, sum vit føroyingar
við stoltleika bjóða inn til. Ikki bara á Ólavsøku, men
eisini til onnur høvi, og tað kring alt landið. Talan er
um ymisk høvi, alt frá festivalum, til føðingardagar,
próvveitslur, konfirmatiónir og aðrar veitslur. Hví
vilja vit ikki kennast við hendan partin av okkara
samleika? Har vit í felagsskapi savnast um at fáa
til vega rávøruna til hendan góða matin, sum er eitt
eyðkenni fyri okkara samleika? Eitt eyðkenni, sum
er og framyvir fer at verða avgerandi fyri, at vit av
umheiminum fara at verða roknaði, sum tann serliga
og spennandi tjóðin og mentanin í alheiminum.
Tað er gott, at eisini okkara oyggjaland er partur av
altjóðagerðini og tekur til sín góð og spennandi nýggj
átøk og mentanir. Men lat okkum ikki skammast av og
goyma burtur okkara aldargomlu mentan, sum hevur
lagt og enn leggur, lunnar undir okkara samfelag. Tað
er hendan, sum hevur gjørt og enn ger okkum til eina
spennandi tjóð, sum umheimurin leggur í at kenna og
vitja.
Anna Katrin
Matras
Samskiftis- og
kunningarfólk
EYGA
MÁLIÐ
Mentanarfløkjan
kjak
kjak
Geva við vinstru,
taka við høgru
Frank Davidsen
Góða mamma tað var ikki
eg
dreingirnir teir fyrdu meg
fyrdu meg í díkið
flentu so í díkið
Hevði ikki ætlað at longt
um tjakið, men nú hatri og
runublakanin
hjá
Gerard
Lognberg í móti formanni
Javnaðarflokksins og floks
umboðunum
áhaldandi
verða viðgjørd. Sum" einasti
sannleikin" so kann eg ikki
bara mær við at koma við
nøkrum viðmerkingum.
Omanfyristandandi barna
rím hóskar so sera væl til
Gerard Lognberg. Hetta at
spæla offurrolluna, í staðin
fyri at taka í egnan barm.
Tað sæst á øllum brøgdum,
at hansara hjarta ongantíð
hevur havt tað minsta við
Javnaðarpolitikk at gera. Og
ein kann siga, at spottarin
kann koma í spottarans stað,
nú hann av øllum alvi roynir at
karaktermyrða sín fyrrverandi
formann, eins og tann flokk,
sum hann bæði politiskt og
fíggjarliga hevur notið gott av.
Og at hann skal tora at
taka patent uppá at vera verji
verkamanna
og
kvinnum,
meðan " hini " í flokkinum
bara tosa ..... Tað vísur fyri
tað fyrsta hvussu lítil virð
ingin er fyri hansara parta
monnum.Harnæst vísur tað
eisini hvussu lítlan virðing
hann hevur fyri tí vanliga
manninum. Tað var ikki gott
nokk hjá hesum manni at fáa
út í móti 40.000 krónur um
mánaðan + " koyripeningin ".
Nei, ístaðin fyri at lata annan
taka yvir borgarstjórasessin,
so er mammon í honum
so sterkur, at afturat løg
tingslønini, so metir hann seg
verða føddan borgastjóra. Men
hvør veit, kanska hevur hann
latið
borgarstjóralønina
til
vælgerðandi endamál.
Jú hann kann gott reypa av,
at hann er farin tíðliga til skips
at tjena pengar, og hvussu
trongum korum hann livdi
undir. Tað eru tað mangir undan
honum sum hava roynt tað,
uttan at fara út í fjølmiðlarnar
at profilera seg politiskt. Sjálv
ur stóð undirritaði faðir og
móðurleysur bert 11 ára gamal,
og tað var ikki altíð so hugaligt.
Hann kann eisini reypa sær
alment um hvussu nógvar
atkvøður hann fekk til seinasta
val. Eisini kann hann alment
koma við ósannindum um,
at javnaðarflokkurin verður
styrdur av nøkrum fáum, og at
alt er gingið fyri seg aftanfyri
stongdar dyr.
Hann kann eisini koma
við ósannindum um, at for
maður flokksins ikki hevur
viljað tosa við seg. Gamalt var
at vargur antin stoytur seg
oman, ella er einki annað til
at taka, at skjóta hann. Gerard
Lognberg hevur sum tann
konfliktsøkjandi
persónur
hann er, sjálvur stoytt seg út
úr Javnaðarflokkinum.
Men honum líkt, so hevur
hann tikið patent uppá sann
leikan, so alt sum formaður
Javnaðarflokksins og floks
leiðslulimir gera, tað er óreint
og illgrunasamt. Ja, sambært
Gerhard Lognberg, so fara øll
teirra viðurskiftir fram handan
læstar dyr. Jú sanniliga, um
hesin maður ikki treingir til
sjálvrannsakan, so veit eg ikki.
Meðan
formaður
flok
sins siðuliga hevur greitt frá
hvussu fram er farið, at 8 út av
9 limafeløgum hava samtykt at
koyra henda konfliktsøkjandi
persónin úr flokkinum, so
bera persónligu runubløkini
hjá honum meira og meira brá
av hatri,móti formanninum og
Javnaðarflokkinum. Hann vil
gera alt sum stendur í hansara
makt fyri at knúsa tann flokk,
sum hann fyrr sagt bæði
politiskt og fíggjarliga hevur
notið gott av.
So lítið politiskt vagg er
í honum, og so æruleysur er
hann, at hann longu nú alment
greiður frá, at hann væntar ikki
at hann verður verandi uttan
flokkatingmaður leingi. Tað vil
við orðum siga, at longu nú er
hansara løgtingssessur til sølu,
enn einaferð skuldi eg sagt.
Tá var tað meira virðiligt sum
Janus Rein gjørdi, nevnliga at
hann
konstruktivt
arbeiddi
eitt ár, áðrenn hann fór í annan
flokk.
Men hvat, við hvørt fær
mammon fastatøkur á einum.
Serliga tá ein er borin til einar
tríggjar til fýra arbeiðaralønir
árliga,
sum
tann
vanligi
arbeiðsmaðurin og kvinnan
gjøgnum skattin skulu gjalda
honum.
Men sambært honum so
skuldu listafólkini ikki fáa eitt
oyra, fyri at sita á reyvuni og
einki gera. So meðan hann
liggur flatur í luftini, og roynur
at arbeiða fyri sína harttjentu
løn, sita listafólkini bara og
fjasast við okkurt hissini.
Eingin sum helst ivi er
um, at við Aksel V. Johannesn
hevur Javnaðarflokkurin fing
ið ein formann ið hevur allar
tær politisku dygdir íð krevjast
av einum formanni fyri ein
flokk, sum hevur myndað
politiska spektrumi seinastu
hálvu øldina.
Fyri tað fyrsta so er hann úr
góðum politiskum bergi brotin,
dámligur og semjusøkjandi,
ið ber boð um ein gløggan
politikara. Hinvegin so hevur
hann gjørt púra greitt, at tá i
Javnaðarflokkuri bjóðar seg
fram til at gerast stjórnar
berandi, mega veljarar og
samstarvspartar kunna líta
á flokkin, og tey mandat ið
flokkurin bjóðar seg fram við.
Hevði Gerard Lognbeg fingið
durafjórðingin í 2008, tá hann
tók seg úr CHE samgonguni,
so hevði Aksel V. Johannesen í
hesum døgum ikki sitið eftir við
apuni, sum tikið verður til.
Tí kravdi tað politiska styrki
at taka tað støðu, sum flest allir
javnaðarveljarir hava bíða eftir.
Nevnliga at skapa fortreytir
fyri stabiliteti í flokkinum.
Og er tað veruliga so at onnur
løgtingsumboð halda sína
tign standa omanfyri flokkin,
so eiga tey eisini at taka
avleiðingarnar av tí.
Fullur av hevndarhuga og hatri!