Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÝGGJ BÓK kr. 395 Avsláttur fæst útgávudagarnar Fiskimálaráðið Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski­ vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum. Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: • Royndarveiða og virðisøking av fiski. • Burðardyggur fiskiskapur. • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni. Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Les meira á fvg.fo Her finnur tú programmið fyri 2013­15 við fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg­ leiðingar og annað kunnandi tilfar. Serligur dentur verður lagdur á, at: • Vinnan tekur lut í verkætlanini. • Eginfígging ella onnur fígging er. • Samstarv er við almennar og/ella privatar samstarvsfelagar í Føroyum og/ella uttanlands. • At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini. Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 3,8 mió. kr í 2014 til nýggjar og verandi verkætlanir. Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innan fyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár). Um tørvur er á at orða hugskot til Ítøkiligar verkætlanir, ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Áhugað eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum. Umsóknir skulu vera samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. november 2013 kl. 12:00. Jákup Mørkøre, samskipari tel.: 35 30 30 fartel.: 55 32 48 t­post: jakupmo@fisk.fo Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið att.: Samskiparin í fiskivinnugransking Postboks 347 Yviri við Strond 15 FO 110 Tórshavn Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2014. FISKIVINNUROYNDIR 2014 LÝSING EFTIR UMSÓKNUM gullkorn um dagin 3