hósdagur 7. november 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Myndir: Tróndur G. Leivsson
Eitt stórt øki, heilt frá
Strond, niðan í Hoydalar, skal
verða eitt grønur, friðsælur
blettur.
Tað er ætlanin, nú skjøtil
er settur á Føroya størstu
frílendisætlan.
Umhvørvisstovan, Søvn
Landsins
og
Tórshavnar
Kommuna hava gjørt eitt
uppskot um, hvussu lendið
skal skipast og tað varð lagt
fram á borgarafundi í vikuni,
har eini 100 fólk vóru møtt.
Tróndur
G.
Leivsson,
landsskógarvørur, sigur, at
ætlanin fevnir um eitt øki
upp á heilar 282.000 fermet
rar, sum røkkur heilt frá
Strond, niðan í Hoydalar.
- Hoydalar eru mitt í
Havnini og nú er ætlanin at
gera tað til eitt fríøkið hjá
fólki við gøtum, plantum,
fløtum, rørsluøki til kelidjór
o.s.fr.
Gøturnar verða ein týð
andi partur í frílendinum, tí
eitt netverk av gøtum leiða
fólki runt í økinum.
Tann stóra grasfløtan í
Hoydølum hava tey hugsað
at varðveita og hann kann
so brúkast til leik og spæl av
ymsum slagi og kanska til
konsertir av ymsum slagi.
Sílafisking
Samstundis verður lagt upp
til, at Hoydalsá skal verða ein
savnandi partur í økinum.
Tróndur G. Leivsson sigur,
at Hoydalsá er við at vera
gullrein aftur.
Men teirra dreymur er at
í framtíðini skal hon aftur
verða tann frálíku sílaá, hon
var fyrr, so at fólk kunnu
fiska síl í henni.
Hinvegin fevndi arbeiðs
stetningurin hjá teimum,
sum hava gjørt uppskotið
um frílendið, ikki um bygn
ingarnar í Hoydølum.
Men Tróndur G. Leivs
son sigur, at sjálvandi síggja
tey fyri sær, at bygningarnir
onkursvegna verða ein part
ur í ætlanini.
10 milliónir
Nevndin, sum hevur gjørt
uppskotið, hevur mett, at
verður ein millión krónur
sett av til ætlanina um árið í
10 ár, kann hon setast í verk,
men tað krevst eisini ein hálv
millión um árið til rakstur.
Tað er landið, sum eigur
lendið, men kommunan um
situr býarætlanir, so Lands
skógarvørurin sær fyri sær,
at landið og kommunan eru
felags um uppgávuna.
Ætlanin er eisini at alm
enningurin skala fáa høvi til
at gera sínar viðmerkingar
til ætlanina og at koma við
hugskotum um broytingar
og um, hvussu lendið skal
skipast.
Viðmerkingar og uppskot
skulu vera Umhvørvisstov
uni í hendi í seinasta lagi
tann 1. desember.
Gera ein friðsælan
blett mitt í Havn
Skjøtil er nú settur á at gera størsta frílendi í Føroyum