Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma Alma Petersen andaðist og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar og peningagávu til barnalegurnar í Nuuk. Takk til tykkum, ið bakaðu og hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Og takk til tann stóra skara, sum fylgdi Almu til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Harrin signi tykkum. Heilsan Frank og synirnir við familjum Fagrar flyrkur fella yvir føgru fold. Følvið fjalir tína grøv, har tú liggur fjaldur undir mold. Her tú verða skal til støv. Tú mátti taka móti hørðum kosti! Tín lagna gjørdist tung og ikki blíð. Nú littar blómur berjast móti frosti, á grøv - hesa myrku vetrartíð. Einaferð so skalt tú aftur rísa, sum ein onnur vøkur blóma. Tínir føgru tónar skulu okkum vísa, minni tínum miklan sóma. Tónar tínir, skaptir av tínum ávum, vilja altíð liva her í okkar’ minni. Siga okkum frá tínum ríku, miklu gávum. Tyknir innast úr tínum djúpa sinni. Hvíl í friði, góði Rasmus k.v. Hvíl í friði, góði Rasmus Framsýning við listaverkum eftir flestu av okkara best umtóktu listafólkum letur upp í Listaglugganum í Dr. Jakobsensgøtu 15 fríggja­ dagin. Við á framsýningini eru 26 verk eftir Steffan Dan­ ielsen (8), Ingálvur av Reyni (8), Torbjørn Olsen (5) og Zacha­rias Heinesen (5). Umframt eru 26 onnur verk eftir S.J. Mikines, Ruth Smith, Hans Hansen, Waag­ stein, William Heine­sen, Jan­us Kamban, Trónd­ur Pat­urs­son, Bárður Jákups­ son, Finnleif Mortensen, Sigr­un Gunn­ars­dóttir, Kára Svensson og Eyðun av Reyni. Á framsýningini eru 52 verk og eru nærum øll eldri verk. Framsýningin, sum letur upp fríggjadagin kl 15, verður at síggja van­ligar upplatingartíðir í Lista­ glugganum. 52 listaverk í Listaglugganum