Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. november 2013 · Nr. 129 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 13. oktober fingu Marja L. Gjógvará og Brian Sjúrðarson, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4820 gr. 27. oktober fingu Durita Hansen og Brian Bischoff úr Tórshavn, búsitandi í Keypmannahavn, ein son. Hann vigaði 4050 g og var 55 cm langur. 31. oktober fingu Jóanna Djurhuus og Niels Petur Jacobsen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3220 gr. 31. oktober fingu Elisabeth og Eiler Hansen í Leirvík, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4080 gr. 26. september fingu Monika Nolsøe Johannessen, Vági, og Eilev Sivertsen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 4130 gr. 2. november fingu Hildigerð Johannesen og Bjarni Skaalum eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4045 gr. 24. 0ktober fingu Katrina Clementsen og Gorm Just, Keypmannahavn, eina dótur. Hon var 46 cm long og vigaði 2400 gr. Føðingar Nú er eitt ár farið, síðan vit fingu tey tungu boð, at tú ikki vart millum okkum long­ ur. Tað var ikki í okkara huga, tá tú fórt til Danmarkar í septembur í fjør, at vit ikki skuldu síggja teg aftur. Tú vart so glaður fyri at ganga í skúla. Tá tú skuldi fara heim tann seinasta skúladagin, áðr­enn tú fórt til Danmarkar til kanningar, komst tú inn aftur at minna á, at tú helst bleiv burtur í einar 4 dagar, og so komst tú aftur í skúla. Men soleiðis skuldi ikki vera. Tú hevði lært at virðis­ meta tey ting, vit ofta taka sum eina sjálvfylgju, og tú tordi at standa við tað. Hóast tú alt lívið hevði havt mótgongd av sjúku, so merktu vit tað ikki á tær í gerandisdegnum. Tú tókst lut í øllum sum hini, bara við meira lívsgleði og móti enn flest onnur. Tí kom tað eisini sum ein skelkur fyri okkum, sum vóru saman við tær dagliga, at tú veruliga ikki komst aftur. Tín lívsgleði og títt mót gjørdu, at vit ikki sóu, hvat tú hevði at stríðast við, og vit vóru tí ikki fyrireikað uppá, at tað ringasta kundi henda. Nú sita vit her, spyrjandi – við sorgini og sakninum, men eisini við øllum teimum stuttligu og góðu minnunum, sum tú gavst okkum. Tey hjálpa okkum við tíð­ini at taka tað góða fram, sum tú vart fyri okkum. Hóast tú hevði tað trupult frá byrjanini av lívinum, so syrgdi tín familja fyri, at tú livdi lívið. Tú vart við í øllum og kundi tí geva so nógvum so nógv. Tað kunnu vit takka tykk­ um fyri Haldis, Arni, Rannva, Ári og Jógvan. Tit stuðlaðu Boga og lótu hann liva, hóast tit kanska kundu valt at vart hann. Tað er helst orsøkin til, at Bogi var tann, hann var. Saknurin hjá tykkum er stórur. Má Gud vera við tykk­ um. Vit vilja við hesum fáu orð­um takka fyri Boga. Tínir floksfelagar í Skúlanum á Argjahamri Bogi Arnason føddur 28/12-2000 deyður 7/11-2012 95 ára føðingardagur Gunnleyg Poulsen av Skipanesi fyllir 95 ár í dag, fríggjadagin 8. november. Dagurin verður hildin sam­ an við familjuni. 80 ára føðingardagur Mikudagin 6. november fylti Hans Jacob Andre­asen Klaksvík (vanliga nevndur Hans Jacob hjá Skop­un­ ing­inum) 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 9. november fra kl 17 í høl­ unum hja Klaksvíkar Hús­ møðra­felag, Bøgøtu 3. Øll eru vælkomin. 80 ára føðingardagur 6. november fylti Jógvan Falkvard, Sørvági, 80 ár. Dagurin verður hildin leyg­ ar­dagin 9.1 kl 19 í hús­møðra­ felagshúsinum í Sørvági. Øll hjartaliga vælkomin 70 ára føðingardagur Týsdagin 5. novembur fylti Magnus Jensen, Sunnbøur, 70 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 16. novembur í Samkomuhúsinum frá kl. 13.00 til 18.00. 70 ár føðingardagur Mikudagin 13. novembur verður Danial Petur Lam­ hauge (Piddi) Søldarfirði 70 ár Dagurin verður hildin í Skóta­hús­inum við Løkin í Runavík frá kl. 18 Øll er væl­kom­in. 75 ára føðingardagur Leygardagin 9. november fyllir Hans Olaf Joensen, Tórs­havn, sjeyti ár. Hann er burturstaddur føðingar­ dagin. Gullbrúdleyp Mánadagin 25. november hava hjúnini Elseba og As­ bjørn Dahl á Oyri gull­brúd­ leyp. Dagurin verð­ur hildin í Eydnuni frá kl. 19.00, har øll eru hjartaliga væl­komin Gullbrúdleyp Leygardagin 26. oktober hava Anny og Jens Pauli Mid­jord, Tvøroyri, gull­ brúd­leyp. Vælkomst verður í heim­in­um á Sjógøtu 84 millum kl. 12:00 og 17:00. Silvurbrúdleyp 3. desember hava Rannvá og Frits Poulsen, Sumba, verið gift í 25 ár. Vit halda dagin 7. desembur frá kl. 13.00 til kl. 18.00 í Samkomuhúsinum í Sumba. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 9. novemb­ er hava hjúnini Iris og Henning Petersen gull­ brúdleyp. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum leygarkvøldið 16. november kl. 19 fyri innbodnum. 90 ára føðingardagur 18. nov. verður Esther Zachariasen, Villinga­ dals­vegi 67, Tórshavn, 90 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 17. november frá kl. 17.00 í Oasuni, Kirkjustræti 4, Hoyvík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 23. november kunnu hjúnini Jancy & Julius Poul­ sen halda teirra gull­ brúd­leyp. Vælkomst verður í Skál­anum í Klaksvík frá Kl.17:00 til Kl 22:00 Tey sum vilja gleðast og heilsa uppa gullbrúðarparið, biðj­ast vinarligast siga frá á tlf.214244 - 225706. Hjartaliga væl­komin.