Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 92 - 15. mai 2004 Nr. 92 - 15. mai 2004 35 Pedagogur Fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir pedagogi til ein stovn við 30 børnum í aldrinum 3-7 ár. Starvið er 30 tímar um vikuna á einari stovu við 15 børnum.Starvið verður at seta 16. august 2004 til uml. 23.januar 2005 . Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara- felagið. Starvið er lønt á lønarstigi 10-16. Nærri upplýsingar um starvið og stovnin fáast við at venda sær til leiðaran. Umsókn saman við avritum av prógvi og við- mælum verður at senda stovninum í seinasta lagi mánadagin 31. mai 2004. Um eingin pedagogur søkir starvið, verður hjálp- arfólk sett í starv. Barnagarðurin Vípan Vípuvegur 3 100 Tórshavn Tlf. 31 75 35 Heilsuskúli Føroya 800 Tvøroyri søkir vegna barnsburðarfarloyvi eftir avloysara fyri lærara á 3/4 tíð, 30 tímar um vikuna, at byrja 1. september 2004 til og við 31. august 2005. Starvið umfatar undirvísing av heilsuhjálpara- næmingum, fyrireiking og tilrættislegging í sam- bandi við undirvísing. Tú skalt hava eina miðallanga framhaldsútbúgv- ing, sm er viðkomandi fyri heilsuútbúgvingarnar, t.d. sjúkrarøktarfrøðingur, fysio-/ergoterapeutur, føðslu- og húsarhaldsfrøðingur e.l. Fyrimunur er, um tú hevur námsfrøðiliga eftirútbúgving ella aðra eftirútbúgving, skeið v.m. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og mennandi starv,har tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt í tínari undirvísing. Undirvísingin er løgd til rættis sum toymisarbeiði og sum verkætlanir, í tøttum tvør- fakligum samstarvi millum lærararnar á skúlan- um. Undirvísingin tekur støði í 5 yrkislærugreinum, ið eru tann: handaliga, mentanarliga, virksemis- skapandi, námsfrøðiliga/sálarfrøðiliga, almenna/ samfelagsliga og røktarliga yrkislærugreinin, við 20% úr hvørjari grein. Á skúlanum starvast ein sjúkrarøktarfrøðingur, ein kostráðgevi og ein fysioterapeutur. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til deildarleiðaran á skúlanum á tlf. 372855. Umsóknarfreistin er 15. juni 2004 og umsóknir skulu sendast til: Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya att.: Súsanna Mortensen, vararektari Eirargarður 14 B FO-100 Tórshavn Heimahjálp søkist til eina eldri kvinnu í Havn.Byrjast má beinanveg. Skriva til: Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Bill. mrk. 1505 Til limirnar í Kongshavnar Kvinnufelag! Vit fara Country-Cruise við Norrönu 28.–31. mai. Tilmelding á tlf. 441199 ella 447052 áðrenn 17. mai. Nevndin Skúlastýrisvalið Vallistin til skúlastýrisvalið tann 25.mai 2004 ligg- ur frammi á kommunuskrivstovuni frá 30. apríl til 18. mai 2004. Tey, ið enn ikki hava skrásett seg til vallistan, kunnu gera hetta við at venda sær til valnevndar- formannin áðrenn 18. mai. Seinasta freist at lata valevnislistar inn er 18. mai kl. 18.00. Atkvøðugreiðsla til skúlastýrið verður 25. mai frá kl.14.00 til 20.00.Valið fer fram í somu hølum sum onnur val í kommununi. Veljarar,sum ikki kunnu møta valdagin,kunnu við at venda sær til formannin í valnevndini atkvøða við brævatkvøðu í seinasta lagi kl.18.00 dagin fyri valdagin. Valnevndin Pedagogar til Útibarnagarðin í Miðvági Útibarnagarðurin er ein nýggjur kommunalur stovnur, sum byrjaði í aug 2003. Stovnslýsing: Í útibarnagarðinum ganga eftir summarfrítíðina uml 64 børn í aldrinum 3-7 ár, og her starvast 11 sera fittlig fólk, 3 mannfólk og 8 konufólk. Barnagarðurin er skipaður soleiðis: Á LOFTINUM ganga 20 børn í aldrinum 5-7 ár. Á stovuni hjá TERNUNUM ganga 15 børn í aldrin- um 3-5 ár. Á stovuni hjá TÍTTLINGUNUM ganga 15 børn í aldrinum 3-5 ár. Á stovuni hjá SPURVUNUM ganga 10 børn í aldr- inum 3-5 ár. Størvini: Talan er um pedagogstørv á uml 30 tímar. Um ongin pedagogur søkjur, verða hjáparfólk sett ístaðin. Vit vænta av tær: • At tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi. • At tú ert sjálvstøðug(ur). • At tú tekur ábyrgd og hevur gott yvirlit í tínum arbeiði. • At tú ert nærverandi og vísir umsorgan fyri hvørjum einstakum barni. • At tú vísir áhuga fyri tínum arbeiði og hevur hug, hegni og ikki minst hugflog at arbeiða við børnum. • At tær dámar at vera úti og tekur náttúruna sum ein týðandi og sjálvsagdan part í arbeið- inum. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran, Elsa M. Davidsen á tlf. 333738 - 223429 Umsóknir við møguligum prógvum,royndum og viðmælum skulu verða Barnagarðinum í Mið- vági í hendi seinast 28. juni 2004. Uppskot til gøtunøvn Uppskot til gøtunøvn í Gøtu kommunu verða løgd fram fyri almenningin í Gøtu skúla sunnudagin16. mai frá kl. 17.00-19.00. Broytingaruppskot skulu vera kommununi í hendi innan 3. juni 2004. Oyðibløð til hetta kunnu heintast undir framløguni. Bilmekanikari Søkt verður eftir bilmekanikara m/k at byrja beinanvegin. Er tú tann vit leita eftir? Sigur hetta tær nakað: • Arbeiðsgleði • Avbjóðingar • Gott arbeiðsumhvørvi • Skipað arbeiðsviðurskifti við DS/EN ISO 9001:2000 góðkenning. • Samstarvsáhugið Um so er ivast ikki - send eina umsókn,við prógv- um og viðmælum til Ivan Johansen Bilar,Postrúm 3205,FO -110 Tórshavn - stílað til Leif Johansen –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Sum tann fyrsta og einasta bilafyritøkan í Føroyum, fekk Ivan Johansen Bilar á heysti 2003, ISO 9001:2000 viður- kenning. Hetta inniber eina góðskuskipan, sum kemur kundanum til góðar, umframt at skipaði viðurskifti eru galdandi fyri starvsfólk hjá Ivan Johansen Bilum. Í dag hava Ivan Johansen Bilar 3 bilaumboð og har starv- ast 27 fólk. Bátur til sølu – Northcraft 6,4 M um hóskandi boð fæst. Hevur 4 takts Honda motor. Gongur 42-45 míl. Sera sjógóður. Báturin kann síggjast i bátahylinum á Argjum. Áhugað ringið til 216903 C M Y K 35 34