Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2004 33 10 Sosialurin Nr. 92 - 15. mai 2004 Danmark er á gosi. Tað konga- liga brúdleypið stendur í skriv- andi stund fyri durum. Tá hátt- virdi lesarin lesur hetta teldu- bræv, er brúdleypið farið aftur- um bak – tíbetur vildi onkur sagt. Ekstrablaðið metti, at tann danski skattgjaldarin skuldi rinda 150 milliónir krónur bara fyri hetta eina brúdleypið. DR hevði eina heldur varligari meting við 142 milliónum krónum, sum verða brendar av í hesum døgum. Tá er alt roknað við. Trygd- artiltøk, framsýningarnar hjá verjuni, útreiðslur hjá sjón- varpsrásunum og tann hálvi frídagurin, danska stjórnin hevur givið øllum alment settum starvsfólkum, so at tey kunnu fara at heilsa uppá Frede og Mary ella fylgja við í sjónvarpinum, o.s.fr. Tað danska kongshúsið kostar 200 milliónir krónur um árið. Kundi man ikki nýtt peningin til okkurt annað meira skila- gott?! Nei, halda flestur danir og stjórnin. Navnframi tíðindamaðurin á TV 2, Jes Dorph-Petersen, sum hevur verið vertur í fleiri av sendingunum um brúdleyp- ið, segði við eitt av teimum donsku bløðunum, at tað er blivið politiskt korrekt at gremja seg um ta ovurstóru umtaluna, hetta brúdleypið fær í fjølmiðlum, og um tær ovur- stóru peningaupphæddirnar, sum verða nýttar. Eg fari at gera tað kortini. Hvat er tað, sum ger, at fólk hava eina ómettandi trongd eftir at síggja brúðarparið? Hví hevur tað danska fólkið so stóran áhuga fyri hesum? Ein spurningur, sum onkur sálar- frøðingur møguliga kann svara. Tá eg var tólv ára gamal fór eg onkuntíð niðan á Hotel Føroyar at fáa autografar frá heimskendum fótbóltsleikarum so sum Ryan Giggs og Ian Rush, ið skuldu spæla lands- dyst ímóti Føroyum. Nú eri eg ikki tólv ár longur og eri vaks- in frá tí. Men eingin veksur frá kongshúsinum. Fólk ferðast langa leið bara fyri at síggja tey kongaligu. Tað er stórur meiriluti í danska fólkinum, sum tekur undir við, at Danmark skal hava eitt kongshús. Republi- kanararnir eru í stórum minni- luta, hóast teir royna at rópa eitt sindur, nú tað royala hysteríið er farið yvir gevind. Sjálvt ikki Holger K. Niel- sen úr SF tordi ikki at gera vart við sína mótstøðu av monarkinum, tá giftarmálið var fyri í Fólkatingum. Axel Larsen, stovnari av Socialistisk Folkeparti, hevði vent sær í grøvini. Hann gjørdi nevniliga vart við sína ónøgd, tá Margreta Drotning skuldi giftast í 1967. Men í næstu viku er hetta tíbetur yvirstaðið, og vit kunnu venda eyguni ímóti EM í fót- bólti í Portugal. Tá fer onkur annar at gremja seg um, hvussu nógva senditíð og hvussu nógva umtalu fótbólt- urin fær í fjølmiðlunum. Kongaligt brúdleyp TELDUBRÆVIÐ Frá: Stefan í Skorini, mailto:skorini@gjk.dk Til: post@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Ja. Spælir tú nakað ljóðføri? – Ja Syngur tú undir brúsuni? – Nei Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Ja Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Tónleikur ger meg kreativan Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Umleið 300 plátur og 100 fløgur. Hvat er tín yndisfløga? – Í løtuni er tað DVD diskurin Hell Freezes Over hjá The Eagles. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Allar . Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Komi ikki í tankar um nakran. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Gary Glitter. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Onkran, sum eg dugi. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Tað kann verða so nógv t.d. unplugged fløgan hjá Eric Clapton . Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Ongan, tá vilja míni tinnitus oyru hava frið. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Komi ikki í tankar um nakran. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Allur tónleikur. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Vit áttu í 60'unum eina plátu við Everly Brothers, sum ofta bleiv spæld. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava veri? vi? til at gjørt ella spælt inn? – Eg haldi, at alt, sum eg havi gjørt í studio, kundi verið betri spælt/sungið. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Hugsi ikki um slíkt. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Blast, fyrsta konsertin við Mezzoforte í Norðurlandahúsinum, Level 42, ToTo og fleiri aðrar. Hvønn tónleikara hevði tú vilja hitt? – Jeff Porcaro. Torkil Johannesen, tónleikari C M Y K 33 32