leygardagur 15. mai 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 92 - 15. mai 2004
9
8
Sosialurin Nr. 92 - 15. mai 2004
TINGHELLAN
Signar P. Heinesen
Virðini er tann parturin av lívi
okkara, sum hevur so stóran
týdning, at mammon stendur
aftanfyri. Har tú hevur eitt virði
ber ikki til at keypa teg, hvørki
við peningi, starvi, makt ella
øðrum. Virðini er sjálvur grund-
arsteinurin undir hvørjum lívi,
hvørjum arbeiðsplássi og hvørj-
um samfelag. Summi virði eru
bert viðkomandi í tí privata
lívinum. Eitt lív uttan virði er
rætt og slætt virðisleyst. Onnur
virði eru viðkomandi í arbeiðs-
lívinum saman við okkara
starvsfeløgum. Har kenst tann
virðisleysi á síni atferð og bert
fáur kennir seg væl í samstarv-
inum. Uppaftur onnur virði eru
viðkomandi í samfelagnum. Vit
kenna t.d. hugtakið "Í hesum
landinum hevur eitt mannalív
ikki stórt virði" í londum, har
ræðslustýri valda. Í tí virðisleysa
samfelagnum ber einki til og fá
kenna seg væl.
Hvør setir virðini?
Tingið setir mest týðandi virðini.
Í mongum samfeløgum verða tey
mest grundleggjandi samfelags-
settu virðini orðað í eini grund-
lóg, sum verður góðkend av
fólkinum. Onkur grundleggjandi
virði verða symboliserað í merk-
inum - her í norðanlondum t.d.
kristnitrúgvin og friðarteknið -
krossurin.
Tingið setir eisini nøkur av
mest týðandi virðunum við sín-
um lógum. Onkrar lógir áseta
mannagongdir manna millum,
aðrar áseta mark fyri tíni atferð
t.d. ferðslulógin á vegunum og
uppaftur aðrar áseta, hvussu fólk
í almennari tænastu skulu ar-
beiða. Brýtur tú onkra lóg,
verður tú sektaður við bót ella á
annan hátt. Aðrar lógir eru settar
í gildi og roknað verður rætt og
slætt við, at tær verða fylgdar.
Lógir, sum áseta atferð uttan at
fútin verður sendur eftir tær,
brýtur tú tær, koma undir hug-
takið virði. Annars skyna vit
vanliga millum lógir og virði, tí
virði er nakað, sum tú sjálvboðin
átekur tær.
Umframt við lógum, setir
Tingið mest týðandi virðini, tá ið
tað útinnir eftirlit við landsstýris-
monnum. Næst eftir Tinginum er
tað løgmaður, sum setir virðini í
samfelagnum. Í tí almenna setir
løgmaður virðini.
Sonn atferð
Sjálvt grundarlagið undir demo-
kratiska samfelagnum er sonn
atferð. Demokratiska samfelagið
kann ikki virka við ósannindum
og ósannari atferð. Hetta er so
grundleggjandi, at í flestu lond-
um vit samanbera okkum við, fer
ein stjórnarovasti ella ráðharri
frá við minstu ábending um, at
hann hevur verið ósannur mót-
vegis almenninginum ella mót-
vegis Tinginum. Fyrrverandi
formaðurin í konservativa
flokkinum í Danmark, Per Stig
Møller, mátti frá, tí hann hevði
ikki verið heilt sannur mótvegis
einum journalisti í spurningin-
um, um hann hevði mist koyri-
kortið - hetta rakk, minnist meg
rætt, nøkur og 20 ár aftur í
tíðina.
Vit kunnu eisini geva okkum
far um, hvussu fyrrverandi
danski ráðharrin í ferðslumálum
umbar sína atferð mótvegis sín-
um veljarum, tá ið hann varð
tikin fyri at koyra ov skjótt.
Hetta er langt frá tí, sum er vorð-
ið alt meira vanligt í Føroyum,
har fólkavald brúka sínar veljarar
sum skálkaskjól fyri tí, tey hava
gjørt.
Við nýggju stýrisskipanini
hava vit í Føroyum skipað landið
soleiðis, sum vanligt er í teim
londum, vit samanbera okkum
við, og løgmaður hevur fingið
tað útinnandi valdið í sínar
hendur. Hóast nógvir landsstýris-
menn eru farnir frá seinastu
árini, tori eg at halda uppá, at vit
als ikki hava skipað okkum við
ábyrgdini hjá landsstýrismann-
inum. Flestu landsstýrismenninir,
sum eru farnir frá, eru farnir
uppá kvamsvís. Onkur er koyrd-
ur frá fyri slíkt, sum hann ikki
kundi gera við, annar er farin frá
eftir politiskar leikir í vikuvís og
triði var als ikki frákoyrdur. Har-
afturat hava upp til fleiri lands-
stýrismenn sagt beinleiðis ósatt í
Tinginum og fyri almenning-in-
um, uttan at tað hevur fingið
nakra viðgerð yvirhøvur.
Tá ið løgmaður fær alt útinn-
andi vald, er tað ein grundleggj-
andi fortreyt, at ósannindi og
ósonn atferð hjá landsstýris-
monnum, ovasta embætisverki
og almennum stjórum fær upp-
sigandi virkning alt fyri eitt.
Uttan hetta valds- og ábyrgdar-
býti er landið eitt einaræði. Sam-
stundis er tað høvuðsuppgávan
hjá løgmansembætinum at
tryggja móti ósannindum og
ósannari atferð. Góðtekur hann
ósanna atferð millum sínar
landsstýrismenn, í ovasta em-
bætisverkinum ella í stovns-
leiðslunum, tá virka vit ikki í
einum demokrati.
Hetta kann eisini seta ljós á
spurningin um, hvørji mál hava
týdning og hvørji mál ikki hava
týdning fyri løgmann. Okkurt
smávegis mál inni á onkrum
stovni kann í roynd og veru hava
stóran týdning fyri løgmans-
embætið, eins og okkurt týðandi
stórmál á dagsskránni kann hava
at kalla ongan týdning fyri løg-
mansembætið.
Virði og persónar
Virði og persónar eru so tætt
knýtt hvørt til annað, at ofta er
trupult at skilja ímillum. Ein per-
sónur stendur fyri einum setti av
virðum og tey liggja so djúpt, at
tað ber illa til at broyta atferð.
Persónar í almennum ábyrgdar-
størvum eru teir mest týðandi í
hesum sambandi. Hevur ein per-
sónur ilt við at halda seg til tey
virði, sum sett eru, kann verða
trupult at liva við viðkomandi í
starvinum.
Vit hava dømi frá málum, sum
Tingsins Umboðsmaður hevur
viðgjørt, har ein hevur varhugan
av, at ein átala frá Umboðsmann-
inum verður innroknað í málið
longu undir viðgerðini. Persónar
eru tilvitaðir um atferð, sum ikki
verður góðtikin, men lata ikki
við seg koma. Ein átala frá Um-
boðsmanninum, sum ikki fær
ítøkiliga fylgjur fyri ábyrgdar-
persónar, vil í slíkum førum
virka til tað verra.
Hvussu verða virðini sett?
At seta virði er ikki at skriva
eina handbók, at orða ein politik
o.s.fr. At seta virði er partvíst at
seta orð á, men í stórum og heil-
um verða virðini sett við teirri
atferð, sum verður góðtikin og
virðismett. Í seinastu samgongu
var landsstýrismaðurin í menta-
málum koyrdur frá vegna eina
avgerð í sambandi við setanina
av landsfornfrøðingi. Næsti
landsstýrismaðurin staðfesti
avgerðina, og løgmaður koyrdi
ikki hendan landsstýrismannin
frá og góðtekur tessvegna atferð,
sum niðurgerð løgmansembætið.
Við slíkum máli gerst landsstýrið
og løgmansembætið virðisleyst
at kalla.
Sonn atferð er mest grund-
leggjandi virði í demokratiskum
skipanum og er fortreytin undir
skipanunum, sum vit kenna tær
við valdsbýti millum lóggevandi,
útinnandi og dømandi vald - so
ófullkomin skilnaðurin enn er.
Tá ið løgmaður loyvir einum
hægsta embætismanni alment og
tilvitað at siga beinleiðis ósatt
tvær reisur, tá er støðan kaotisk.
Um løgmaður loyvir almennum
stjórum tilvitað at bróta fyri-
sitingarlógina i stakmálum, tá er
støðan kaotisk. Um løgmaður
loyvir landsstýrismonnum tilvit-
að at sminka upplýsingar, tá er
støðan kaotisk. Í Tinginum er tað
løgtingsformaðurin, sum setir
virðini. Góðtekur tingformaðurin
t.d. at ein tinglimur alment brúk-
ar orðingar sum 'eitt pennastrok'
um Tingsins lógir, har tær raka
hann sjálvan, tá er støðan rætti-
liga kaotisk.
Løgmansembætið kann eisini
seta virðini við tí, sum hann
sigur til fólkið. Amerikanski for-
setin heldur "røður fyri fólkin-
um". Tað er ein roynd at skapa
virði - eins og tað er ein roynd at
byggja á tey virði, sum longu
liggja í fólki. Tað hevur størri
týdning, enn vit ofta geva okkum
far um, hvat og hvussu løgmans-
embætið verður røkt. Í Íslandi
hava tey forseta. Tà ið Vígdis
Finnbogadóttir sat, hevði ein
varhugan av, at hon megnaði at
samansjóva nøkur týðandi virði í
fólkinum. Í Danmark kenna vit
tað sama frá Hennara Hátign,
Margrethu drotning, sum serliga
við nýttársrøðuni roynir at
byggja virði inn í fólkið. Nýtt-
ársrøða løgmans er tað, sum
kemur næst hesum í Føroyum.
Hóast eg sjálvur haldi, at Anfinn
Kallsberg kom rættiliga væl frá
sínum røðum í seinastu sam-
gonguskeiði, er helst skil í at
endurskoða, hvussu enn meira
nytta kann fáast burturúr hesum
høvi.
Vit kunnu siga, at virðini verða
sett við tí atferð, sum verður
góðtikin í tí einstaka málinum. Í
eini tíð, tá ið tað almenna er í
eini virðiskreppu, er tað helst
rætt hjá løgmansembætinum at
taka sær av virðisspurninginum
burturav. Løgmaður hevur í
høvuðsheitum tvey amboð til
tess at seta virði í respekt. Annað
amboðið er, at avgerðir verða
trektar aftur - og um tað skapar
trupulleikar, tá er trupulleikin
tann, sum hevur tikið avgerðina
og ikki tann ella tað, sum avgerð
er tikin um. Hitt amboðið er
beinleiðis átala um, hvussu
starvið verður røkt við teimum
fylgjum, sum hartil hoyra.
Gomlu griksku virðini
Tann gamli grikski fýrkanturin
vísir til "tað góða", "tað rætt-
vísa", "tað sanna" og "tað vakra".
Hesi fýra virði umgyrða frælsið.
Ole Fogh Kirkeby, danskur
professari í leiðslufilosofi, nýtir í
bókini "Det nye lederskab",2004,
orðingina "Dette er også den
græske filosofis store firkant og
dermed den vestlige kulturs
normative forankringspunkt."
Hesi fýra hugtøkini umgyrða
frælsið - øll fýra í senn. Tað
rættvísa uttan gott verk, uttan
vakurleika og uttan sannføri,
gevur einki frælsi, eins lítið og
sannføri gevur frælsi uttan
rættvísi, gott verk og vakurleika.
Hesi fýra virðini eru góð at
hava í huga í sambandi við so
mangt, sum hendir í almennu
Føroyum í løtuni. Rættarskipanin
hevur úr at gera við mál, har
almennir myndugleikar eru undir
ákæru. Men hvussu virkar ein
skipan, har ivin kemur tí al-
menna myndugleikanum (t.e. tí
ákærda) til góða? Hvat nyttar at
geva einum almennum myndug-
leika bót ella døma hann at
endurgjalda við skattgjaldarans
peningi? Hvussu sær eitt sam-
felag út, har fútin hevur mest at
gera við almennar myndug-
leikar?
Tað er væl skilligt, at fútin
hevur trupulleikar at svara einum
fyrispurningi frá Brunaumsjón
Landsins í sambandi við P/f
Vágatunnilin, sum er 100% al-
menn fyritøka. Í tí førinum eru
tað landsstýrismaðurin í vinnu-
málum og landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum, sum hava ein
trupulleika. Loysa teir ikki
trupulleikan, tá er tað løgmaður,
sum hevur ein trupulleika. Loysir
hann ikki trupulleikan, eru tað
vit veljarar, sum hava ein trupul-
leika.
Rættarskipanin er í høvuðs-
heitum ætlað privata vinnulív-
inum og privatu fólkunum, sum
ikki halda seg til reglurnar. Tann
almenni myndugleikin átti at
hildið seg væl og virðiliga innan
fyri lógarinnar karmar. Gomlu
griksku virðini eru góð ýti at
meta um sína atferð í almennum
ábyrgdarstarvi. Er hendan avgerð
viðvirkandi til gott verk, er hend-
an avgerð vøkur, er henda avgerð
rættvís og byggir hendan avgerð
á sanna atferð?
Spurningurin um, hvussu ein
heldur seg til hesi virði í sam-
bandi við atferð teirra ónd-
sinnaðu er ikki heilt einfaldur.
Hvussu er løgmaður sannur,
vakur, rættvísur og góður í
sambandi við ein almennan
leiðara, sum útinnir ósømiliga
atferð mótvegis sínum starvs-
fólki og viðskiftafólki? Hvussu
var Churchill sannur, vakur,
rættvísur og góður mótvegis
Hitler? Motvegis sínum her-
monnum? Ella var tað Chamb-
erlain, sum var sannur, vakur,
rættvísur og góður við setning-
inum "Friður í okkara tíð"?
Hvussu sá vesturheimurin út í
dag, var Chamberlain verandi
forsætisráðharri í Bretlandi eftir
mai 1940? Tann frælsissinnaði
persónurin aftanfyri eitt hægsta
embæti stendur rættiliga einsa-
mallur, tá ið hann ella hon skal
tulka tann stóra grikska fýrkantin
í tí einstaka ítøkiliga førinum.
Tá ið virðini verða sett
Tingið stendur fyri teim mest
týðandi virðunum, men hesi eru
so grundleggjandi, at vit sjáldan
hugsa um tey. Tað er løgmaður,
sum stendur fyri mest týðandi
virðum, sum vit dagliga hugsa
um. Løgmansembætið er virðis-
embæti Føroya.
Mest týðandi virði í eini demo-
kratiskari skipan, sum leggur alt
útinnandi vald til løgmann, er at
landsstýrismenn, hægstu em-
bætisfólk og ovasta leiðsla á
stovnum útinna sanna atferð.
Ósannindi og ósonn atferð eigur
ikki at finna stað - og har hon
finnur stað, eigur tað at fáa
avleiðingar alt fyri eitt.
Gomlu griksku virðini "tað
sanna", "tað rættvísa", "tað
góða" og "tað vakra" eru grund-
arsteinar undir vesturlenskari
frælsismentan og eru góð ýti í
okkara gerandisdegi.
Galdandi virði í tí almenna er
tann atferð, sum løgmansem-
bætið loyvir innan sítt almenna
verk.
Uttan mun til hvørji virði vit
ynskja at byggja okkara sam-
felag á og uttan mun til hvørji
virði vit orða, er tað tann góð-
tikna atferðin, sum avdúkar,
hvørji virði eru galdandi.
Tey galdandi virðini í tí al-
menna annaðhvørt forða fram-
burðinum ella stimbra fram-
burðinum í samfelagnum eins og
tey eru altavgerandi fyri lívs-
innihaldinum hjá tí einstaka -
bæði sterkum og veikum.
Í Tinghelluni leygardagin
tann 21. februar varð
spurningurin um stjórnar-
skiftið 2004 viðgjørdur
Samgongan 1998-2003 legði
frá sær. Spurningurin í tí
sambandi er, hvørji úrslit
liggja eftir tí samgonguni.
Hóast virðing helst stóð um
praktiska fíggjarpolitikkin og
helst eisini oljuleitingini
kring Føroyar, er ilt at síggja
nakað ítøkiligt úrslit á teirri
sjálvstýriskós, sum hildin var.
Stýrisamboðini – hvørji virði
eru galdandi, hvørjir persónar
verða settir at taka sær av
deiluppgávunum og fíggingin
– tykjast at virka illa.
Nevnt var, at hendan sam-
gongan kann fáa ein
avgerandi leiklut í spurning-
inum um Føroyar hóra undan
einum vinnuligum hóttafalli,
ella um Føroyar og føroy-
ingar fóta sær sum tjóð, sum
fólk og sum vinnulig eind í
einum globaliseraðum heimi.
Í hesi og í tveimum Ting-
hellum seinni, verða nakrir
spurningar í framhaldi av
hesum viðgjørdir. Henda
Tinghellan viðger spurningin
um, tá ið virðini verða sett.
Onnur Tinghellan viðger
spurningin um, tá ið málini
verða sett. Triðja Tinghellan
viðger spurningin um, tá ið
málini verða rokkin – við
vinnuligari menning sum
dømi. Tað er Signar
Heinesen, verkfrøðingur, sum
stendur fyri hesum komandi
Tinghellugreinunum.
Fóta vit okkum
sum tjóð í
globaliseraðum
heimi!
Tá ið virðini verða sett
C
M
Y
K
31
30