leygardagur 15. mai 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 92 - 15. mai 2004
7
6
Sosialurin Nr. 92 - 15. mai 2004
- Føroyingar tíma ikki ov nógv roks og óítøkiligt uttanumtos. Teir vilja hava fakta og
eitt endamál á borðið, so teir vita, hvat teir hava við at gera. Hetta kann avgjørt
gerast teirra fremsta styrki í høðru kappingini í altjóða vinnulívshøpi, sigur Morten
Selven, stjóri á norsku skeiðsfyritøkuni FloodRocks.
sum skal til, fyri at blanda seg
uppí.
Eg trúgvi at við góðum hug-
skotum til kappingarførar vørur
fara føroyskar fyritøkur at vísa
stórt áræði til bjóða seg fram,
hvar tað skal vera. Við fakligari
dygd og miðvísari marknaðar-
føring eri eg sannførdur um, at
føroyskt vinnulív kann klára seg
heilt væl í altjóða kapping, sigur
Morten.
Ein onnur treyt er sjálvandi, at
føroyingar leggja seg eftir, at fáa
fleiri bein at standa á í vinnulív-
inum. Líka sum Noreg, hava
Føroyar fyrst og fremst verið
rávøruveitari, og enn eru á leið
98% av føroyska útflutninginum
fiskur - ella var, áðrenn Atlantic
Airways fekk stóru avtaluna í
Noreg. Hetta er ein veikleiki, og
tí er størsta avbjóðingin hjá
føroyska vinnulívinum at miða
ímóti at framleiða og útflyta
aðrar vørur. Og har hevur før-
oyskur serkunnleiki á ymsum
økjum avgjørt ein góðan møgu-
leika. Sum heild er fakliga støðið
í føroyskum vinnulívi sera høgt,
og eg ivist ikki í, at tað liggja
heilt góð framtíðarútlit í at selja
hendan serkunnleika.
Oljuvinnan ein koddi?
Morten minnir samstundis á, at
føroyingar eiga at vera á varð-
haldi, um oljuvinnan gerst
veruleiki.
– Vandin við eini umfatandi
oljuvinnu í einum so lítlum landi
er, at hon kann gerast ein koddi.
Øll onnur servitan kann lættliga
koma í aðru røð, meðan onnur
nýskapan eisini steðgar. Tí er tað
av alstórum týdningi, at føroy-
ingar leggja orku í at varveita,
menna og møguliga útflyta tann
serkunnleika, teir hava. Tað
hevði jú verið ein vanlukka, um
serkunnleikin, føroyingar hava
uppbygt innan fiskivinnuna, varð
skúgvaður til viks av oljuvinn-
uni, heldur Morten.
Fyrimynd: Atlantic Airways
Undir samrøðuni hevur Morten
Selven fleiri ferðir nevnt Atlantic
Airways, sum eitt avbera gott
dømi um eina fyritøku, ið torir at
ganga aðrar leiðir og hugsa
nýggjar tankar. Men hvat er tað
ítøkiliga, sum ger føroyska
flogfelagið til nakað serligt?
– Atlantic Airways hevur fyrst
og fremst ein sera professio-
nellan og fakliga dugnaligan
starvsfólkahóp. Ovsta leiðslan er
ógvuliga framskygd og torir at
taka avgerðir, og ein slíkur hug-
burður ávirkar onnur - í hesum
føri á tann hátt at yrkisstoltleiki
og professionalisma eyðkennir
øll liðini í fyritøkuni.
Royndir frá skeiðum hava víst,
at stembanin hjá starvsfólkunum
í Atlantic Airways eftir at gerast
dugnaligari liggur langt omanfyri
miðal. Tey eru til dømis óvanliga
eldhugaði og málrættað, tá vit
hava bólkauppgávur, har luttak-
arnir skulu koma við egnum
hugskotum til hvørji nýggj mál,
fyritøkan átti at sett sær, hvørjar
ábøtur kunnu gerast og ikki
minst, hvussu sleppast kann
undan negativum hugburði sum
heild.
– Eitt annað, sum hevur stóran
týdning, er, at leiðarnir í Atlantic
Airways hava luttikið á skeiðun-
um á jøvnum føti við hini starvs-
fólkini. Vit síggja ofta, at stjórar
og leiðarar senda starvsfólkini á
skeið, men fara ikki við sjálvir.
Royndir frá øðrum, traditio-
nellum skeiðum fáa teir at halda,
at teir vita, hvat starvsfólkini
hava lært. Men nýggj gransking
vísir, at um ikki leiðslan í eini
fyritøku fær somu frálæru og
venjing, sum hini starvsfólkini,
verður fyritøkan liðað sundur í
undirbólkar og stakmentanir. Tað
er hetta ástøðið FloodRocks
byggir síni skeiðir á, tí vit ivast
ikki í, at broytingar og nýskapan
bert kunnu fremjast sum eitt
felagsátak millum leiðslu og
starvsfólk.
Kanning av elitufyritøkum
Fyri nøkrum árum síðani stóð
Morten Selven á odda fyri eini
verkætlan, ið hevði sum endmál
at kanna ávís felags eyðkenni
fyri nakrar av heimsins mætastu
fyritøkum. Kanningin, ið vanliga
verður nevnd "Eliteselgerunder-
søkelsen", vísti millum annað, at
úrtøkan hjá hesum fyritøkum var
á leið 5 ferðir størri enn hjá
øðrum fyritøkum innan sama
øki. Seinni hevur Morten Selven
so eisini nýtt kaningina sum
grundarlag fyri sínum egna
skeiðsvirksemi. Hann er nevni-
liga sannførdur um, tað ber til at
læra teir arbeiðs- og hugsunar-
hættir, sum eyðkenna stóru
fyritøkurnar.
– Elitusølufólkini í okkara
kanning høvdu allatíðina við-
skiftafólkið í fokus. Megin-
parturin av søluni var eitt úrslit
av, at viðskiftafólkið vendi aftur
til fyritøkuna seinni ella hevði
fortalt øðrum um góðu tænast-
una, tey høvdu fingið. Í hesum
sambandi er neyðugt at leggja
seg eftir, at viðskiftafólkini altíð
fáa somu góðu tænastu, sum tey
fingu fyrstu ferð. Tað nyttar lítið,
um bert eitt sølufólk er serliga
dugnaligt. Alt sølutoymið má
vita, hvat og hvussu hini gera
fyri at varveita tað høga tænastu-
støðið. Tí tá eitt viðskiftafólk
vendir aftur til eina stóra fyri-
tøku, er tað jú ikki víst, at tað
altíð kemur í samband við sama
sølufólkið.
Persónlig góðska
Meðan fyritøkur í 90 unum hava
lagt stóra orku í tøkniliga góðsku
og kappingarførar prísir, bendir
alt í kanningin á, at persónlig
góðska er vorðið lyklaorðið í
framtíðar sølumenning.
– Elituseljarnir høvdu ein heilt
serligan eginleika at laga seg
eftir ynskjunum og tørvinum hjá
viðskiftafólki, ið vóru ólík
teimum sjálvum. Tað var heilt
týðiligt, at sølan í høvuðsheitum
kom í lag, við at persónlig
sambond vóru bygd upp ímillum
seljara og keypara. Ikki minst
við at sølufólki livdi seg inn í
støðuna hjá keyparanum bæði
við atliti til møguligum fyrivarni
og atfinningum, greiðir Morten
frá.
Frí sunnudag!
Men eitt gott sølufólk trívist ikki
bara væl á arbeiðsplássinum og
saman við starvsfeløgum. Tað er
minst líka avgerandi, øll familjan
hevur tað gott saman, tí tað er
harfrá vit í síðsta enda fáa okk-
ara drívmegi.
– Hetta er sjálvandi galdandi
fyri okkum øll, men tað undraði
okkum ikki sørt, at øll sølu-
fólkini í kanningini hildu frí
sunnudag. Vit ímynda okkum
ivaleyst, at fyri at kunna teljast
millum heimsin bestu sølufólk,
mást tú nærum vera arbeiðs-
narkoman. Men kanningin vísti,
at hesi sølufólkini ikki meintu, at
tað var møguligt at náa góðu
úrslitum, uttan at hava familjuna
í rygginum. Tey brúktu meir tíð
saman við familjuni, men seldu á
flestu førum fleiri ferðir meir,
enn eitt miðalsølufólk innan
sama yrkisøki.
Aftaná kanningina setti
Morten Selven saman eina
venjingarskrá, sum er bygd upp í
4 stigum og fevnir um 3 dagar.
Helvtin av tíðini verður brúkt til
praktiska venjing av arbeiðshætt-
unum hjá elitufyritøkunum, sum
eru lagaðir til arbeiðsstøðuna hjá
skeiðsluttakarnum.
Hetta skeiðið er nú góðkent
sum ein útbúgving á hægri støði.
VINNULÍV
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Seinastu tvey árini hevur Morten
Selven staðið fyri eini røð av
skeiðum í Føroyum. Skeiðini eru
ætlað stovnum og vinnulívinum,
og snúgva seg øll onkusvegna
um at læra nýggjar hugsunar-
hættir og tænastuatburð og
harvið røkka betri úrslitum.
– Kundaráðgevin í FloodRocks
er føroyingur, og tað er ígjøgnum
hann, vit eru komin í samband
við føroyskar fyritøkur og
stovnar, greiðir Morten frá. Eg
helt tað eisini vera upplagt at
fara til Føroyar við okkara
skeiðum, tí treytin fyri at vinnu-
lívið í einum lítlum oyggjasam-
felag skal mennast er, tú fert út
um landoddarnar at gera sam-
starvsavtalur. Og til tað krevst
nýhugsan.
Gev føroyingum eitt
endamál
Fyribils hava skeiðini hjá
FloodRocks mest verið hildin í
Noreg og í Føroyum. Morten
hevur tí fingið rættiliga gott
innlit í føroyska vinnulívið og
mátan, føroyingar arbeiða uppá.
Og tað er longu langt síðani,
hann hevur lagt til merkis, at tað
krevur eina aðra pedagogiska
tilgongd at undirvísa
føroyingum.
– Í mun til føroyingar hava
norðmenn ofta lyndi til at seta
seg afturá og bíða inntil tingini
henda - helst av sær sjálvum.
Norðmenn tykjast ofta rættiliga
forkelaðir í so máta, sigur
Morten. Føroysku skeiðsluttak-
arnir taka hinvegin fegnir sjálvir
stig til at loysa uppgávurnar, eg
gevi teimum. Eisini tá bæði
uppgávurnar og hugsunarhátturin
er heilt nýggjur fyri teimum.
Slíkir eginleikar eru treytin fyri
nýhugsan, og fyri at ein lítil
fyritøka skal sleppa upp í part
við tey stóru úti í heimi.
– Eitt tað fyrsta, eg eisini legði
til merkis, er at føroyingar hava
ein sterkan vilja til at seta seg
inn í nakað nýtt, bara teir vita,
hvat endamálið er. Og tað er
avgerandi. Gev føroyingum eitt
mál at arbeiða fram ímóti, og tú
kanst vera vís í, at teir halda fast
í tí.
Samanumtikið havi eg fingið
varhuga av, at føroyingar tíma
ikki so nógv roks og óítøkiligt
uttanumtos. Teir vilja hava nøkur
fakta á borðið, so teir vita, hvat
teir hava við at gera. Teir hava
bæði beinini plantað í veruleik-
anum og hava lítið tol við føgur
orð og háfloygd ástøði.
Serkunnleiki til útflutnings
Ein upplagdur spurningur er, um
Morten heldur seg síggja hendan
órædda hugburðurin aftur sum
eina styrki í føroyskum vinnu-
lívi?
– Jú, avgjørt. Tað tykist sum,
at føroyskar fyritøkur ikki so
lættliga lata seg taka av fótum av
høðru kappingini í altjóða høpi.
Letur tú teg imponera ov nógv av
haðrari altjóða kapping, verður
tað trupult at savna, tað dirvið,
Norskur skeiðsstjóri:
Føroyingar – lítið tol við stór orð
Hví FloodRocks?
Nøkur evni, ið arbeitt verður við á skeiðunum:
•
8 út av 10 persónsósemjum standast av, at umhvørvið ikki
virkar í tráð við tann innara tørvin hjá tí einstaka.
•
Í harðari kapping verða flestu stríð tapt, av tí at seljarin hevur ov
lítlan kunnleika til, hvussu hann skal bera seg at saman við fólki,
sum eru óliík honum sjálvum.
•
65% av orsøkunum til at eitt viðskiftafólk skiftir veitara standast
av ov vánaligum samskifti.
•
Kanningar vísa at í fyritøkum við stórum framburði, gera øll
starvsfólkini sítt til at varveita góð sambond. Bæði innanhýsis
og úteftir.
•
Bert 30% av nýskapanarætlanum røkka sínum málum. 32%
røkka bert lutvíst sínum málum, meðan heili 38% ikki røkka
nøkrum av málunum við nýskapanartilgongdini.
•
Flestu starvsfólk brúka sína tíð ov lítið effektivt.Verða bert 5
min spardir pr. tíma, verður framleiðslan hjá fyritøkuni økt við
8,3%.
•
Frávera vegna sjúku kostar eini fyritøku í miðal 1700 kr um
dagin, umframt løn. Orsøkin til 60% av sjúkufráveruni er at
finna í sjálvum arbeiðinum ella arbeiðsumhvørvinum.
Kelda: www.floodrocks.com
Atlantic Airways, er eitt avbera gott dømi um eina fyritøku, ið torir at
ganga aðrar leiðir og hugsa nýggjar tankar, sigur Morten Selven
– Í mun til føroyingar hava norðmenn ofta lyndi til at seta seg afturá og bíða inntil tingini henda - helst av sær sjálvum. Norðmenn tykjast ofta rættiliga forkelaðir í so máta, sigur Morten
C
M
Y
K
29
28