leygardagur 15. mai 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sannroynd var tað, at tá Let It
Be loksins kom út í 1970, vóru
The Beatles longu farnir í
søgubókina sum virkandi bólkur.
Út við Spector
Størstu broytingarnar á nýggju
útgávuni í mun til ta gomlu eru,
at mongu strúkararnir, kór og
produktiónssnildir annars hjá
Phil Spector eru beindar av
vegnum. Ístaðin fær lurtarin
sjálvar grundinnspælingarnar,
soleiðis sum tær sambært Paul
McCartney og Ringo Starr,
upprunaliga vóru ætlaðar at vera.
Størsti munurin hoyrist á løgun-
um The Long And Winding
Road og Across The Univers.
Raðfylgjan av løgunum er broytt,
og tað hoyrist, at kýnt hevur
verið fyri upptøkunum. Ljóðið á
nýggju upptøkuni er munandi
betri enn á upprunaútgávuni.
Lennon klassikarin Don’t Let Me
Down er komin við, meðan
annars so eyðkenda fjantið og
prátið millum løgini er tikið av.
Haraftrat eru stuttu sangbrotini
Maggie May og Dig It ikki við á
nýggju útgávuni.
Í kjalavørrinum á nýggju
fløguni eru sum nevnt ummælini
komin. Her er knívskorið, fyri
og ímóti. Hví skal Let It Be
gevast út umaftur? Spyrja
skeptikararnir, og fleiri enn ein
ákæra Paul McCartney fyri at
royna at umskriva søguna hjá
The Beatles. Tað var hansara
hugskot, at The Beatles skuldu
leita aftur á slóðina og spæla live
- sum í gomlum døgum - uttan
produktiónssnildir. Men soleiðis
endaði tað ikki.
Aftur á slóðina
Vit spola aftur til heystið 1968.
The Beatles eru júst lidnir við
møðsomu upptøkurnar av The
White Album. Her hevði tað so
vælkenda samanhaldið millum
teir fýra limirnar í bólkinum
hevði fingið eitt skot fyri bógvin.
Onki er av álvara tað sama aftan
á, at teirra managari Brian
Epstein er funnin deyður, og nú
arbeiða beatlarnir í fleiri førum
hvør í sínum lagi í ymsum
studiohølum í Abbey Road við
teirra egnu løgum. Kvinnurnar
eru komnar upp í leikin - og
krevja teirra rætt. Yoko Ono er til
allar tíðir at finna beint undir
liðini á John Lennon. Eisini tá
arbeitt verður. Bólkurin er við at
syndrast. Teir ásanna sjálvir, at
her er stígur komin í.
Hóast hetta, so gongur bert
stutt tíð eftir, at The White Album
er liðugt innspælt, til bólkurin
aftur fer í arbeiðsklæðini.
Góðu ætlaninar skuldu vísa
seg at gerast daprasta kapitullið í
søguni hjá The Beatles.
Produsarin George Martin
hevur sagt frá, hvussu hann helt,
at beatlarnir komu við einum
frálíkum hugskoti um, hvussu
teirra komandi pláta skuldi
gerast. "Teir vildu skriva og
venja so mikið av tilfari, at nóg
mikið var til eina plátuútgávu.
Síðani ætlaðu teir at framføra
tilfarið á eini stórfingnari kon-
sert. Flestu fólkini, sum spældu
live, framførdu gamalt, kent
tilfar. ’Latið okkum framføra
eina fullkomiliga nýggja plátu,
sum ongin hevur hoyrt áður’.
Hetta var eitt frálíkt hugskot, helt
eg. Trupulleikin var bara, at í
Onglandi kundi tú ikki hava eina
uttandurakonsert í februar
mánað."
John Lennon, bersøgin sum
altíð, er endurgivin fyri at skula
hava sagt við George Martin, at
her fór ikki ’at vera brúk fyri
nøkrum av tínum produktións-
lorti’ á nýggju útgávuni. Paul
McCartney var tann, sum var
allar heitast fyri, at The Beatles
aftur skuldu ganga aftur á somu
slóð, sum í gomlum døgum,
áðrenn studioupptøkurnar leiddu
teir út í stóru eksperimentini á
plátunum sum Revolver og Sgt.
Peppers Lonely Hearts Clubs
Band.
Filmur gerast
Eftir nakað av togan aftur og
fram, hvussu gerast skuldi, varð
gjørt av, at venjingarnar skuldu
takast á film. Fyri at filmsfólkini
eisini skuldu kunna arbeiða, varð
gjørt av at fara í Twickenham
Studio at arbeiða. Hetta skuldi
vísa seg at vera eitt vánligt val.
Talan var um ein stóran, kaldan
betongbygning, har líkindini fyri
nærveru og íblástri vóru ússalig.
Sama var við hýrinum.
George Harrison, sum hevði
hildið jól saman við Bob Dylan
og The Band í USA, var alt
annað enn glaður fyri at vera
lendur aftur í gomlu mylnuni.
Hann hevði rúgvu av nýggjum
løgum, men helt ikki, at hinir -
Lennon og McCartney - vístu
teimum nóg stóran ans. Á film-
inum er eisini væl dokumenter-
að, hvussu Harrison ikki tímir at
taka ímóti ’vælmeintum’ ráðum
frá McCartney um, hvussu onkur
guitarpartur skal spælast.
Høvuðsorsøkin til, at hann
kortini pakkaði saman og takkaði
fyri seg mitt undir innspæling-
unum, sigst tó vera, at George
var alt annað enn glaður fyri
standin sum Lennon var í. John
Lennon og Yoko Ono vóru bæði
herion misnýttarar um hetta
mundið. Let It Be innspæling-
arnar gingu fyri seg um sama
mundið, sum Lennon og Ono
byrjaðu at arbeiða saman við
teirra avant garde list, og Lennon
hevur sjálvur sagt, at nýggju
avbjóðingarnar í Lennon/Ono
høpi góvur honum meira stimbur
enn eftir væl kendu rutinurnar í
tí eftirhondini gomlu Beatles
mylnuni.
Tey, ið hava hoyrt gomlu rá-
ondini frá Let It Be innspæling-
unum siga seg ikki ivast í, at
George Harrison var tann, sum
hevði ringast við at góðtaka, at
Yoko Ono nú var fremri í
huginum hjá Lennon enn nakar
annar. Úrslitið av elendiga
standinum var, at George tann
eina dagin takkaði fyri seg,
rýmdi við orðunum "See you
around the clubs" (John Lennon
skal hava sagt "so fáa vit bara
Eric Clapton uppí"). Tveir dagar
seinni var kreppufundur á Apple
skrivstovuni hjá The Beatles.
Men aftur hesaferð fer Harrsion
á dyr, tá Yoko byrjar at úttala seg
vegna John. 15. januar 1969 er
aftur fundur á skránni og her var
ein loysn kortini funnin, soleiðis
at hildið varð á við innspæling-
unum. George Harrision kom
uppíaftur. Men treytin var, at teir
skuldu út úr køldu barakkini
Twickenham. Harrison, sum
allatíðina hevði verið ivasamur
um livekonsertina, fekk eisini sín
vilja. Ongin konsert fór at vera.
Haraftrat hevði Harrison hitt
gamla tónleikavinnin frá Ham-
burg døgunum, Billy Preston,
sum hevði spælt við Ray Charles
í London eitt kvøldið. Harrison
bjóðaði Preston við í studio, tí
’hinir allir uppføra seg so løgið’.
Soleiðis endaði Preston við at
spæla á Let It Be upptøkunum.
Arbeiðslíkindi batnaðu. Allir
vildu vísa sína bestur síður, nú
Preston var gestur. Teknikkarin
Glyn Johns minnist, at hýrurin
var góður seinastu tvær vikurnar
og skuldi John Lennon havt
verið rættiliga í essinum - munn-
kátur við síni bítandi sarkasmu.
Sjálvur hevur Lennon tó altíð
prátað um nakrar "ússaligar
vikur", har hýrurin var í botni.
Get Back vrakað
Glyn Johns, sum hevði gjørt vart
við seg sum ljóð teknikkari hjá
hart spælandi bólkum sum The
Rolling Stones og Small Faces,
var biðin um at standa fyri upp-
tøkunum. Avgjørt var, at Johns
skuldi einsamallur standa fyri
upptøkunum, meðan venjingar-
nar fóru fram, síðani skuldi
George Martin koma upp í
leikin, tá ætlaða konsertin skuldi
framførast. Tá hinir so fylgdu
treytunum frá Harrison um, at
ongin konsert skuldi verða, varð
roynt at gera eina útgávu burtur
úr venjingunum. Glyn Johns stóð
fyri hesum arbeiðnum, men tá til
stykkis kom, so ynskti ongin í
bólkinum, at Get Back skuldi
gevast út. Her manglaði nærvera,
samstundis sum tað hoyrdist alt
ov væl, at tað mesta av upptøk-
unum vóru ikki annað enn hálv-
góðar venjingar.
Sostatt endaðu upptøkurnar
við at 32 spolar við bandi á
hillunum í Abbey Road studio.
Ongin orkaði at hugsað um,
hvussu ein Beatles útgáva kundi
spyrjast burtur úr hesum.
Tað var John Lennon, sum
saman við George Harrison og
nýggja managaranum Allen
Klein í mars 1970 fekk koblaðan
Phil Spector á Get Back upp-
tøkurnar. Lennon hevði upplivað,
hvussu Spector arbeiddi, tá hann
produserað singlelagið "Instant
Karma", og hann var bergtikin.
Sama var Harrison, sum spældi
við á lagnum. "Ger sum tú vilt",
skal Lennon hava sagt við
Spector. Og soleiðis fór ameri-
kanski produsarin í holt við at
royna at bjarga leivdunum av Get
Back innspælingunum.
Trupulleikin var bara tann, at
hvørki Paul McCartney ella
uppruna produsarin George
Martin vistu av nøkrum. Hvat
síðani hendi er ikki púra greitt.
Spector vil vera við, at allir -
skrivliga - góðtóku hansara
arbeiði - ið loksins bleiv til út-
gávuna Let It Be. Og hann hevur
eisini víst á, at McCartney var
ikki verri foreintur enn so, at
hann tók ímóti Grammy virðis-
løn fyri Let It Be seinni tað árið.
Paul McCartney skal hinvegin
hava roynt at steðga útgávuni
beint áðrenn hon kom út, tí hann
var sera misnøgdur við The Long
And Winding Road.
Yoko Ono hevur í nýligari
samrøðu sagt, at John Lennon
tók avgerðina um at fáa Spector
uppí, tí hann – hóast ringa
arbeiðslagið – framvegis brýggj-
aði seg um tónleikin. Hann vildi
ikki, at The Beatles skuldu geva
nakað lort út – og hann metti, at
Phil Spector kundi bjarga koll-
sigldu ætlanini.
Sjálvur segði Lennon um
arbeiðið hjá Spector av Let It Be
(vit droppa umsetingina): "He
was given the shittiest load of
badly recorded shit with a lousy
feeling to it ever, and he made
something out of it. He did a
great job."
Nú er Let It Be bjargað enn
einaferð. Naked er lagt aftrat
heitinum. Hvør er so tann betra?
Sum altíð, veldst tað um oyrað
sum hoyrir, so vit fara at endur-
geva fýra ummælarar, ið hava
hvør sína uppliving av nýggju
útgávuni.
Sosialurin Nr. 92 - 15. mai 2004
5
4
Sosialurin Nr. 92 - 15. mai 2004
Niclas Johannesen
Móttøkan millum ummælarar var
blandað, tá fløgan Let It Be
Naked kom út nakað fyri jól.
Tummil upp og tummil niður
vóru ósambæriligu skoðsmálini.
Hvat skal hetta vera gott fyri,
spurdi onkur. Er Paul McCartney
á egotrippi, nú Lennon og Harri-
son lyggja undir grønutorvu,
spurdi annar. Endiliga fáa vit Let
It Be soleiðis, sum útgávan var
ætlað at ljóðað, staðfesti so tann
triðji. Og fyri teir báðar eftirliv-
andi beatlarnar Paul McCartney
og Ringo Starr, so er ongin ivi,
teir eru fegnir um nýggja út-
spælið.
Fyri tey flestu man talan helst
bert um miklan drátt um millum
lítið og onki. Á mangar hættir er
talan um júst somu útgávu sum
milliónir kenna sum Let It Be.
Hvat snýr tað heila seg sum
um? Sambært plátufelagnum og
orðunum í húsanum verður við
Let It Be Naked roynt at finna
aftur til upprunaætlanina við
innspælinginum, sum av fyrstan
tíð høvdu heitið Get Back. Paul
McCartney var heitur talsmaður
fyri, at The Beatles skuldu leita
aftur til røturnar, spile live -
uttan at studio snildir skuldu
brúkast. Men bólkurin mundi
kollsiglt upp til fleiri ferðir. Og
útgangsstøði við eini "live plátu"
við nýggjum tilfari bleiv slept, tá
Phil Spector - heimskendur fyri
sítt Wall Of Sound ljóð - tók um
endan, aftan á at John Lennon og
George Harrison høvdu biðið
hann. Paul McCartney sigst ikki
at hava vitað um hetta og var tað
serliga viðgerðin, ið lagið The
Long And Winding Road fekk
frá Spector, sum McCartney
síðani hevur sagt seg vera sera
misnøgdan við.
"Vanligir lurtarar munnu undrast á, hvat
allur hávin snýr seg um, og skulu heldur
halda seg til upprunaútgávuna. Og Beatles
fanatikarar vera eftir øllum at døma
vónbrotnir av, at Naked hevur so lítið til
felags við ’bootlegg’upptøkurnar av Get
Back - sum, av røttum ella órøttum, veruliga
vóru naknar - og Naked er líka so nógv ein
tulking av nøkrum innspælingum, sum
versjónin hjá Spector var tað. ’Let it Be? Not
a chance’."
Anthony Decurtis,
Rolling Stone Magazine
"Puristar vildu helst sagt, at tað er sum at
pilka við Mona Lisu at fara afturumaftur at
arbeiða við uppruna Beatles útgávu. Men
við Let It Be er tað meira ein spurningur um
at fáa tatovering burtur....The Long and
Winding Road - besta lagið á fløguni - er
loksins sloppin leysur av teimum strúkarum,
sum kvaldu lagið í meira enn tredivu ár.
Men tú fært eisini nývaktar versjónir av Get
Back, Let It Be, Across the Univers, I Me Mine
og øðrum."
Darryl Sterdan,
Jam Music
"Spector skilti, at sangir sum Two Of Us,The
Long And Winding Road, One After 909 og
I’ve Got A Feeling høvdu tørv á allari tí
hjálp, sum veitast kundi. Avklæddir niður á
teirra vertshús rock innihald, verða hesir
sangirnir eirindaleyst avdúkaðir sum 2. floks
sangir....Lukkutíð er Let It Be framvegis til
sølu. Hóast øll lýtini, so er tað framvegis
tann veruliga versjónin."
John Alzlewood,
Q Magazin
"Tað, sum vit hoyra fyri fyrstu ferð, er ein
nøktandi dokumentatión av
innspælingunum...og í hesum nýggja
samanhanginum skýna hesir sangir bjartari
enn nakrantíð. Summir eru, fyri fyrstu ferð,
beinleiðis vakrir."
Jim Irvin,
Mojo Magazine
Ummælarar siga og mótsiga:
Let it Be: Svartað lambið kom afturíaftur – Nakið
LET IT BE NAKED. Fyri jól kom út ein gomul upptøka við The Beatles aftur í nýggjum
búna - sum upprunaliga varð ætlað, verður sagt.
Hóast nýggja útgávan longu hevur selt í milliónatalið kring heimin, so er ymiskt, hvat
fólk halda um projektið. Les her søguna um truplu innspælingarnar í 1969, sum hava
fingið nýtt lív meira enn tredivu ár seinni.
C
M
Y
K
27
26