leygardagur 15. mai 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SAMRØÐA
Myndir: Jens K. Vang
Tekstur: Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Nakað, sum fólk als ikki vita
av, er, at eg eri sera smæðin, er
eitt tað fyrsta Angela sigur, og
leggur afturat, at tað kemst av, at
hon varð happað sum barn. Og
tað er eisini at undrast yvir.
Angela Petersen smæðin? Hon,
sum er von við at upptraðka og
standa framman fyri upptøku-
tólinum.
– Eg veit ikki, hvat tað er, sum
hendir, tá eg standi framman fyri
upptøkutólinum. Men har trívist
eg væl. Eg kenni meg heima har,
sigur Angela, og tað lýsir av
henni, at orðini koma frá hjartan-
um.
Til dagligt er Angela leiðari á
fríðtíðarskúlanum í Badminton-
høllini. Eitt starv, sum krevur
nógv av henni, men sum hon
elskar.
– Mær dámar betur børn enn
vaksin fólk. Børn siga tað, sum
tað er, tey eru so erlig, og ikki at
gloyma, tey hava góðtikið meg,
sum eg eri, sigur Angela.
Happað smágenta
Angela er uppvaksin saman við
fýra øðrum systkjum. Fyrstu
níggju árini búðu tey í Danmark,
og hon gekk í skúla har. Angela
hevur mong keðilig minni frá
skúlatíðini – bæði í Føroyum og
í Danmark.
Hon greiðir frá, at hon varð
illa happað sum barn. Í Danmark
var tað, tí hon hevði øðrvísi
húðarlit.
Angela var sera myrk í húðini
sum barn, og tað fekk hon ofta at
hoyra fyri í skúlanum. Børnini
argaðu hana illa, og tað setti síni
spor í smágentuna. Hon bleiv
kallað nøvn sum nekarabolli, og
nógv argaðu hana við, at hon
varð funnin í einari skrellispann
sum nýfødd. Ofta varð hon illa
sligin av einum drongi í skúlan-
um.
Seinni fluttu tey til Føroya, og
tá hevði happingin í Danmark
sett síni spor, og Angela hevði
ikki nógv sjálvsálit, var ótrygg
og smæðin. Og at flyta til Før-
oyar var ikki lætt fyri hana, tí
hon dugdi ikki málið.
– Eg dugi framvegis ikki før-
oyskt nóg væl, men nú mugu
fólk bara taka meg, sum eg eri,
sigur hon avgjørd á málinum.
At hon ikki dugdi føroyskt,
varð hon happað fyri í skúlanum
í Føroyum. Hon upplivdi ikki so
nógv av hinum, at hon varð
happað, tí hon hevði myrkan
húðarlit. Men málið. Børnini
flentu at henni, tí hon dugdi so
illa at benda og tosaði av tí sama
skeivt, og segði ikki so nógv.
– Eg dugi ikki mun kynunum,
tí í Danmark brúka tey jú bara
"den", so tað havi eg framvegis
trupulleikar við, greiðir hon frá.
Skúlans ábyrgd
Angela segði ongantíð nakað um
happingina fyri foreldrunum.
Hon vildi ikki, at mamman
skuldi verða kedd, so hon læt
vera við at siga nakað fyri henni.
Men síðani hon í sínum vaksna
lívi hevur greitt frá happingini,
hevur mamma hennara ofta spurt
hana, hví hon onki segði.
– Eg veit ikki rættuliga, hví eg
onki segði. Men eg haldi, at tað
er tí, at eg ikki var før fyri tí.
Børn duga ikki at orða slíka
viðferð - óansæð hvat tað so er.
Tey vita, at tað er skeivt, men tey
vilja heldur ikki, at tey vaksnu
skulu gerast kedd ella fáa ilt av
teimum, og tí haldi eg, at tey ofta
velja onki at siga. Tí er tað so
sanniliga uppgávan hjá stovni
ella teimum, ið eru um barnið í
gerandisdegnum, har happingin
fer fram, at halda eyguni opin,
heldur Angela.
Hon heldur, at tað so avgjørt er
ein ábyrgd, sum liggur á skúlans
ella stovnins herðum, tá tað snýr
seg um happing. Og ikki heldur
hon, at støðan er nógv batnað í
dag, sum hon hevur skilt.
Fyrilestur
Angela heldur eisini, at tað er
munur á happing og arging. Hon
verður ofta argað nú sum vaksin,
og tað er hon fegin um. Tí tað
fær hana at kenna seg sum ein
partur av hinum. Hon flennir tá
bara eftir sær sjálvari, tí hon ger
altíð okkurt býtt ella sigur okkurt
løgið.
Angela hevði ongantíð nakrar
ætlanir um at tosa um happingina,
og tí nýtti hon nógva orku og
nógv ár upp á at fáa tað burtur.
– Happing gjørdi meg ótrygga,
havi eisini hoyrt frá teimum
Sosialurin Nr. 92 - 15. mai 2004
3
2
Sosialurin Nr. 92 - 15. mai 2004
nærmastu, at eg haldi ov lítið av
mær sjálvari, skal altíð gera alt
betur enn onnur. Tað, sum eg
geri, er ongantíð gott nokk, og
soleiðis trúgvi eg, at happing ger
við tey flestu, sigur hon.
Men so ein dagin varð hon
biðin um at koma at halda ein
fyrilestur á Margarinfabrikkini
um, hvussu hon hevði havt tað
við at vera øðrvísi í útsjónd.
Hvussu hon hevði hugsað og
kenslurnar eisini. Hetta gjørdi, at
Angela fór aftur at hugsa um sín
barndóm, har hon varð illa
happað.
Men hon er í dag glað fyri, at
hon fekk hendan møguleikan, tí
tað hevur gjørt tað lættari fyri
hana at hugsa um sína skúlatíð,
og tað, at kunna hjálpa øðrum,
hevur nógv at siga fyri hana.
Ikki rasisma
Ofta hava fólk spurt Angelu,
hvussu happingin hevur ávirkað
hana. Um hon er sterkari ella
veikari í dag av tí sama.
Púra erlig svarar Angela, at tað
veit hon ikki. Hon lýsir seg
sjálva sum eina, ið dugir væl at
meta um fólk og at eygleiða tey.
Men viðgongur, at hon kennir
seg hótta av politikarum, sum
rópa hart um, at Føroyar eru fyri
føroyingar, og spyr so sam-
stundis hvussu hon so passar inn
her.
– Nústani má eg viðganga, at
eg eri hálvur afrikanari, men
mamma mín er føroysk og er gift
við einum føroyingi, sum eg
allatíðina havi sæð sum pápa
mín, men eg kenni meg hóast tað
hótta av slíkum útsøgnum, sigur
Angela.
Hon heldur tó ikki, at tá slík
happing fer fram millum børn, at
talan er um rasismu.
– Sjálvt um ein genta einaferð
segði við meg, at pápi hennara
hevði sagt, at nekarar stinka,
sigur Angela.
Aftaná tað, var hon altíð
bangin fyri, at hon luktaði illa,
so hon vaskaði sær og skifti
klæðir fleiri ferðir um dagin.
Angela er sannførd um, at tað
hevur nógv við persónligheitina
hjá fólki at gera, um tey verða
happað ella ikki. Hon vísir á, at
beiggi hennara eisini er myrkur,
men hann varð aldrin happaður.
Ikki merkt uppalingina
Angela sigur, at tað hevur ikki
tilvitað merkt uppalingina av
hennara egnu børnum, at hon
varð happað sum barn.
– Vit hava altíð roynt at lært
okkara børn at hugsa um hini. At
seta seg í støðuna hjá einum
øðrum og at hugsa seg um. Tað
kemur kanska av tí sama, men
tað hevur ikki verið tilvitað,
sigur hon.
Børnini hava upplivað okkurt
dømi um happing, men Angela
sigur, at sum heild hevur happing
ikki merkt teirra gerandisdag -
hvørki í práti ella gerðum.
– Eg vildi jú bara krógva
happingin burtur, so eg havi ikki
tosað við tey um happing. Tað
var eisini sera torført at práta um
tað, inntil eg hevði hildið
fyrilesturin, greiðir hon frá.
Hon hevur eisini lært børnini,
at tey ikki skulu finna seg í
øllum, men tað heldur hon er
grundleggjandi fyri uppaling.
Sonurin kom einaferð heim úr
barnagarðinum sum trý ára
gamal og spurdi mammu sína,
hvat ein nekari er fyri nakað.
Angela ristir við høvdinum,
meðan hon greiðir frá hesum og
sigur, at hon ikki hevur givið
børnunum ta fatan, at happing er
eitt eymt evni í hennara verð.
– Eg veit ikki, um okkara børn
hava verðið øðrvísi uppald, tí eg
varð happað, men tað kann
sjálvandi vera, sigur hon bros-
andi.
Nógv at takka fyri
Happingin fylti sum sagt nógv í
lívinum hjá Angelu og hevur
merkt hana, men hon er ein
persónur, sum hevur lætt við at
fyrigeva, og tað hevur gjørt alt
lættari fyri hana.
– Tað vendist ikki innan í mær,
tá eg hugsi um happingina, men
tá eg samanberi mín barndóm og
so alt tað, sum hendir í mínum
lívi í dag, so havi eg so nógv at
vera takksom fyri, sigur hon. Og
leggur afturat, at trúgvin hjá
henni á Gud hevur ómetaliga
nógv at siga fyri hana.
– Eg havi ongantíð í lívinum
fingið so nógva uppmerksomheit
sum nú, og øll eru so glað, tá tey
hitta meg. Og tað dámar mær
væl, sigur hon. Eisini heldur
hon, at orsakað av happingini,
hava fólk lætt við at tosa við
hana um alt.
– Eg koyri ongantíð fólk frá
mær. Og tað haldi eg er ein
beinleiðis avleiðing av happing-
ini. Eg rúmi nógv meira
menniskjum og teirra trupul-
leikum. Eg lurti og komi ikki við
hálvhjartaðum ráðum, sigur hon.
– Eg haldi at øll børn skulu
hava tað gott. Tað er okkara
skylda í felag at hjálpa teimum
til at fáa eitt gott lív. Sjálvandi
henda keðilig ella ræðulig ting.
Soleiðis er lívið, og tað kunna vit
ikki skána tey fyri. Her hugsi eg
um sjúku, deyða og onnur ting,
men vit kunna vera har og hjálpa
teimum, sigur Angela Petersen.
Dreymur veruleiki
Angela droymdi altíð sum barn
at verða sjónvarpskvinna. Men tá
tey so fluttu til Føroya at búgva,
helt hon ikki, at tann dreymurin
nakrantíð fór at verða veruleiki.
– Eg má veruliga taka hattin
av fyri Sjónvarpi Føroya, at tey
hava givið mær hendan møgu-
leikan. Tí eg dugi so illa at tosa
føroyskt, og tískil hevði eg aldrin
droymt um, at eg fór at kunna
fáa arbeiði í føroyska sjónvarp-
inum, sigur hon smílandi.
Men so leggur hon dent á, at
Angela Petersen fyrst og fremst
er námsfrøðingur.
– Eg elski at vera saman við
børnum, og tí dámar mær eisini
væl at gera barnasendingar. Eg
eri sera heppin, tað eru nógv, ið
hava brúk fyri mær til bæði eitt
og annað, og eg elski avbjóð-
ingar, sum eg fái nóg mikið av í
løtuni, sigur Angela Petersen at
enda.
Øll kenna hana. Børn sum vaksin. Annaðhvørt frá
sjónvarpinum, ella tá hon saman við Hannibali
spælir vatnkríggj, ger ballóndjór og fær børn
allastaðni at flenna. Men Angela varð illa happað
sum barn. Nakað sum hevur merkt hana
gjøgnum lívið og lært hana ómetaliga nógv - um
seg sjálva og onnur
Fólk mugu taka meg sum eg eri
Navn:
Angela Petersen
Aldur:
Sigi ikki, tí tað hevur víst seg at vera eitt vónbrot fyri
børn, tá tey hoyra tað
Útbúgving:
Námsfrøðingur
Hjúnastøða:
Gift og trý børn, Johann, 16,Theresa, 14 og Frank, 7
Yndislag:
Canon í D dur, fær meg at gráta, so gott er tað
Yndisljóð:
Látur
Yndisorð:
Til lukku
Yndispolitikari:
Rúna Sivertsen, hon hevur nógv gott upp á hjartað
Hvar fær øði í teg:
Tá umstøður gera, at eg ikki fái gjørt mítt arbeiði
Lýs teg sjálva
við 1 orði:
Kreativ
Hvussu ert tú
Fjákut, elski at tvætla og stuttleika mær saman við
sum mamma:
børnunum, livandi.
Nær ert tú
Eg eri aldrin útbrend, og hvat skal ein í grundini
stressað:
brúka stress til?
Nær keðir tú teg:
Eg keði meg aldrin. Men eg gleði meg til tað.
FAKTA
– Fólk vita ikki, at eg eri sera smæðin, sigur Angela Petersen
Happing var partur av gerandisdegnum hjá Angelu sum barn. Men hon heldur ikki, at tað tilvitað hevur merkt uppalingina av hennara egnu børnum
C
M
Y
K
25
24