Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 92 - 15. mai 2004 SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv frá Leikara- felag Føroya og MáF Summarið nærkast í hvørj- um, og fyrireikingar til Føroya størstu summarstevnu, ólav- søkuna, eru byrjaðar. Tað eru aftur Leikarafel- ag Føroya og MáF, sum eru fyrireikarar til stóra úti- sjónleikin, sum verður á Ólavsøku. Í ár verður evnið KÆRLEIKI. Kærleiki sæddur úr alskyns vinklum. Tann góði kærleikin og tann ringi kærleikin - ro- mantiskur kærleiki - kær- leiki/ hatur - at liva fyri kærleikan/ at doyggja fyri kærleikanum o.s.fr. Vit kaga inn í ævintýr- heimin og fara at framføra kend ævintýr sum Snjó- hvítu, Øsku-fíu, Svína- drongin, Tornarósu og aðr- ar minni kendar søgur, sum eisini eru um hin stóra kær- leikan. Stóri spurningurin er: - Hvør vil vera heksin? Hvør vil vera hetjan? - Og hvør vil vera dansar- in sum dansar okkum oman gjøgnum Havnar gøtur? - Hvør vil skapa teir lit- ríku búnarnar og tey stóru hjørtuni, sum fáa hvørt hjarta í Havn at duka á Ólavsøku? - Og hvør vil smíða karet- una, sum brúðarparið skal flytast í? Ja, nú hava øll møguleik- an - ein spennadi verkætl- an, sum miðar ímóti at gera Ólavsøkuna eitt sindur stuttligari, litríkari og meira fjøltáttaða. Seinast Ólavsøkuleikur var spældur, í 2002, vóru umleið 100 luttakarar, - í ár vóna vit at fáa enn fleiri. Venjingarnar byrja 19. juni. Listarligur leiðari er Marita Dalsgaard. Scenografi og búnum fer Elisabeth Pike at standa fyri, og tónleikin samskipar Trygvi í Brekkunum. Okkum vantar fólk at spæla sjónleik, statistar, dansarar, fimleikarar, fólk at seyma búnar, fólk at mála leiktjøld, fólk at smíða, og fólk, sum tíma at verða rundanum tiltakið og hjálpa til við ymsum prakt- iskum uppgávum. Hvør kann vera við? Øll fólk í Føroyum, sum eru eldri enn 17 ár og sum hava hug til eina stuttliga avbjóðing. Eru tit t.d. ein bólkur av fólki í Klaksvík, á Tvøroyri ella aðrastaðnis, ið hevur hug at luttaka í stóra ólav- søkuleikinum, ber tað eisini til. Øll áhugaði eru vælkom- in at støkka inn á gólvið í skrivstovuni hjá MáF, sum er í Hans Andrasarhúsi, undir Pisuvarða 2 í Havn, ella at ringja ella senda teldupost. Tlf. 31 56 24 t-post: maf@maf.fo Hvør vil vera heksin? - hvør vil vera hetjan? TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Um nakrar dagar kemur ein nýggj fløga út í Danmark. Tað er ikki óvanligt, men hesaferð er tað kanska av serligum áhuga fyri føroyingar, tí Maria Guttesen er ein av høvuðspersónunum á útgávuni. Maria Guttesen og danin Stephen Nørlykke hava seinastu árini samstarvað um tónleik. Tey hittu hvør annan á musikkon- servatorium í Århus, og síðani hava tey fingist við tónleik mest sum burturav. Umframt at hava gjørt tónleik til onnur, hava tey eisini skrivað sangir og spælt inn til sín egna bólk, sum kallast Divided Minds. Og nú er fyrsta úgávan hjá hesum bólkinum klár at fara í sølubúðirnar. Føroyar í tónleikinum Fløgan kallast The Last Night, og á fløguni eru 12 nýskrivaðir sangir. Maria Guttesen hevur skrivað øll løgini, og hon hevur eisini verið við til at framleitt tónleikin, syngur og hevur spælt fleiri ljóðføri á útgávuni. Í einum tíðindaskrivi, sum er sent frá danska plátufelagnum Cope Records, verður sagt, at føroyska bakgrundini hjá Mariu Guttesen hoyrist í tónleikinum. – Føroyar eru eitt dramatiskt land. Tá ið náttúran leikar í, merkir tú, at tú ert partur av eini størri heild. Hetta hevur verið við til at gjørt meg til tann persón, sum eg eri í dag, sigur Maria Guttesen. Stilt og vilt Tónleikurin á fløguni hjá Divided Minds er popputur rocktónleikur við góðum løgum, sermerkta røddin hjá Mariu Guttesen er nærverandi, og undir spæla dugnaligir tónleikarar. Sangirnir eru bæði stillir og villir. Sumt er meira eymt og róligt, meðan annað er sum tann føroyska náttúran á einum buldraligum degi. Fyrsta stakfløgan av hesi útgávuni er komin út. Tað er ein sangur, sum kallast A Better Today, og hann hevur longu verið at hoyrt á P3 hjá Danmarks Radio. Hendan útvarpsrásin verður mett sum sentral, tá ið tónleikabólkar royna at røkka eini stórari, ungari áhoyrarafjøld. Sangurin hevur eisini verið við á eini savnsfløguni hjá tíðarrit- inum Gaffa, og seinni í summar verður sangurin við á eini líknandi fløgu hjá SoundVenue. Øðrvísi plátufelag Plátufelagið Cope Records, sum stendur fyri útgávuni, er ikki heilt ókent í føroyskum saman- hangi. Hetta sama plátufelagið stóð fyri útgávuni av fløguni hjá Clickhaze í Danmark. Cope Record er eitt alternativ til tey etableraðu plátufeløgini, og endamálið hjá felagnum er at fáa tónleik hjá fyrst og fremst donskum tónleikarum út til fólk uttan tann stóra kostnaðin, sum oftast stendur av lýsingarher- ferðum. Cope Records hevur avtalu við sølubúðir kring Danmark, og fløgan hjá Divided Minds fæst sjálvsagt eisini í Føroyum seinni í hesum mánaðinum. Nr. 92 • leygardagur • 15. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Norskur skeiðsstjóri: Føroyingar – lítið tol við stór orð Lesið síðu 6–7 Maria gevur fløgu út í Danmark Føroyska songkvinnan Maria Guttesen gevur síðst í hesum mánaðinum út nýggja fløgu í Danmark. Fyrsta stakfløgan verður í hesum døgum spæld á P3 hjá Danmarks Radio Maria Guttesen hevur skrivað sangirnar, sungið, lagt til rættis og spælt fleiri ljóðføri á nýggju útgávuni hjá Divided Minds, sum kemur út seinni í hesum mánaðinum. C M Y K 23 22